hjálp, so áttu vit líka stóra æru sum teir fyri, at vit komu burtur úr tí. Vit vóru á Havnini 24. oktober. Tað var ringt veður heim. Tað vóru eini 10 vindstig í eini tvey samdøgur. Vit líka sum fylgdust [...] greiðir frá: “Vit gingu har og vistu einki. Men so møtti eg einum kvívíkingi, sum æt Zacharias Müller. Hann hevði verið skipari og var ógvuliga raskur maður. Vit møttust aftan fyri maskinrúmið, og vit søgdu líka [...] okkum fara at vita, um vit síggja nakað”. Vit fóru at hyggja at róðrinum og sóu beinanvegin, at úti í borðinum, har sum ketan gekk inn til stýrimaskinuna, var ein jarnstong komin inn í blokkaskivuna. Ein
á vitjan. Beinanvegin vit koma inn, og seta okkum niður við kaffiborðið, kemur Eydna við myndum, ið eru tiknar í Tanzania hetta seinasta árið. Myndirnar eru nógvar í tali, og eru tað mangar náttúrumyndir [...] tjóðina til kristindómin, tí 35 % av fólkinum á meginlandinum eru muslimar, og 30 % eru kristin. Í Zansibar, sum er ein partur av Tanzania, eru heili 99 % av fólkinum muslimar. Eydna sigur eisini í hesum [...] heldur Eydna Poulsen fyri, meðan vit fáa okkum ein kaffimunn í hugnaliga heiminum hjá Poulsen-familjuni á Strondum. Eydna er dóttir Vilhelm og Karlu Poulsen, sum ikki eru heima hetta mánakvøldið, Sosialurin
haldi, at vit eru heppin kortini, tí hygg at teimum. Tey hava allar limir og virka, sum tey skulu, so hvat so um tey skulu eta øðrvísi enn onnur. Tað eru so mong, sum hava tað verri enn vit, sigur Gunnleyg [...] Umframt, at tey eru systkin, so hava tey eitt annað í felag. Bæði eru sjúk, men tað sást ikki á teimum. Sjúkan hjá teimum kallast glykogenosis typa III A. Henda sjúkan er sera sjáldsom. Tað eru bert fimm børn [...] at tað verður til ov nógv. Og so er galið. Rundstykkir til dømis eta vit so gott sum ongantíð, tí tað er jú bara luft. Og køkur eta vit slettis ikki her í húsinum, sigur Gunnleyg, sum tó ikki dylir fyri
limi, ið hevur verið fyri órætti ella í aðrar mátar er komin illa fyri. Tað sama er galdandi fyri heilar manningar ella partar av manningum, ið eru sleptar upp á fjall ella komnar undir trýst frá reiðarínum [...] aftur sum nakar vinningur fyri limirnar. Vit føra eisini nógv rættarmál mótvegis tryggingarfeløgum, Almannastovuni, Als og øðrum myndugleikum, har fiskimenn eru komnir í knípu. Sum nakað nýtt bjóðar Fi [...] ikki áhugaverd hjá undanfarnu leiðslu í Føroya Fiskimannafelag. Men um bert viljin er til staðar, eru dømini mong um, hvussu eitt fakfelag sum okkara kann gera mun. Vinna flestu mál Lat meg nevna nøkur
undir við Ramsarsáttmálanum í 1975, men tíverri er onki Ramsarøki útnevnt enn. Havandi í huga, at vit eru ein tjóð, sum hevur livað av sjófulgi, er tað í evstu løtu, at stig verða tikin til tess at verja [...] olitikk Føroya, har Føroyar skulu skerja útlátið við 20% í 2020 í mun til útlátið í 2005. Føroyar eru nú við í eini tilgongd til eina komandi løgfrøðiliga bindandi avtalu á økinum. Kunngerð um ozonoyðandi [...] um dálkingarvandan av kloakvatni/spillivatni í vøtnum, áum og firðum. Kunngerðin tryggjar okkum, at vit í 2015 fáa reinar ári og løkir. Bunnkringskunngerð er sett í gildi, har krøv verða sett í samband við
