millum okkum meira. Eg kom heim á ólavsøku og hóast eg av góðum grundum var í Havn, reisti eg suður at vitja abban. Eg var blivin pápi tann 7. august og tá eg ringdi suður at boða frá hesum, bað eg eisini fortelja [...] , árunum í Ravnoynni, fiskiskapi o.s.fr. Herfyri keypti pápin bát og abbin var ikki sørt spentur og stoltur um nýggja Boðaberg. Sjálvur hevði hann selt sín Boðaberg fyri nøkrum árum síðani. Í sínari tíð [...] minnist eg aftur á mongu leygardagarnar vit sótu og hugdu at hesum ítrótti í sjónvarpinum. Tá abbin var byrgari var hann mangan inni í Dal og hugdi at B71; tað dámdi honum væl og hevði hann sítt fasta pláss
Soleiðis minnist eg abba mín: Góði abbi. Eg havi leingi ætlað at skriva minningarorð um teg, men tíðin gongur so skjótt ..... og nú eru longu 9 mánaðir farnir, síðani Jesus pápi tók teg heim til sín. Vit [...] okkum. Tú vart so spentur og livdi teg ordiliga inn í dystin. Og tað rørdi teg at síggja, at tað gekst mær væl. Vit bæði vóru til nógvar dystir, bæði í høllini og við Løkin – hetta var eitt av okkara felags [...] felags áhugamálum. Eg minnist, tá ið vit plagdu at verða á møti í gamla Elim, tá ið eg var smágenta. Minnist at eg plagdi at hyggja eftir tær, tá ið vit sungu úr sangbókini – tú sang ikki við, men tú blundaði
elskaði pápi í Himli. Vit koma til tín í hesi løtu, nú sorgin nívir. Harri, sum vit ganga lívsleið okkara, skilja vit ikki alt, sum hendir. Harri, tú hevur heldur ikki lovað okkum at skilja alt, men í Jesusi [...] Skotlands í august. Ditleif var sum ikki eina ferð fyrireikari og greiddi dúgliga frá um ætlaða túrin. Hóast Ditleif og Rosa vóru væl við aldur, so kendist tað altíð, sum um tey vóru mitt í lívinum, hon í stákan [...] høvdu í lívi okkara. Vit hava gjørt, sum tað stendur í Jobs bók: “So komu allir brøður hansara til hansara og allar systrar hansara og øll, ið høvdu kent hann áður; tey hildu máltíð við honum í húsi hansara
vit allan ungdómin og skiltust ikki, fyrrenn Ormar flutti til Danmarkar seinast í sekstiárunum. Ormar búði í Revagarðinum í Lon, har eg nærmast hoyrdi til húskið. Sigrid, mamma hansara, tók sær avbera væl [...] enn var ein stór fløta, og bara onkur barakk frá heimsbardaganum sløddist í økinum. Vit gjørdust vinir fyri lívið. Vit gingu í skúla saman, vórðu fermdir saman, giftust at kalla dag um dag og gjørdust [...] Ormar. Har var eitt ótrúligt hjartarúm. Vit fingu síðan familjur hvør í sínum lagi. Hildu tó altíð sambandið og hittust av og á, bæði í gleði og sorg. Vit hava altíð hjálpst at, og hóast okkara vegir skiltust
byrjar bókabindarí í 1911 á Húsagarði. Í 1918 flytir hann niðan í Niels Finsensgøtu, og hann opnar bókahandil her sama dag sum H. N. Jacobsens bókahandil opnaði í gamla realskúla á Vaglinum. Í 1927 verður b [...] og ung í sinni. Jú, hon hevði fingið eitt strik á ólavsøku og kom ikki fyri seg aftur. Margretha hevur eitt serligt pláss í mínum minni, og hetta gongur meira enn 50 ár aftur í tíðini. Mamma mín, Lisa hjá [...] hjá Pola í Havn, arbeiddi í sínum ungu døgum í bókahandlinm hjá Hjalmari. Her kom mamma eisini at kenna Margrethu, sum var 11 ár yngri, og tær gjørdust væl longu tá. Mamma fór niður til Danmarkar í 1938,
