- Eg havi lært meg sjálva at kenna, heldur Eydna Poulsen fyri, meðan vit fáa okkum ein kaffimunn í hugnaliga heiminum hjá Poulsen-familjuni á Strondum. Eydna er dóttir Vilhelm og Karlu Poulsen, sum ikki eru heima hetta mánakvøldið, Sosialurin er á vitjan.
Beinanvegin vit koma inn, og seta okkum niður við kaffiborðið, kemur Eydna við myndum, ið eru tiknar í Tanzania hetta seinasta árið. Myndirnar eru nógvar í tali, og eru tað mangar náttúrumyndir at síggja.
- Eg havi verið á safari tríggjar ferðir hetta seinasta árið, eg havi verið í Afrika, sigur Eydna, sum leggur aftrat, at náttúran er pen og stórsligin. Men Eydna sigur, at tað týdningarmesta og besta við ferðini varð, at fólkini vóru so fitt.
- Øll tóku væl ímóti mær, og serliga børnini høvdu stóran áhuga í mær, tí eg sá so nógv øðrvísi út enn øll hini, sigur Eydna, sum búði hjá trúboðarahjúnunum Hera og Maluni Kjærbo. Hjúnini hava verið trúboðarar í Tanzania í síðani 1998.
Brúk fyri føroyskum lærdómi
Men tað er ikki bara sum at siga tað, at hava børn í fremmandum landi, har føroykst ikki verður tosað. Tískil mátti familja Kjærbo taka stig til, at børnini kundu fáa tann føroyska lærdómin, ið tey høvdu fyri neyðini. Og tað er her, at Eydna Poulsen kemur inn í myndina, tí tað varð hon, sum tók ábyrgdina sum volontørur í Tanzania fyri at verða lærari hjá Karstin Kjærbo, 7-ára gamli sonurin hjá Hera og Maluni.
Karstin skuldi í skúla seint á sumri 2002, og høvdu tey brúk fyri einum lærara til Karstin. Tá varð tað, at lýsing bleiv sett í Trúboðan, har sóknast varð eftir lærari til trúboðarasonin.
- Eg sá í bløðunum, at søkt varð eftir lærara at undirvísa føroyskum barni í fyrsta flokki, og skuldi hetta vera í Tanzania. Eg visti beinanvegin, at hetta hevði eg ógvuliga góðan hug til. Hetta varð akkurát eg, sigur ein smílandi Eydna.
Ókent land
Men eitt sindur av ótta lá alíkavæl aftanfyri, tí Tanzania varð eitt ókent land fyri Eydnu. Millum annað er Tanzania eitt av fátækastu londunum í heiminum, serliga tí AIDS ger so herviliga um seg. Tað búgva umleið 36 milliónir fólk í landinum, og er miðalaldurin bert 18 ár.
Men Tanzania hevur eisini nógv gott at bjóða uppá, og tað kann Eydna skriva undir uppá. Hon sigur, at Tanzania er eitt friðarligt land. ? Tað er ikki borgarakríggj í Tanzania, sum í so nógvum øðrum afrikonskum londum, sigur Eydna og leiðir tankarnar á Zimbabwe, har hvítir bóndur liva undir serliga ótryggum viðurskiftum, tí stjørnin í landinum bert vil góðtaka svartar bóndur.
Í Tanzania er høvuðsvinnan nevniliga jarðarbrúk, og eru 80 % av arbeiðsmegini at finna í hesi vinnuni. ? Tey allar flestu fólkini hava eitt petti av jørð, sigur Eydna.
Og nógv jørð er at taka av í Tanzania, tí landið er rættuliga stórt, einar tvær ferðir so stórt sum Kalifornia í USA. Landið rúmar eisini nøkrum kendum náttúrudýrgripum, m.a. Kilimanjaro-fjallið, sum við sínum 5,895 m er hægsta fjall í Afrika. Serengeti og Victoria Vatnið eru eisini at finna í Tanzania, og Victoria næststørsta vatnið í heiminum.
Kristindómurin í fyrstu røð
Men at síggja stórslignu náttúruna varð ikki høvuðsendamálið hjá Eydnu, tí hon hevði onnur hjartamál at taka sær av. Kristindómurin og undirvísingin av Karstini komu nevniliga í fyrstu røð, og tað varð altíð hetta, ið lá fremst í huganum hjá Eydnu.
- Eg vildi fegin gera nakað fyri Guð og hini, sigur Eydna, sum heldur, at við at búgva hjá einum trúboðarahjúnum samstundis sum hon undirvísir ein drong, tænir hon hesum endamáli væl. Eydna leggur aftrat, at kristindómurin lá til grund fyri hennara vali av arbeiði: - Tað skuldi verða gudiligt arbeiði, staðfestir Eydna, sum hoyrir til ungdómsmeinigheitina á Strondum, sum er partur av Heimamissiónini.