Hon er kend fyri litfagru klæðini, fyri sorgblíðu løgini og so fyri røddina. Vit hava hitt Guðrið Hansdóttir, sum í vikuni gav fløguna »Love Is Dead« út. Hetta er fyrsta fløgan hjá songkvinnuni, við teirri [...] heilt sikkurt eitt press, henda fyrsta fløgan skal vera góð, sigur Guðrið. Ein blanda heild Á fløguni eru tíggju løg, og sambært Guðrið er hetta alt løg, ið snúgva seg um forhold millum fólk, ella kanska heldur [...] Hetta ger eisini, at fløgan er nokkso blandað, men tey somu ljóðførini verða brúkt, og upptøkurnar eru gjørdar sama stað, so hon heldur enn, at tað ljóðar sum ein heild. Egin bólkur Í januar, júst tá tað
stórum fótbóltstjóðum. Meiri enn so eru Føroyar áður eyðmýktar við 7-0 og 8-1 tapum ímóti gamla Jugoslavia, og tá ið tað eru fótfimir snillingar av Balkan, sum eru mótstøðumenninir, so er altíð vandi fyri [...] frá fyrstu tíðini, eftir at Føroyar vóru farnar upp í altjóða fótbólt, tykist vera varðveittur ella komin aftur. Ímóti Serbia í gjár sást, at spælararnir ofraðu seg fult og heilt, og at ein arbeiddi fyri [...] men fluktarin eftir innleggið frá Símuni Samulesen fór dygst oman fyri handaru samankomingina. Og vit kundu hildið fram at nevnt møguleikar, tá ið eitt nú Christian Lamhauge Holst, Súni Olsen og innskifti
lønarvøkstrinum skal nýtast til eftirlønarendamál. Eitt dømi um hesa gongd, hava vit longu fingið. Beint sum sáttmálasamráðingarnar eru endaðar, verður byrjað at tosa um, at nú skulu ávís prosent av lønini krevjast [...] undir sáttmála-samráðingunum. Í seinastuni, tá ið tosið hevur snúð seg um at nú er í so stór ferð komin á føroyska búskapin, er ført fram, at ein møguleiki at tálma gongdina er at seta í verk eina tvungna [...] panina hjá viðkomandi borgara. Tað kann lýsast við at siga, at tann fólka- og avlamispensjón, sum vit í dag hava, er skapt av einari politiskari prosess, har løgtingið hevur givið borgarunum eina tilsøgn
kandidatarnir eru FS Vágar og KÍ. Hesi bæði liðini skuldu havt spælt síðsta vikuskifti í Vágum, men dysturin varð útsettur, tí boð komu úr Klaksvík um, at heilsustøðan var ikki so góð. Eftir tí, sum vit hava fingið [...] Gundadali, og skulu vit meta út frá avrikunum hesar síðstu ferðirnar, so skuldu góðir møguleikar verið fyri tí, men eingin veit, hvussu HB liðið fer at verða mannað, fyrrenn teir eru komnir á vøllin. Í [...] stríðast um rættin til beinleiðis uppflyting. At B36 hevur vunnið 3. deild ger, at teir so at siga eru kvalifiseraðir at flyta upp úr 4. deild. Liðið, sum tapir leygardagin, fær ein nýggjan møguleika at
sum kanska kundi birt upp undir eitt frægari kjak. Nú Vágatunnilin er komin, og Norðoyatunnilin verður verðuleiki um tvey ár, eru bert tvinnar rutur eftir av teimum stóru, nevniliga Suðuroyarleiðin og [...] lagsins, Gunnleivur Dalsgarð hevur áhuga fyri at seta seg inn í veruligu støðuna, sum Norðoyggjar eru í. Dúgvan og Ternan skuldu sigla Í august mánaði í fjør, tá Vágatunnilin varð latin upp, varð avgjørt [...] bilrøðirnar standa íðiliga eftir einum høvuðsvegi, nevniliga norðureftir Stangarvegnum, tí allir básar eru fullir. At ikki løgreglan hevur gjørt vart við hesa hættisligu gongd, undrar mangan. Skuldi "Ternan"