vinarlag og fylgust tit altíð. Í fríkorterinum hálvgun tíggju, komu næmingarnir í 1. flokki í Vestmanna skúla á vitjan. Saman við teimum fóru vit túr í bygdini og oman í útgrevsturin. Vit bæði fylgdust [...] tín, sum sat í vindeyganum. Kanska sá hann okkum? Tað helt tú í øllum førum. At hoyra teg siga frá tínum kæru, segði mær nógv um, hvussu góður tú vart við tína familju. Tú nevndi tey altíð í ymsum samanhangum [...] myndir av tykkum øllum - dýrabærar myndir at eiga í dag. Kristin góði, tað var ikki altíð so lætt hjá tær at fylgja við í øllum, og viðhvørt so fór tú í verkfall. Tað gjørdi tú friðarliga, men eg kendi
Eg má byrja við orðunum, sum pápi tín yrkti: Frá fyrstu stund, tú ljósið sá, tú birti ljós í lon; í eygum tínum lýsti tá ein Himmalglæma von. Mín elskaði sonur! Eg helt, at hjarta mítt steðgaði, tá eg [...] ongan. Men nú er tú heima í himmalinum, saman við pápa tínum, sum eisini elsk-aði teg so nógv. Tit líktust av lyndi: friðsamir, toln-ir og góðir. Eg biði Jesus halda tykkum í sín-um favni, saman við abba [...] so glað fyri og góð við. Tú var abbasa drong--ur burturav, og Beinta og tú høvdu gjørt tykk-um heim í húsunum hjá ommuni og abbanum á Argjum. Tankarnir eru nógvir: Hevði eg havt kunnað steðga tær hin dagin
systkini upp saman við ommu og abba. Tú var fødd í 1946, Jógvan pápi í 1947, Ólavur í 1949, Suffía í 1951 og Magni í 1959. Abbi legði alla sína orku í útvarpið, meðan omma tók sær av heiminum og eisini [...] Síðstu árini umsat tú tey føroysku klæðini í familjuni, serliga tey í barnastødd. Til hvørja Ólavsøku skuldi man so í audiens hjá tær fyri at finna klæðir fram. Tað var altíð hugnaligt at koma á gátt hjá [...] teg. Og møtti man tær til dømis uppi í svimjihylinum, har ið tú var so javnan, heilsaði tú altíð so væl og viðkomandi. Tú mintist eisini til allar føðingardagarnar í familjuni, hjá stórum sum smáum. Síðstu
og forpøstur segði: Beiggi mín er dottin í ánna, og Jóhannis leyp, illa var framkomandi, við tí úrsliti, at okkurt rivjabein mátti lúta. Tá lá hesi lítli 2 ára gamli á búkinum í einum hyli. Hann fekk hann [...] føroyingar ? tíverri ? máttu ígjøgnum. Minnist tá vit sótu í kjallaranum, eg rópti teg inn at frætta frá læknatúrinum, tú hevði verið til niðri í Danmark fyri einum ári síðani. Tú segði sum var, tá lækni [...] ikki minst fyri tykkum Elinborg, Lív og Monu, at síggja dagamunin. Sum pápi var tú professionellur. Tú legði mær stovugólvið á tá í 1980-unum, og sjálvandi var Lív við tær. Sum heilt lítil vildi hon vildi
vart borin í heim í Kalbak har foreldur okkara búðu á ungum árum inntil umleið 43. Síðani búðu tit hjá ommu okkara í Hoyvík umleið trý ár. Síðani á trøðni í Hoydølum, í húsunum sum Julius í Syðradali [...] eini tvey ár. Í 1948 fekk pápi okkara starv sum lærari á Velbastað og Kirkjubø. Tá vart tú sjey ára gamal.Vit búðu á Velbastað inntil í 1959 tá pápi okkara fekk starv í Kommunuskúlanum í Havn. Tú tók [...] kara, men hetta bleiv ikki títt lívsstarv. Giftist í 1964 við Lydiu, dóttir Lenu, ættað úr Elduvík og Hans uppi í Geil í Hvalvík. Lydia andaðist í januar 2006 og var tað einsligt hjá tær tá hon var farin