Men Eydna vildi ikki bert verða partur av Heimamissiónin; hon vildi eisini gera seg galdandi innanfyri Ùtimissiónini. ? Eg kendi kallið, sigur Eydna, sum hevur fingið stuðul frá meinigheitini til ferðina, bæði peningaligan og andaligan. Umframt hetta stendur hugurin hjá Eydnu til at ferðast, og varð tað tí upplagt at fara til Tanzania í kristnum ørindum.
Eydna helt leiðina út í stóru verð tann 3. juli í 2002. Fyrst fór hon til Danmarkar, har hon saman við DLM (Dansk Luthersk Mission) fyrireikaði seg til ferðina. Hetta gjørdi hon saman við øðrum ungum fólki, sum eisini skuldu verða volontørar.
Fyrireikingin stóð á í nakrar dagar, og so hildu tey ungu kristnu leiðina út í stóru verð, har tey skuldu gera sína ávirkan galdandi. ? Tað er týdningarmikið at lýta á Jesus, sigur Eydna, sum fyri einum góðum ári síðani byrjaði sína volontør-uppgávu í Tanzania saman við trimum danskarum.
At vera volontørur er at vera ein sjálvboðin arbeiðari. Eydna fekk kost og logi umframt eitt sindur av lummapeningi, men grundtankin í volontør-virkseminum hjá Útimissiónini er, at fólk gera tað av egnum vilja og fyri Guð.
Trupult at samskifta
Men tað er ikki altíð líka lætt at vera volontørur í einum fremmandum landi. Umframt at undirvísa 7-ára gamla Karsten, skuldi Eydna eisini verða saman við fólkinum í Tanzania, har meginparturin ikki tosar enskt. So tað kundi gerast trupult at samskifta við tey, tí tey tosaðu bert swahili, ið er mest brúkta málið í Tanzania.
- Eg lærdi meg at tosa nakað væl av swahili fortelur Eydna, sum eisini brúkti nógv kropsmál fyri at tey skuldu skilja hana.
Nógvir muslimar
Nógv arbeiðið er eftir at gera í Tanzania, um endamálið er at umvenda alla tjóðina til kristindómin, tí 35 % av fólkinum á meginlandinum eru muslimar, og 30 % eru kristin. Í Zansibar, sum er ein partur av Tanzania, eru heili 99 % av fólkinum muslimar.
Eydna sigur eisini í hesum sambandi, at tað er ofta trupult hjá trúboðarum at kunna um kristnu trúnna, og fáa fólk at taka við. ? Vanligt er, at tað gongur spakuliga við umvendingini, tí nógv tosing skal til, men tað er serstakliga lætt at koma í kontakt við fólk, sigur Eydna.
Men Eydna sigur, at tá fólkini eru umvend, kann ofta verða trupult, at fáa tey at útinna reinan kristindóm. ? Ofta hava tey lyndi til at blanda gomlu trúnna hjá sær upp í kristindómin, og er hetta ein trupulleiki, ið flestir trúboðarar kennast við, sigur Eydna, sum leggur aftrat, at fólkini sjálvi mugu vilja taka við Kristi.
- Tað er gott at koma heim
Eydna heldur, at hon hevur fingið serstakliga nógv búrturúr volontør-virkseminum í Tanzania. Hon sigur, at hon hevur lært seg sjálva betri at kenna. ? Eg dugi væl, at tilpassa meg eftir umstøðunum nú, sigur Eydna, sum eisini er glað fyri at koma heimaftur.
? Ja, tað er deiligt at koma heimaftur, og tað er stuttligt, sum fólk spyrja nógv um túrin. Fólk tykjast ógvuliga áhugaði í hesum her, sigur ein vælnøgd Eydna. ? Kanska er tað serliga stórur áhugi í meinigheitini, sigur Eydna, sum hevur verið í Trúboðanum og greitt frá túrinum.
Men hvat kann Eydna geva samfelagnum og meinigheitini her heima, nú hon er komin heim, spyrja vit Eydnu. Til hetta svarar hon, at boðskapurin til fólkið er, at tey skulu ikki stúra ella verða bangin. ? Ofta er man bangin fyri at fara út um landoddarnar ella at royna okkurt nýtt, men tað er ongin orsøk at verða bangin. Tað er bara at koma við einum opnum sinni, sigur ein glað Eydna, sum hevur hitt nógv fitt fólk í Tanzania.
- Øll tóku so væl ímóti mær, og tí varð tað skjótt, at ein fall til, sigur Eydna og leggur aftrat, at hon kundi gott hugsað sær at farið aftur til Tanzania. ? Jú, tað hevði verið ógvuliga stuttligt at farið og vitja tey aftur, sigur hon.
Spurd um framtíðarætlanir svarar Eydna, at hon fer til Danmarkar at lesa. ? Eg fari at lesa folkesundhedsvidenskap í Keypmannahavn, sigur Eydna Poulsen, sum væntar at fáa stóran ágóða av túrinum til Tanzania, nú hon fer til Danmarkar. ? Jú, tað verður, sum áður nevnt, lættari at fella til, sigur Eydna við einum smíli.
Ein genta við móti upp á framtíðina.