Gundadali. Hetta vóru fyrstu orðini, HB venjarin Ion Geolgau, hevði at heilsa spælarunum við, tá hann trein inn í umklæðingarrúmið, har sigarføringin var høg eftir 2-0 sigurin. Og harvið markeraði venjarin [...] men hann vildi á ongan hátt lasta avrikið: ? Tá tú hevur vunnið 2-0 fert tú ikki at kritisera avrikið, men eg vil siga tað soleiðis, at HB verður í minsta lagið tíggju prosent betri um eina viku, enn vit [...] at vit hava ikki spælt týdningarmiklan dyst síðani síðst í juni, og tað sást væl, serliga í 2. hálvleiki. HB venjarin vildi ikki taka nakran av sínum spælarum framum nakran annan: ? Talan var fyrst og
innleiðandi umfar, 1. dystur HB-FC VPS Vaasa 2-0 (1-0) Á Toftum mikudagin 22. juli 1998, kl. 19.00 430 áskoðarar 1-0: Súni Fríði Johannesen 28 2-0: Súni Fríði Johannesen 73 HB: 1. Kaj Leo Johannesen - 11 [...] 63), 6. Jens Erik Rasmussen - 10. Andrew av Fløtum (19. John Heri Dam, 69), 4. Súni Fríði Johannesen (2. Bjarki Mohr, 78) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Bárður Johannesen, 3. Ingi Rasmussen, [...] Stringheim - 5. Marko Suoste (14. Kimmo Tarkio, 46), 6. Jyrki Huhtamäki, 4. Roger Lange, 3. Mike Peltola - 2. Sasu Livonen, 8. Petri Kokko (16. Tomas Nygård, 71), 10. Kimmo Lipponen - 7. Juha Karvinen, 9. Juuso
sendi í ryggin á HB álopsmanninum, sum síðani bara skuldi trilla í tóma málið. 2-0 til HB og ein øgiligur rómur á teimum 430 áskoðarunum í dýrdarveðrinum. Ófatuligt at ikki fleiri HB viðhaldsfólk tóku [...] fríggjadagin 31. juli. Fyrsta løtan var avgerandi 2-0 er eitt frágera gott úrslit, men tað hevði verið við síðuna av at sagt annað, enn at marginalirnir vóru við HB í fleiri førum í 1. hálvleiki, tá gestirnir [...] oysa høgt móti miðverjuni hjá HB, og tað var matur fyri framúr góða Hans Fróða Hansen. Sjálvsálitið hjá Kaj Leo Johannesen, og veruleikin at tað stóð ein maður á strikuni hjá HB og stýrdi, sum tað ikki bar
Jógvan Martin Olsen hevur nú úttikið spælararnar, sum skulu manna U16 dreingjalandsliðið í fótbólti, sum 2. august fer til Íslands at spæla í NM kapping. Kappingin, sum verður á Akureyri, verður til 9. august [...] Joensen og Jóannes I. Jacobsen úr KÍ, Teitur Ellingsgaard, Jón Rói Jacobsen og Vagnur Mortensen úr HB, Pól Næs Joensen, Bárður Johanneen og Niels Joensen úr B36, Kristian Poulsen úr B68, Gisli Danjálsson
tað fer at eydnast HB at skora eitt mál. HB møguleikarnir Gunnar Mohr, formaður í HB, roknar við, at tað verður torført hjá hansara monnum, men hann heldur sjálvandi, at tað ber til: ? HB kemur undir stórt [...] týdningi fyri framhaldandi luttøku, at HB fær eitt mál. Higartil hevur tað ongantíð eydnast hjá HB at gera mál á útivølli í europeiskum kappingum. Besta úrslitið hjá HB á útivølli higartil var í 1993, tá teir [...] seinna Europa Cup dystin við einari so góðari útgangsstøðu, sum HB hevur við til Finnlands. ? Hetta er sera spennandi. Eg skal selja pylsur fyri HB á ólavsøku, men ólavsøkudag fer linjan at ganga heit til Finnlands
