High School Musical 1 og 2 áður (í 2016 og í 2017), og nú er tíðin so komin til triðja og seinasta leikin í røðini. Leikurin er bygdur á heimskenda Disneyfilmin við sama heiti. Filmurin varð fyrstu ferð [...] árs næmingarnir nærkast endaligu próvtøkunum á East High. Tey eru noydd at taka støðu til avbjóðingar og ivamál um framtíðina, sum kunnu fara at hava ávirkan á góðu vinaløgini og kærleikan millum teirra [...] pallsettir. Í ár eru umleið 50 næmingar á breytini. Næmingarnir, sum ganga í 10.flokki, koma úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og skúlanum við Streymin. Lærararnir, Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, standa
hava vit tikið til okkum, og tí tóku vit tað við í valskránna fyri 2019. Vit halda, at tíðin er komin til at gera nakað við vaksandi tørvin á broytingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tí hava vit latið [...] samgongu. Samfeløg eru ikki statisk og broytast alla tíðina. Eisini á arbeiðsmarknaðinum. Seinastu árini hava fleiri fakfeløg m.a. Heilsuhjálparafelagið og Starvsmannafelagið víst á, at tørvur er á at stytta [...] Høvdu allir politikarar havt hugburðin hjá Helga Abrahamsen, so høvdu vit helst framvegis havt 48 tíma arbeiðsviku. Vaksandi tørvur á broytingum Føroyska arbeiðsfjøldin er hin virknasta í Evropa, men tølini
hálv ódnaveður og kavarok, men vit høvdu sett í okkum at vit vildu avstað. Minnist abbi mín hevði á orði: ”fólk fara at halda, at tit eru útkoyrdir ”. Men vit vóru ungir so vit hildu tað ikki fór at bila, [...] sindur longri í skúla, so tað var seinni at vit komu at sigla saman. Men annars vóru vit saman tá tað lá fyri. Men so kom tað til, at vit valdu hvør sín vinnuveg á sjónum. Hann helt áfram sum fiskari hvar [...] koma til Nordepils at ferðast. Vit spældu saman mestsum hvønn einasta dag. Eg minnist enn túrarnar eftir tunnelvegnum har vit leitaðu eftir tómum fløskum og soleiðis hugnaðu vit okkum úti í vøkru náttúrini
sum skipar fyri sangskeiðnum. Hann er sera væl nøgdur við konsertina. - Vit meta, at tað vóru um 700 fólk til konsert. Vit eru stak væl nøgd við tiltakið og sera takksom um, at undirtøkan var so stór [...] sum sangskeiðið altíð endar við. Í ár var konsertin í høllini á Eiði. Kórleiðari í ár var Ásbjørn Berthelsen av Strondum. Tá ið Sosialurin var á vitjan í Nesvík í síðstu viku, lat hann væl at venjingunum [...] spent til konsertina, og fleiri lovaðu eina góða konsert. Gott barnakór Fyrst á pallinum leygarkvøldið var barnakórið. Barnakór eru altíð sera sjarmerandi, og hetta kórið var einki undantak. Børnini ikki einans
eitt politiskt mál sum til sjálvsstýris/fullveldismálið. Og tað eru tey, sum halda, at eftir 3. samráðingarumfar við danir eru vit komin til eitt vegamót. Landsstýrið kann ikki bara halda fram sum um einki [...] hevur staðið á odda fyri samráðingunum, heldur um gongdina og støðuna í løtuni. Tað er eisini vert at merkja sær, at hóast landsstýrisflokkarnir úteftir standa samdir, so eru oftani røddir frammi á tingi og [...] støðu. Verður val, so koppar javnvágin. Tá fæst ikki hetta landsstýrið aftur. Og hvar eru vit so spyr hann! - Tá hava vit einki fingið burtur úr, og tá koma javnaðarmenn og sambandsmenn, møguliga saman við
