altjóða høpi, umframt at FSF hevur lagt allar kappingar heima á landi til rættis. Og um vit eina lítla løtu afturat sammeta fótbóltin við politiska orðaskiftið, so kunnu vit bara staðfesta, at síðsta [...] hægstu útbúgvingina. Danir eru høgt mettir kring Evropa fyri sína útbúgvingarskipan innan fótbólt. Hetta er eisini galdandi fyri dómarapartin, og um vikuskiftið vóru tríggir úr tí teir kalla lógarbólkinum hjá [...] frálærutilfar, sum føroyingar eisini í framtíðini kunnu fáa gagn av, samstundis sum sambandið við danir er ein trygd fyri, at støðið á útbúgvingini í Føroyum verður varðveitt. Fleiri av dønunum eru høgt virdir
Turriklæðið er bundið væl um hálsin, brillurnar sita niðanfyri eina høga pannu, og innanfyri tann svarta leðurjakkan er hann ílætin eina troyggju, sum hitar væl í kuldanum í Keypmannahavn. Jørgin Dahl er stavnamaðurin [...] hevur størstan týdning, er sjálvur sangurin. Hevur tú ikki ein góðan sang, so er alt hitt til einkis. Og um onkur pástendur at okkara tónleikur framvegis verður spældur í dag, so er tað tí, at vit vóru erligir [...] hann ikki fingið. Men tað er framvegis nakað, sum hann droymir um. ? Eg havi framvegis mót uppá tað, tí eg veit, at tann tónleikurin sum eg geri, er líka góður sum tað sum er frammi. Men tað vísur seg
klára seg við tí lítla, tey hava, ? og vóna at tíðirnar vera betri), 3. flokkur: og tey, sum einki arbeiði hava (stórur partur av hesum hevur mist vónina um at fáa arbeiði). Hetta er ein ræðandi gongd [...] Hetta er alt so sjálvsagt fyri tey flestu, at vit kunnu ikki hugsað okkum eitt lív uttan alt hetta! Men nøkur hava lítið og einki av hesum! Nøkur, sum høvdu gott arbeiði, mistu tað ? og mistu harvið alt [...] alt sum tey áttu. Tey rýmdu av landinum. Er tað eitt gott samfelag, sum fer soleiðis við børnum sínum? Men nú eru nøkur ár farin síðan kreppan byrjaði, og vit kunnu takka skaparanum fyri, at Hann gav okkum
vil Joan Ziskason kortini royna seg á politiska vígvøllinum. Hon er gift við Ziska Ziskason, skipara, og tey eiga tvey børn, ein son sum er 24 og 22 ára gamla dóttir. Og ein ommuson, sigur Joan brosandi [...] Sjúkrasystrafelagnum, har hon er farin undir annað skeiðið, hevur hon fingið enn meira áhuga fyri politiska arbeiðinum. Fakfelagsarbeiði og politiskt arbeiði líkist nógv. Eitt nú er ein uppgáva í mínum fak [...] hækka skattin. Hetta er ein tikkandi bumba, sum politikarar í londunum kring okkum arbeiða við. Har verður sagt, at um samfelagið skal megna at geva teimum gomlu sømilig kor á ellisárum, er neyðugt at gera
sum búði heima hjá okkum tær báðar vikurnar, sum kappingin var hetta summarið í 1986. Bjarke var - og er - av fittastu fólkum - blíður og hjartaligur, og ikki tað minsta hástórur. Hartil var hann fyrikomandi [...] farvæl, og til uppaftur nógv sterkari telvari trein á gátt á Spógvavegi 16. Vit skriva 1992, og summarið er komið hægst á luftina. Sunnaneftir frættist frá avrikunum hjá føroyska talvliðnum í olympisku kappingini [...] og nýbakaðar køkur frammi. Mamma dugir ikki enskt, og tí fekst ongin samrøða teirra millum, men hvat er við tilkomið konufólk at røða, sum onki veit um talv? Babba smæddi seg afturímóti ikki burtur; hann
