Mestsum allir stólarnir vóru upptiknir og benkurnir í høllini vóru fullsettir til árligu konsertina vóru kórunum frá sangskeiðnum. Heimamissiónin hevur skipað fyri sangskeið síðani 1978, og tað hevur altíð verið góð undirtøka fyri konsertini, sum sangskeiðið altíð endar við. Í ár var konsertin í høllini á Eiði.
Kórleiðari í ár var Ásbjørn Berthelsen av Strondum. Tá ið Sosialurin var á vitjan í Nesvík í síðstu viku, lat hann væl at venjingunum. Ásbjørn hevur vant uttan nótar við kórinum, og tað hevði gingið sera at læra sangirnar. Fólk vóru spent til konsertina, og fleiri lovaðu eina góða konsert.
Gott barnakór
Fyrst á pallinum leygarkvøldið var barnakórið. Barnakór eru altíð sera sjarmerandi, og hetta kórið var einki undantak. Børnini ikki einans sóu út sum einglar – tey sungu eisini sum einglar. Barnakórið í ár var eitt av teimum betru. Kórleiðarin, Mariann D. Poulsen og tónleikararnir vóru av Strondum. Ungu tónleikararnir dugdu væl, og kórleiðarin er komin væl frá sangvalinum. Eisini var drama til ein sang. Hetta riggaði sera væl. Børnini gjørdu tekin til summar sangir. Solistarnir kláraðu seg eisini sera væl.
Eftir góðu framførsluna hjá barnakórinum, kom stóra kórið á pallin. Tey byrjaðu við einum gomlum gospel sangi “When the Spirit of the Lord”. Í hesum sanginum sang kórleiðarin, Ásbjørn Berthelsen, solo. Hetta riggaði sera væl. Ásbjørn syngur væl, og hann megnaði væl at leiða kórið, meðan hann sang.
Fjølbroyttir sangir
Áhoyrarin fekk at hoyra lívligar sangir og róligar sangir. Sera fjølbroyt sangval og sostatt var tað nakað fyri allar aldursbólkar. Solistarnir kláraðu seg eisini sera væl. Har vóru nøkur óskrivað bløð, sum ikki hava roynt seg ofta fyrr sum solistar, men tey stóðu einki aftanfyri tey meira royndu. Beint tá ið kórið hevði sungið síðsta sangin, og áhoyrararnir klappaðu til eykanummar, fór streymurin í høllini. Teknikkararnir tustu runt fyri at fáa tað ordna. Tað ljóðaði, at ein høvuðstrygingin var farin. Kórið loftaði tó óhepnu støðuna væl, tá ið tey byrjaðu at syngja fest títt eyga á Jesus, og áhoyrararnir tóku undir. Hetta var ein vøkur løta, har ið stearinljósini í høllini veruliga komu til sín rætt í myrku høllini. Tað var eisini rættiliga súmbolskt við ljósi í myrkri.
Fyrireika næsta sangskeið
Súni Olsen úr Rituvík er við í sang og tónleikanevndini hjá Heimamissiónin, sum skipar fyri sangskeiðnum. Hann er sera væl nøgdur við konsertina.
- Vit meta, at tað vóru um 700 fólk til konsert. Vit eru stak væl nøgd við tiltakið og sera takksom um, at undirtøkan var so stór.
Súni sigur, at sangnevndin er longu byrjað at fyrireika sangskeiðið næsta ár:
- Vit hava fingið kórleiðara til næsta ár. Talan er um Maud Kofoed úr Danmark, sum er leiðari í kórinum "Vocation".
Samanumtikið ein góð konsert, og vit síggja fram til konsertina næsta ár.