sum samgongan hevur snikkað til fyri næsta ár, vísir, at samgongan heldur seg til avtalaða politikkin. Tað siga samgonguflokkarnir, sum eru í meiriluta í Fíggjarnevndini, nú hon í kvøld hevur lagt fíggjarætlanina [...] og samanlagdur. Meirilutin í Fíggjarnevndin hevur broytt uppskotið hjá landsstýrinum nakað, men nevndin sigur, at fíggjarætlanin vísir, at samgongan hevur hildið seg til avtalaða politikkin. - Føroyski [...] vælferðarsamfelagið og rúm hevur eisini verið fyri uppraðfestingum serliga á eldraøkinum. - Harumframt eru ongantíð áður tiknir so nógvir næmingar inn á miðnám. Eftir at fíggjarnevndin hevur viðgjørt fíggjarlógina
hjá 33 ára gamla kroatanum. Tosað hevur verið í fleiri umførum við ákærda undir hesum kanningum, bæði við og uttan tolk. Tó hevur tað verið soleiðis, at tá tolkur hevur verið við, er trivið aftur í aftur [...] aftur tær samrøður, har eingin tolkur hevur veirð fyri at tryggja sær, at eingin misskiljing hevur verið. Ákærdi er vaksin upp undir góðum umstøðum, og hóast kríggið á Balkan eru bæði Split, har viðkomandi [...] minnisveikur yvirhøvur. Mentalkanningin vísti, at ákærdi hvørki er sinnissjúkur ella evnaveikur. Hinvegin hevur hann lyndi til at lúgva um nærum alt, ikki tí hann kennir seg noyddan, men meira av vana. Hann er
róptur - er fróðarmaður og tað, sum hann veit at siga, er kjølfest í, at hann altíð hevur lisið nógv, og at hann hevur víst søguni stóran áhuga. Hann veit nógv at bera víðari frá teimum, sum undan fóru [...] sum ráðgevi í Námi. Hon hevur áður verið leiðari í bókasavninum í 20 ár. Lis Gøthe í Jákupsstovu, lærari við Tofta skúla, er nú leiðari fyri bókasavninum. Nýggja nevndin hevur skipað seg. Í nevndini eru [...] Eftir at hava sitið í nevndini fyri bókasavnið í Nes kommunu í samfull 45 ár, hevur 88 ára gamli Sørin Johannesen nú takkað fyri seg. Tað var Lis Gøthe í Jákupsstovu, leiðari, sum handaði Sørini blómutyssi
Ferðaráði Føroya økt 8,2 milliónir krónur og tað er tvær ferðir so nógv, sum ferðaráðið hevur havt. Hækkingin hevur við sær, at Ferðaráðið fer at hava munandi meira av peningi at marknaðarføra Føroyar við [...] vinnumálum. Ferðaráð Føroya hevur gjørt eina ætlan fyri komandi fimm árini og sett sær fyri, at ferðavinna skal tvífaldast og geva minst eina milliard í umsetningi í 2020. Hetta hevur m.a. við sær, at gistingar [...] við úti í heim. - Tað er eingin ivi um, at tað eru stórar vakstrarmøguleikar í ferðavinnuni. Tí hevur Vinnumálaráðið arbeitt miðvíst við at skapa karmar fyri, at ferðavinnan kann fóta sær aftur. Sum liður
hjá kvinnum í flogbólti millum Mjølnir og SÍ. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá steypafinaluni. Mjølnir er greiður favorittur hjá kvinnunum. Tað hevur ikki gingið so væl í hond hjá sørvágskvinnum í ár [...] liðunum, sum hevur vunnið á teimum Mjølni í hesum kappingarárinum. Og hetta kann bjarga árinum hjá sørvágskvinnum, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi undan steypafinalunum. SÍ, sum hevur vunnið fleiri [...] fleiri meistaraheiti, hevur ikki klárað seg væl í ár. SÍ er á fimta plássi í landskappingini, seks stig aftanfyri Mjølnir. Hyggja vit eftir teimum dystum, sum liðini hava spælt sínamillum í ár, so eru sørvingar
Sum vanligt hevur verið seinastu árini, keypa kinesisk fótbóltsfeløg leikarar úr Evropa, eftir at flytingargluggin er latin aftur har. Í dag hevur enn eitt stórt navn í evropiskum fótbólti kunngjørt flyting [...] flyting til Kina, og tað hevur vakt serligan ans á sosialu miðlunum. Talan er um Daniel Carriço, sum eftir seks ár í spanska Sevilla, nú skal spæla við Wuhan Zall í Kina. Skiftið er serligt, orsakað av [...] av, at býurin Wuhan, er staðið, har fyrstu tilburðirnir av Coronavirusinum vóru staðfestir. Býurin hevur verið so at siga avbyrgdur seinasta mánaðin. Kortini kunnger Sevilla FC á heimasíðu síni í dag, at
Viðgerðartíðin er ikki longri enn hon hevur verið. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu støðan er hjá [...] hjá fólki, sum eru í dagpeningaskipanini, nú korona-kreppan hevur rakt samfelagið. Hon sigur, at tey hava fingið at vita, at viðgerðartíðin er longd, nú tiltøk eru sett í verk ímóti korona. Korona leggur [...] vanligt at viðgera aðrar umsóknir, sigur hon. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at Almannaverkið hevur upplýst, at allar umsóknir um dagpening vegna sjúku vera avgreiddar sum vanligt. – Sostatt er m
HB hevur í dag gjørt sáttmála við 20-ára gamla miðvallaran, Mads Boe Mikkelsen. Hann hevur umboða Danmark á U17- og U18-landsliðnum, og Føroyar á U21-landsliðnum. Mads verður lýstur sum ein evnaríkur og [...] Hann hevur spælt í Superliguni við Vendsyssel, og skoraði í sínum fyrsta dysti frá byrjan. Hetta ein spælari, sum venjarin, Jens Berthel Askou kennir væl. – Mads er ein ungur spælari, sum enn hevur sítt [...] samstarvið upp av nýggjum, sigur venjarin við heimasíðuna hjá HB. Størsta partin av síni fótbóltuppaling hevur hann fingið í AGF, undir leiðslu av núverandi U19-venjararanum hjá Borussia Dortmund, og fyrrverandi
svarið. – Kærleikin sløknar ikki, og tað hevur stóran týdning, at man hevur somu virði, siga Marita og Leivur Guttesen. – Tað hevur nógv at siga, at man hevur eitt felags virðisgrundarlag. Broytist vi [...] umráðandi at vera rúmligur, so at makin kann vera tann, sum hann er. Leivur hevur altíð stuðlað mær í tí, sum eg havi valt at gjørt. Tað hevur verið gott fyri meg, sigur Marita Guttesen. Eisini eru tey samd um
eru eisini nøkur nýbrot. Avtalan hevur við sær, at føroyskir sjúklingar, sum fáa viðgerð í Region Hovedstaden, eru fevndir av donsku skipanini um viðgerðartrygd. Hetta hevur ikki verið partur av avtalu áður [...] ahús um bróstkrabbaviðgerðir. Síðani 2019 hevur føroyska sjúkrahúsverkið samstarvað við sjúkrahúsið í Aalborg um sjúklingar við bróstkrabba. Samstarvið hevur leypandi verið eftirmett og neyðugar tillagingar [...] hava sjúkrahúsini áralangar royndir við at samstarva við regiónina, sigur Landssjúkrahúsið. Arbeitt hevur verið eina tíð við at fáa eina nýggja avtalu um samstarv millum partarnar, og herfyri vóru partar