Beinan vegin fær man hug at spyrja kvinnur. Hví tað? Jamen, hvørjar ambitiónir hava menn? Er nakað at snakka um? Tí konan man eins væl og maðurin fara upp í politikk, tí at hon heldur seg duga líka so [...] týdning. At øll mál eru kvinnumál eisini. At hon dugir at taka dagar ímillum í øllum samfelagsmálum ? tað er bara ein spurningur um, at hava sett seg væl inn í málini. Soleiðis man vera í øllum lívsins viðurskiftum [...] nakað. Her eru mál og sjónarmið, sum vanta. Hon veit, at skulu vit hava eitt vælvirkandi samfelag, er neyðugt, ja al neyðugt, at kvinnusálin hevur sett síni fingramerki á. Harragud, vit eru helvtin av
feskum fiski: Tann, sum er við hvønn dag, og er álítandi, fær betri prís enn tann, sum bara er við eina ferð um vikuna, og ikki altíð er líka álítandi. Jógvan Høj sigur, at tað er eitt stórt ynski frá keyparunum [...] fyri, at ein grund til at norðoyingar umhugsa hendan møguleikan, er, at teir halda, at flutningurin er ikki nóg álítandi, sum er. Tað er eingin loyna, at skipini eru gomul og slitin. Og í vetur hevur [...] hósdag, er ikki frammi á marknaðinum fyrrenn mánadagin. Og tað vil siga, at tá ið tað gongur so long tíð, frá tí at vit keypa og arbeiða fiskin, til hann er á marknaðinum, fáa vit hava alt ov lítla føling
14.30. Nú klokkan er 10.50 verður sagt í hátalaranum, at vit fáa shore-pass. Tað er ætlanin at sleppa í land og spáka sær ein túr niðan í býin. Alt liggur uttan um her, London Tower er bert nakrar fáar [...] upp undir valstríðið. (Tað er Robert, sum hevur yrkt vísuna fyri árum síðani, og eg havi ikki fingið hana, tíverri). Viðvíkjandi veðrinum er at siga, at her skínur sólin og tað er turt. Nakað heitari enn [...] og at sleppa at liggja her er ikki hvørjum skipið beskorið, sum eg skilti á ferðaleiðaranum, sum var dani. Høvuðsorsøkin til at Norrøna kann liggja her er tann at skipið er ikki so stórt, og so at sleppa
sum vit seinni mest nevndu »grinebideren«, er leiðari fyri felagsskapinum ELDP, sum samstavar við Neyðhjálp Fólkakirkjunnar. Hann er ættaður úr Tanzania, og er nevndur Dr. Meena. Saman við honum vóru tveir [...] og børn. Gamalt fólk var einki at síggja. Um tað var tí, at livialdurin er so lágur í landinum, er ikki til at siga. Men hugsandi er, at av tí, at kirkjan rekur skúla, kann tað vera, at hetta eru fólk, sum [...] seg mest, vóru orðini um, at tað er líka mikið, um tú verður biðin til arbeiðis klokkan sjey, níggju, ellivu, tvey ella fimm. Tað, sum um ræður, segði bispur, er, at tú er til reiðar, tá tú verður biðin
teimum valdu persónunum til eina og hvørja tíð. Flokkurin er á miðjuni og hann er praktiskur sosialliberalur. Slík stív mørk geva jú eisini lítla meining. Best var als ikki at tosa um Vinstra-Høgra! So heldur [...] detta oman. Men viðhvørt er avgerandi neyðugt at gera okkurt lopið til tess at koma fram, sjálvt á tí frægast gongdu gøtuni ? og vit halda eisini, at ein slík avbjóðing ella »lop«, er beint fyri stavn í Føroyum [...] í tjóðskaparspurninginum er júst tað sama sum hjá einum meiriluta í flestu flokkunum í Føroyum, at Føroyar verða ein sjálvbjargin og fræls tjóð. Men Sjálvstýrisflokkurin er ábyrgdarflokkur og hann vil