tíðindafólkum og teimum mongu, ið vóru komin til hesa serstøku gudstænastuna, sigur Lars. Broytt atmosfera Í katólsku dómkirkjuni var alt gjørt til reiðar til hesa spennandi vitjanina. Og sum vera man vóru [...] hansara nærvera og hansara persónligheit. -Hann var til stóran íblástur fyri okkum øll, í tí hann segði og soleiðis sum hann var. Og hann vísti her til fulnar, at hann var ein maður sum hvíldi í sær sjálvum [...] sjálvur helt vera rætt. Eingin kundi pressa hann til nakað, sigur Lars. Lars kom henda dagin at sita bara nakrar heilt fáar metrar frá altarinum, og hann merkti til fulnar tann intensa spenningin sum var í kirkjuna
samleiki" verður skoyttur uppí. - Tað kann geva baksláttur at taka bólkar burturúr. Tað kann júst geva høvi til happing og forfylging. Fyrr í tíðini var tað so vanligt at halda fyri rukku, um tú vart reyðhærdur [...] samlívsformar, so kann landið stovna eina skráseting. Til dømis eru kanska systkin, sum hava liva saman alt lívið, sum kanska vilja skrásetast, til tess at tey kunnu arva hvønn annan. Hetta kundi eisini [...] ar tó, at kirkjunnar læra ikki góðtekur eitt hjúnarlag millum eitt par av sama kyni. - Tað er upp til tann einstaka at gera av, hvat er rætt og skeivt fyri seg. Eingin skal taka eina avgerð fyri ein annan
hóskar væl til Heidi, sum starvast sum heilsuatstøðingur á deild A á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. - Tað er gott at hava eitt lagaligt arbeiðspláss, sigur hon, sum eisini er virkin í felagsskapinum Bót til Bata . [...] Heidi hevur við ávís høvi luttikið á fundum og greitt frá, hvussu tað var at fáa staðfest bróstkrabba, har hon samstundis hevur kunnað um arbeiðið í Bót til Bata. Tá vit vitjaðu handarbeiðsskúlan mikudagin [...] ræður um at fáa hetta arbeiðið frá hond, tí nú eru ikki so nógvir dagar eftir til undirvísingin endar. Her má hvør løta nýtast til fulnar. Hon hevur tó ikki einans gjørt hesar sloyfurnar. Umframt hetta hava
Annvør átti ein fríggjadag, og hon lá á føðingardeildini til sunnudag, tá sonurin fór til gravar. Foreldrini høvdu tosað um, at um tey fingu ein son, so skuldi hann eita Gunnar. Sonurin var navngivin [...] av blómum einasta tekin um serliga minningarhaldið. Tá Marjun Bæk, prestur, hevði prædikað, fingu fólk høvi at tendra eitt ljós, sum tey høvdu fingið við inngongdina, og seta tað í blómuhjartað. Aftaná [...] samdust um, at hann skuldi fara til arbeiðis. Tey avtalaðu, at hon skuldi ringja, tá títtleikin millum verkirnar gjørdust styttri. Um trý tíðina á nátt ringdi Annvør til Christian og segði honum, at nú
sum vilja keypa sær hús í Føroyum. Kára á Dunga, stjóri, fortelur, at tey í summarhálvuni dagliga fingu vitjan av ferðafólkum, sum spurdu, hvussu tey skulu fyrihalda seg, um tey skulu keypa sær hús her [...] fyrispurningar, men onkur einstakur er, og hesin eftirspurningurin er bara vaksandi. - Vit hava selt til útlendingar í síðstuni. Vit selja ikki stór dýr hús í høvuðsstaðnum, men heldur hús í eitt nú Kvívík [...] ríkur oljusheikur kann í prinsippinum loyva sær at keypa næstan alla Sandoynna, um fólk vilja selja til hann, sigur hon.
áheitan til løgregluna um, at senda boð eftir kavara. Uni Vestureið politiinspektørur vísir á. At løgreglan ikki visti av, at sløkkiliðið hevði møguleika at kava í myrkrið, og hetta var orsøkin til, at løgreglan [...] fyrr enn tað lýsti. Hesa vitan hevur løgreglan nú, og hon er send út til øll vakthavandi hjá løgregluni. Á tíðindafundinum fingu miðlarnir møguleika at hoyra samrøðurnar millum havnarmyndugleikarnar og [...] Løgreglan hevði í dag boðið til tíðindafund. Fútin vísti á, at tá man metur um tílík mál, er týdningarmikið at spola aftur, og royna at seta seg í støðuna hjá vakthavandi, og ikki hava tað innlitið, og
Fólkaflokkin, beint áðrenn fjølmiðlarnir fingu tað at vita. Formaður hjá Fólkaflokkinum skilur ikki heilt avgerðina hjá fyrrverandi partakvinnuni, tí hann kennir einki til eina ósemju. - Eg skilji ikki heilt [...] hjúnarbandslógini, men tá tað kemur til tann juridiska partin eru tað ymiskar meiningar. Flestu vilja tryggja tey juridisku rættindini. So tað er neyvan tað, ið liggur til grund fyri avgerðina.
altíð hava okkurt at síggja fram til og gleða seg til. Tá eg hugsi um Jón, so er hann einki undantak í so máta: Hann hevur altíð minst 5-6 ting, sum hann gleðir seg til, skoytir móðurin uppí. Gera telduspøl [...] er sera væl útgjørdur og hevur alt tað sum krevst til ein ungan drong, sum hevur tað sjáldsomu sjúkuna »Pompes Disease«. Her finst bæði ein maskina til andadrátt, ein pumpa, vatnhaldari og slangur í hópatali [...] koma við sínum íkasti til hesa samrøðuna. Sjúka hansara hevur tað við sær, at vøddarnir í flestu limum hansara eru óvirknir. Tó fær hann brúkt høgru hondina at stýra joysticki sínum til teir møguleikarnir
eftir dystin leygardagin. Spurdur, um hann var eitt slag av einum jokara, ið Kyndil hevði gravað fram til finalundystin, segði Hannis Wardum. - Orðið jokari ella trumfur hevur ongantíð verið brúkt. Eg havi [...] skaði, ið steðgaði mær. Tí fekk ongantíð sagt eitt ordiligt farvæl, og í dag var so eitt hóskandi høvi at gera tað. Tað var nakað heilt serligt at verða við í dag og stuttligt at vinna, men hetta var
kortini fáa eitt høvi at lata Mary og Frederik hvør sína gávu. Hennara ætlan var bert at gera ein føroyskt framleiddan jakka til Mary, men nakað seinni varð hon biðin um at gera ein jakka til Frederik eisini [...] serstaka gávu til Mary krúnprinsessu. Tíðspunktið fyri hesum sambandinum var rættiliga val valt, tí tey í felagskommununi í Vágum sótu júst um hetta mundið og hugsaðu um, hvørja gávu tey skuldu lata til teir kongaligu [...] eisini. Og soleiðis bar tað til, at Malan gjørdist ?leverandør til det kongelige hof? ? Mary ein jakka, seymaðan úr skinni, har skinnið vendir inn, og prinsurin ein jakka, virkaður um myrkamorreyðari, tøvdari