Løgreglan hevði í dag boðið til tíðindafund. Fútin vísti á, at tá man metur um tílík mál, er týdningarmikið at spola aftur, og royna at seta seg í støðuna hjá vakthavandi, og ikki hava tað innlitið, og vitanina, ið vit hava fingið síðan, við í metingini.
Hon viðgongur, at afturlítandi er sjálvandi ynskiligt at kavarar vórðu sendir á staðið beinanvegin, men við tí vitan, ið vakthavandi hevði í løtuni, tá avgerðin varð tikin er eingin orsøk til at kritisera avgerðina.
Tó fer løgreglan at eftirmeta hendingina saman við havnarmyndugleikunum og sløkkiliðnum. Í samrøðuni sum vit prenta her á síðuni, sæst at talan ikki er um beinleiðis áheitan til løgregluna um, at senda boð eftir kavara.
Uni Vestureið politiinspektørur vísir á. At løgreglan ikki visti av, at sløkkiliðið hevði møguleika at kava í myrkrið, og hetta var orsøkin til, at løgreglan ikki sendi boð eftir sløkkiliðnum fyrr enn tað lýsti. Hesa vitan hevur løgreglan nú, og hon er send út til øll vakthavandi hjá løgregluni.
Á tíðindafundinum fingu miðlarnir møguleika at hoyra samrøðurnar millum havnarmyndugleikarnar og løgregluna nýggjársnátt, og samrøðan, ið verður prentað í líki her á síðuni: