Eftir fleiri baldrut vikuskifti, hevur løgreglan í Havn fingið ein andarhald í nátt, tí tað hevur verið stak friðarligt, siga tey av løgreglustøðini í morgun Okkurt lítið herverk í sambandi við eitt skeinkistað, er tað einasta, sum hevur órógvað friðin í nátt, verður sagt av løgreglustøðini. Talan var um ein rút á Kafe Natúr, sum varð brotin og hann vóru menn og skiftu í dag.