Foreldrini svar innan eina viku

Kærurnar, sum ávikavist Foreldrafelagið og tveir pápar í Havn sendu Kommunala Eftirlitinum í fjør, verða avgreiddar í hesum mánaðinum

Tað var miðskeiðis í november í fjør, at Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn, vanliga nevnt Foreldrafelagið, kærdi Tórshavnar býráð til Kommunala Eftirlitið fyri at gjalda út kontantstuðul til foreldur uttan at hava lógarheimild. Tórshavnar býráð fekk rættiliga skjótt kæruna til ummælis og sendi lógardeildini í Tinganesi ummæli av kæruni fyri jól.

Nakað um somu tíð kærdu tveir pápar í Havn Tórshavnar býráð til Kommunala Eftirlitið fyri at umsita bíðilista, upptøku til dagstovn og dagrøkt í stríð við galdandi rætt. Tríggjar vikur eftir, at Kommunala Eftirlitið hevði fingið kæruna, sendi Løgmansskrivstovan kæruna til ummælis hjá Tórshavnar býráð og Almanna- og heilsumálastýrinum. Løgmansskrivstovan fekk svar haðani í januar.

Og hóast sjey mánaðir eru gingnir síðani, at báðar kærurnar komu á borðið hjá Kommunala Eftirlitinum í Tinganesi, og tey, ið kærdu, fleiri ferðir hava rykt eftir svari og hava fingið lovað skjótt svar, eru tær ikki avgreiddar enn.

Hví tekur tað so langa tíð at avgreiða tvær kærur, sum at sýnast til ikki eru so fløktar?

- Eg vil ikki siga, at tær eru so einfaldar. Høvuðsorsøkin til, at kærurnar ikki eru avgreiddar enn er, at lítil orka er at avgreiða tær. Eg dugi væl at síggja, at ov long tíð er gingin, men tíverri hevur tað ikki eydnast mær at avgreiða tær so skjótt sum eg havi lovað, sigur Søren Pram Sørensen, á Kommunala Eftirlitinum á lógardeildini í Tinganesi.

Nær kunnu tey, ið hava kært, vænta svar í málinum?

- Eg tori ikki at áseta nakra dagfesting, men tað verður í hesum mánaðinum, sigur Søren Pram Sørensen.

Úrslitið, ið Kommunala Eftirlitið kemur fram til viðvíkjandi kæruni hjá Foreldrafelagnum um kontantgjaldið, kann fáa ávirkan á, um gjaldið verður verandi ella tikið burtur - alt eftir um Eftirlitið gongur kæruni á møti ella ikki. Hin kæran, ið snúði seg um upptøkureglurnar, hevur longu havt ta ávirkan, at nýggjar reglur eru samtyktar í Tórshavnar býráð og koma í gildi so skjótt Dagstovnaskrivstovan í býráðsumsitingini hevur tikið eitt nýtt telduforrit í nýtslu. Sum skilst verður tað í heyst ella í seinasta lagi 1. januar næsta ár.


Higartil til fánýtis

Foreldrafelagið í Havn hevur til fánýtis fleiri ferðir munnliga og skrivliga heitt á Tórshavnar býráð um at taka kontantstuðulin til foreldur at smábørnum í aldrinum 6-12 mánaðir av. Býráðið sigur í ummælinum til kæruna, at tað metir seg hava heimild at útgjalda stuðulin vísandi til, at talan er um stuðul, sum verður veittur í ásannan av, at kommunan fyribils ikki megnar at útvega nóg nógv ansingarpláss eftir galdandi reglum. Afturat hesum kemur, at býráðið í 1988 gjørdi av at veita ein líknandi styrk og boðaði landsstýrinum frá. Tað fyriliggur einki um, at landsstýrið hevur gjørt vart við, at hetta ikki bar til.

Kontantstuðulin kom í gildi 1. juli í fjør. Á fíggjarlógini í ár eru 1,8 mill. krónur tøkar til endamálið. Foreldrafelagið hevur víst á alment, at kontantgjaldið er ikki nøkur loysn, men heldur hinvegin ein stuðul til svarta dagrøkt meðan bíðilistin til ansingarpláss í kommununi alsamt veksur. Ístaðin eigur Tórshavnar kommuna eftir tykki Foreldrafelagsins at brúka peningin til tiltøk, ið kunnu koma børnum í kommununi til góðar í fleiri ár framyvir.