Ein stórur partur av teimum gott og væl 800 áskoðarunum í høllini á Hálsi leygardagin gløddu við, tá ið tey sóu, hvørjir leikarar hitaðu upp fyri Kyndil undan FM-finaluni leygardagin. Millum menninar í Kyndlahópinum var Hannis Wardum, sum ikki hevur spælt á besta mansliðnum hjá Kyndli í fleiri ár. Hannis slapp eisini á vøllin, tá ið eini tíggju minuttir vóru eftir at spæla, og hann slapp eisini at skjóta eitt brotskast, sum hann sendi í netið.
Ætlaði at blíva meistari í ár
Hannis Wardum hevur annars verið venjari hjá hoyvíkingum størsta partin av kappingarárinum, men hann bleiv sagdur úr starvi, tá ið trý umfør vóru eftir av endaspælinum.
- Eg segði, áðrenn kappingarárið byrjaði, at eg ætlaði mær at gerast meistari, men eg segði ikki við hvørjum felag, segði Hannis skemtandi eftir dystin leygardagin.
Spurdur, um hann var eitt slag av einum jokara, ið Kyndil hevði gravað fram til finalundystin, segði Hannis Wardum.
- Orðið jokari ella trumfur hevur ongantíð verið brúkt. Eg havi spælt við ávíkavist 3. deild og næstbesta liðnum í alt ár. Tá ið eg gavst á besta liðnum, var tað ein skaði, ið steðgaði mær. Tí fekk ongantíð sagt eitt ordiligt farvæl, og í dag var so eitt hóskandi høvi at gera tað. Tað var nakað heilt serligt at verða við í dag og stuttligt at vinna, men hetta var definitivt seinasti dysturin, segði Hannis Wardum við stóra steypinum í favninum.