Europa Cup fyri meistaralið, 1. innleiðani umfarið, 2. dystur B36-Beitar Jerusalem 01- (0-0) Hagtøl Europa Cup fyri meistaralið, 1. innleiðani umfarið, 2. dystur B36-Beitar Jerusalem 0-1 (0-0) Á Toftum mánadagin [...] John Petersen, sum sendi langskot av brotsteigarmarkinum. Onnur royndin var í 1. hálvleiki og hin í 2. hálvleiki, og í báðum førunum fór bólturin dygst fram við stólpanum. Burtursæð frá málinum hevði Beitar [...] B36 manngarðurin blokeraði royndina úr átta metrum. Veikleikarnir Mánakvøldið skal B36 spæla ímóti HB, og tað verður fyrsta av níggju royndum hjá føroyameistarunum at betra um eitt sindur soltnu úrtøkuna
vóru á odda 2-0, tá bara fimm minuttir vóru farnir, og so stóð á jøvnum. Tað ráddi um hjá HB at skora mál, og teir høvdu onkran møguleika. Súni Fríði Johannesen fekk hin størsta, tá støðan var 2-0. Vit hava [...] komu framum 3-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Tá mátti tað bera ella bresta. HB venjarin kendi seg noyddan at flyta fólkið fram, og so skoraði finska liðið. Meiri verjukent HB ferðalagið var á veg til Key [...] so mundi størsti ítróttarligi spenningurin hjá mongum á ólavsøku vera, hvussu tað fór at hilnast hjá HB, sum við góðari útgangsstøðu ólavsøkukvøld skuldi stríðast í finska Vaasa um rættin at halda fram í
úr Europa Cup, og tað er einki at liggja omaná, at serliga hjá HB var vónbrotið stórt yvir eyðmýkjandi 4-0 tapið, sum hevði við sær, at 2-0 sigurin á heimavølli verður nógv minni týdningarmikil, enn hann [...] burtursæð frá Tomislav Sivic er eingin annar spælari leikbannaður. Hjá HB er alt fólkið tókt, og eingin er leikbannaður. Í fyrsta umfarinum vann HB 1-0. Dysturin hesa ferð er sannur lagnudystur fyri B36. Um teir [...] Europa Cup tapini burtur gjørdu teir í B36 ólavsøkudag, tá teir spældu steypadyst ímóti KÍ. B36 vann 2-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-1. Jákup á Borg og Tomislav Sivic skoraðu fyri B36, sum skifti
eingin sumbingur ella toftamaður leikbannaður. Í fyrsta umfarinum vann B68 2-1 í Sumba. Tá Sumba var í 1. deild í 1991, greiddu teir 2-2 á Svangaskarði. Tá teir í 1995 spældu saman við vágbingum, vann B68 3-0 [...] Grasvøllurin á Svangaskarði hevur verið rættuliga fitt brúktur hesar síðstu vikurnar, nú bæði B36 og HB hava luttikið í Europa Cup. Gróðurin er góður, og vøllurin er í góðum standi, so B68 ætlar so vítt
ímóti gomlu feløgunum hjá Piotr. Ímóti FS Vágar í Fuglafirði endaði 4-4, og á Sandi var úrslitið 2-2. Eingin klaksvíkingur er leikbannaður, og eingin er skaddur. Klaksvíkingar vóru hepnir, tá dysturin í Fuglafirði [...] 4-3. Sunnudagin spældu KÍ og B68 á grasvøllinum á Svangaskarði. KÍ vann 3-1, og ólavsøkudag tapti KÍ 2-1 í steypadysti ímóti B36. Klaksvíkingar hava verið ikki sørt stúrnir í summarsteðginum, tí B36 hevur [...] vónað at fáa Magna á Lakjuni at hjálpa sær eftir summarfrítíðina, men nú er greitt, at hann fer til HB, tá hann um tvær vikur kemur til Føroya. Men teir fáa hjálp frá einum øðrum góðum manni tvey tey fyrstu