um Herfølge finnur ein keypara, sum er sinnaður at rinda teimum ein prís, sum teir eru nøgdir við, og um hetta felagið er sinnað at gera ein sáttmála við meg, sum eg ikki kann venda mær frá, so eri eg sinnaður [...] somu søgu, sum tit høvdu havt, altso at tað var Herfølge, sum hevði givið til kennar, at teir vóru áhugaðir í at selja meg. Men søgan var vend á høvdið, og hetta havi eg merkt eitt sindur til. Fólk í Herfølge [...] hvussu langt sáttmálasamráðingarnar vóru komnar, og í øllum førunum var svarið hjá Jákupi Mikkelsen, at hann ikki visti meiri um hetta, enn tað, sum hevur staðið at lisið í donsku fjølmiðlunum. Skeiv søga
føroyingi at vinna høvuðsvinningin í Lotto og vinnarin var Janus Uldall á Skála. Ein kona í Norðoyggjum vann góða hálvaaðru millión á heysti í 1997, men tað var í Viking Lotto, sum er eitt annað spæl. Janus hevði [...] fyri at tryggja mær, at tølini vóru røtt, og tað gjørdi eg fleiri ferðir. Eg haldi tey hildu meg vera í ørviti, sigur Janus. Men líka hjálpti. Hann hevði enn trupult at fata at rætt var. So hann gjørdi [...] hann ætlar sær at brúka ein part av vinninginum til at gjalda fyri húsini, hann eigur á Skála. Hvat hann fer at brúka restina til, veit hann ikki enn. Tað er alt ov nýtt, hetta við øllum milliónunum.
tyranar, men sum góðir hirðar: Guð var hann hægsti, hann var stjórin ímeðan menniskjan var sett sum formaður yvir skabningunum. Guð skapti alt til at vera gott, alt var »Shalom«. Allir skabningar livdu saman [...] kunnleika til at døma um hvat var gott og hvat var ónt. Nú kundu tey sjálvi meta um nær tað var gott at gera nakað. Guð hevði sagt at tey ikki máttu eta av trænum, og tað var fyri teirra egna besta; men [...] hann? Hjá mær hendi tað soleiðis: Eg helt meg trúgva á Jesus, tí eg visti at hann var til (eg roknaði við tí). Mín moralski yvirbevísningur var sera nógv ávirkaður av kristindóminum; men tað var alt. Eg
burtur. Tað var einaferð ein maður sum kom inn til ein sálarfrøðing og greiddi frá, at hann ikki orkaði at liva meir. Hansara lív hevði einki virði; hansara arbeiði var meiningsleyst - hann var ikki glaður [...] so. Okkurt býr í øllum. Onkustaðni inni í tykkum er ein rødd sum sigur: Hetta er tað, eg haldi! Hetta eru míni virði! Hetta er mín áhugi - tað er hetta, eg vil! Tann sum ikki torir at lurta eftir røddini [...] til at fáa upplivingar av ymiskum slag. Tað verður ein góð barlast alt lívið. Og um tit nýta hesa tíðina væl, so fáa tit nakrar royndir, sum verða ein góð hjálp, tá tit koma hartil, at tit skulu velja hvørja
er eitt stórt listaverk, sum er komið burtur úr. - Eg gjørdi mær nógvar tankar, áðrenn eg fann út av, hvat eg skuldi mynda á teppinum. Tað var greitt beinanvegin, at eg vildi halda stílin, sum er inni í [...] ymiskt í sambandi við umvælingarnar. Bankin hevur ein Jubilæumsgrunn frá 1968, ið veitir stuðul til listaverk. Og úr honum fingu vit stuðul til hetta ávísa endamálið á 100.000 krónur eftir serligum forskriftum [...] síðani fekk Astrid Andreasen, listakvinna í Havn, eina bundna uppgávu frá Havnar Sjónleikarfelag. Hon var at gera eitt nýtt pallteppi. Teppið er liðugt, kom upp at hanga í gjár, og gestirnir á Føroyakvøldinum
læristaði. Hetta ger, at eg ikki havi heilt somu rættindi sum vanligir UC Berkeley studentar, men fái tó akkurát somu undirvísing, og hetta fyri um 30.000 kr, ístaðin fyri tær um 150.000 krónurnar sum ein vanligur [...] samfelag? Ein kann siga, at oyggjarnar eru ov smáar og fjarskotnar til nakrantíð veruliga at gera seg galdandi millum tey stóru. Eru jú bert ein prikkur á atlassinum, so fólk flest kenna ikki til hetta stað [...] tí skal ein út í verðina, so má leiðin liggja um Danmark,- ella møguliga Ísland um leiðin liggur yvir til USA. Hetta hevði nokk batnað um fleiri pengar komu til landið, og størri tørvur var fyri samferðslu
hesa ferð var fimm hundrað metrar longri, enn hann var í Klaksvík, har 10-mannaførini róðu fimtan hundrað metrar. Eysturoyingur legði fyri sum eitt óløgið, og tað var skjótt, at hann var komin ein góðan skut [...] um hetta. Havnarbáturin vann nógv fyrrapartin í sjeyti árunum. Í 1973 vunnu teir allar róðrarnar, men í 1974 mistu teir ein sigur ? tað var í Vági ? og í 1975 kiksaðu teir aftur eina ferð ? tað var í [...] toftini saman við Martini Venned, og harvið var hann leygardagin tann næsti at staðfesta, at sjúku menninir vóru komnir nóg frætt fyri seg, og hjá øllum øðrum var hetta sjón fyri søgn. Rúkandi spurtir Teir umborð
kemur, at býráðið í 1988 gjørdi av at veita ein líknandi styrk og boðaði landsstýrinum frá. Tað fyriliggur einki um, at landsstýrið hevur gjørt vart við, at hetta ikki bar til. Kontantstuðulin kom í gildi [...] Tað var miðskeiðis í november í fjør, at Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn, vanliga nevnt Foreldrafelagið, kærdi Tórshavnar býráð til Kommunala Eftirlitið fyri at gjalda út kontantstuðul til foreldur [...] avgreiða tær. Eg dugi væl at síggja, at ov long tíð er gingin, men tíverri hevur tað ikki eydnast mær at avgreiða tær so skjótt sum eg havi lovað, sigur Søren Pram Sørensen, á Kommunala Eftirlitinum á
HB-B68 2-5 (1-1) Hjá HB var tað, sum tað plagar at vera, tá føroyingar plagdu at spæla í DAI í Keypmannahavn. Bara níggju spælarar vóru í fyrstuni, so kom ein afturat, og so aftur ein. Tí er tað ikki sørt [...] skoraði við fløtum skoti, og so var tað bara ein spurningur, hvussu stórur sigurin fór at vera. Hjá havnarmonnunum gekk orkan undan, B68 fekk fleiri møguleikar, men tað var ikki fyrrenn eftir 70 minuttir [...] ar ivast í, um úrslitið var 6-3 ella 7-3. Dómaraseðilin sigur 7-3, og bólturin varð ikki givin upp aftur eftir síðsta málið. Tá var eitt sindur av ófriði, og í hvussu so er ein ? um tað vóru tveir fekst
seinast Til seinastu oyggjaleikirnar var føroyska svimjilandsliðið rættuliga ungt og óroynt. Nógvir av teimum royndaru svimjarunum sluppu ikki við, og hetta var uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til, at úrslitið [...] Høvdanum og Søren Olsen, hava bæði drúgvar royndir sum kappsvimjarar sjálvi, so óivað hava tey nógv góð ráð at geva liði sínum, sum skal til Gotlands at verja teir føroysku litirnar. Umframt at føroysku