arbeiðstøkuna út. Tað vil siga, at parturin hjá býráðnum ikki eru tær 35 mió. krónurnar, sum býráðið setti av yvir 3 ár, men er nú komin upp á 42 mió. krónur. Býráðið tók jú undir við hesum, men hevði tú [...] sum eg nú royni at oyðileggja fyri teg. Eg vil enn einaferð undirstrika, at eg ikki eri ímóti, at umstøðurnar á Tórsvølli verða gjørdar betri. Tvørturímóti. Men her er neyðugt at halda fokus á tí, sum [...] aftur og aftur biðið teg Heðin Mortensen um, at vit seta okkum niður at leggja eina langtíðaríløguætlan og finna út av, hvat vit skulu, tí satt at siga eru ynskini so nógv, at tey kosta minst eina milliard
tvær ferðir. Í øllum førum um tú ætlar at deila myndina á sosialu miðlunum - tí tað hevur tú ikki loyvi til uttan víðari. Myndir við persónum á eru at rokna sum persóndata, sum merkir, at um tú deilir eina [...] politiovastin á. Hann sigur, at støðan kann blíva serliga ring, um avvarðandi kenna viðkomandi aftur, áðrenn løgreglan hevur fingið høvi at kunna tey. - Talan kann vera um fólk, ið eru komin sera illa fyri [...] kann stoyta fólk, sigur Steen Nørskov. - Vit løgreglufólk eru sett í heimin fyri at hyggja at møguligum lógarbrotum. Men so er tað tað etiska sjónarmiðið, sum vit ikki kunnu stýra beinleiðis við lóggávu
plaga at skipa fyri tiltøkum á norðoyastevnu. Og nógv meta, at tað ikki fara at koma so nógvir stevnugestir í ár sum undanfarin ár. Á norðoyastevnu eru nógv føst tiltøk, sum eru ár eftir ár, til dømis tivoli [...] málið uppaftur á fundi millum feløgini í dag ella í morgin. ? Hetta er sjálvandi eisini við tí fyrivarni, at vit vita slettis ikki, hvussu tað er við allari vøruni, um hon yvirhøvur er komin til landið, sigur [...] høvdu feløgini í Klaksvík tikið norðoyastevnu upp og tosa um møgulig undantaksloyvi. ? Vit tosaðu um tað, og vit spurdu tey, hvussu tey høvdu gjørt, um tað var Ólavssøka, greiðir Kristoffur frá. Hann sigur
gjøgnum fasttrack-skipana. Vit hava hoyrt í miðlunum, at útlendingar taka pening úr landinum og arbeiði frá vanliga føroyinginum, bæði á landi og á sjónum. Sum støðan er nú, høvdu hesi skip ikki siglt [...] uttan útlendskar manning á dekkinum. Tað mugu vit eisini ásanna. Vit, sum hava virkað í vinnuni í fleiri áratíggju, møta oftani ungum fólki, sum vilja royna seg sjóvegis, men oftani eru tað skip og bátar sum [...] Grotinum fer tað kosta 100 milliónir kr., at avtaka skattin á pensiónum. Vit skulu øll minnast til, at fleiri av hesum, sum eru pensionistar í dag, eru tey somu, sum í 90unum kempaðu fyri hetta land har. Nógv
Sonne hevur lætt sær á og givið ilt av sær. Flest øll onnur sita framhaldandi á rassinum, hendur í favn og ilskast á vánaliga málburðin. tað skal nógv til at fáa okkum at rassast. Nú er leygarmorgun, og [...] oyruni, tá ið vit lurta. Havi kortini hug at nevna eitt ikki sørt skemtiligt dømi. Nú ein dagin í tíðindasending í útvarpinum, var fyrri stavurin a í havtasku málborin á sama hátt sum bókstavurin á flatfiski [...] móðurmálinum tykist at vikna líðandi. Nú er alt so ómetaliga kool og kekkað. Ein skilamður hevur sagt um óítøkiligar veitingar, at vit vita ikki, hvørjar tær eru, fyrr enn vit ikki fáa tær longur, hava mist tær