felag settu okkum í samband við skúlaverkið, varð møguleikin fyri at fáa eitt samstarv í lag betri. Nú meir enn tvey ár seinni má Anne-Karen ásanna, at hennara vónir ikki gjørdust veruleiki. Tíverri hevur [...] nevndir. Tað tykist, sum um hesir næmingar bara eru gloymdir, sigur Anne-Karin. Mistir møguleikar Fólk við lesi- og skrivitrupulleikum eru ikki tey, ið rópa harðast. Tað er jú ikki serliga langt síðani [...] sum ongantíð fingu eina útbúgving, tí ongin gav sær far um teirra trupulleika. Eg sigi ikki, at øll skulu hava eina útbúgving. Men tey, ið hava hug og hegni til tað, eiga at hava møguleikan. Hesin møguleiki
seksuella orientatión. Tá kvøldið er liðugt, fer hann heim við konufólki. Tann føroyski Beckham Ber nú til at eyðmerkja teir føroysku metroseksuellu? Trupult. Maður varð nevndur við navni áður: David Beckham [...] eru mangan at síggja í býnum. Í penum klæðum. Í tráð ta metroseksuellu hugsanina. Men tað eru fleiri fólk, sum eru í býnum í penum klæðum. Hetta er ikki serliga sannførandi próvførsla. Og tó, um vit leggja [...] solarium. Er tann føroyski Beckham at finna í føroysku 1. deild? Okkurt bendir á, at tað er her, vit skulu leita eftir tí føroyska metroseksuella manninum. Leikapiltar í Havn Teir gera tað, sum teimum lystir;
ikki hvør maður, sum hættar sær so høgt upp, minni enn so. Hetta er nevniliga nógv, nógv hægri enn fólk, sum ikki hava roynt seg í hæddum, yvirhøvur duga at ímynda sær. Haraftrat kemur, at Fríðrikskirkjan [...] so nógv um tað, men eg visti, at hetta var eitt stórt arbeiði, sum gerast skuldi. Eg hevði fingið fólk at hjálpa mær og hevði kannað møguleikarnar at leiga vognar og kranabilar til endamálið. So, eg átók [...] góðum treysti. Hendan morgunin, Sosialurin vitjaði, segði Marne, at tað kortini kendist sum ein lætti, nú arbeiði var komið undir land. Enn vóru nakrir snøklar eftir, men tað stóra arbeiði var fingið frá hondini
kanning í Føroyum, sum vísti 12,4%. Ein greið ábending um, at úrslitið er rættvísandi er, at tá, ið fólk í kanningini vóru spurd, um tey kendu seg vera hildnan uttan fyri felagsskapin á arbeiðsplássinum [...] happarar. Trupulleikar sleppa at vera óloystir Tey allarflestu, ið svaraðu, siga seg vita hvønn tey skulu venda sær til, um tey ella ein starvsfelagi verður happaði ella illa viðfarin á arbeiðsplássinum. [...] ar við arbeiðsumhvørvinum, sum skal takast í allarstørsta álvara. Tí er tað týdningarmikið, at vit nú hava eina kanning, sum staðfestur, at trupulleikin við happing er líka útbreiddur hjá okkum sum aðrastaðni
at nú er tíð at gera upp við 30 ára drúgvu »anti-autoriteru« námsfrøðina, ella við øðrum orðum: Ovurkenslusama næstrakærleikan, møsnið, tvætlið, moralprædikurnar og alt hitt háfloygda fjasið. Nú er tíð [...] fluttu heimanífrá, valdu hjúnini Egelund at fara hvør til sítt. ? Tað var ótespiligt og harmiligt, men nú havi eg fingið mær eina aðra damu, og hon er flogskipari hjá Maersk? Føroyskar veitslur spennandi Hóast [...] nær tú ert heima aftur, og hvar tú fert at lenda tá tú flýgur á føroyaleiðini. Føroyska veðurlagið er nú einaferð soleiðis háttað, og hetta heldur hann vera stuttligt. Óstøðuga veðrið her um leiðir heldur
løgtingsvali í januar 2008. Tá vórðu 2.069 fólk spurd. Trupulleikin við kanningini, sum Sosialurin brúkti í blaðnum fríggjadagin er, at har vórðu alt ov fá fólk spurd, til at kunna gera nakrar niðurstøður [...] niðurstøður, sum kunnu sigast hava eitt haldgott fakligt grundarlag. Til kanningina spurdi Gallup 594 fólk. Kanningin og óvissur Um vit brúka Sambandsflokkin sum dømi, so gav kanningin Sambandsflokkinum 25% av [...] um, hvør er niðan fyri strikuna, og hvør er omanfyri. Hyggja vit at forsíðuni hjá Sosialinum aftur, nú valið hevur verið, so síggja vit eisini, at tað er júst í hesum bólkinum, at tað gekk galið: A: Bogi
hitta Jan og Lenu, eitt par, sum rópar seg swingarar. Hetta merkir, at tey bæði av og á hitta onnur fólk, sum tey fara í song við - saman. Eg verði ógvuliga vinaliga móttikin, tá eg tríni inn. Tað slær meg [...] men at Jan ikki var tað, áðrenn hann hitti hana. Hon hevur altíð eksperimenterað við ymiskum, eitt nú við nógvum ymiskum partnarum. Harafturímóti var Jan rættiliga óroyndur, tá tey komu saman. So tað er [...] rættiliga umfatandi í Føroyum, og at swingaramentanin er komin fyri at vera. Tey bæði vilja vera við, at fólk í øllum samfelagsbólkum eru at finna millum føroysku swingararnar, og at hetta hevur staðið upp á
púra náttúrligt, tí tað er meira vist, at vit øll skulu í kirkjugarðin enn, at vit fara ein túr í eina ítróttarhøll. Katrin Dahl greiddi frá, at fleiri fólk høvdu vent sær til kirkjuráðið við ynskjum um nýggjan [...] Hvørt ár verða 100 til 120 fólk jarðað í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Hetta krevur, at eitt nýtt øki á 530 kvatratmetrar verður lagt afturat hvørt ár, og mett verður at um fimtan ár verður tørvur [...] kommununa, men hóast kirkjuráðið fleiri ferðir hevði heitt á býráðið, so er einki hent í málinum. Tí varð nú skipað fyri borgarafundi. Fyri at seta skubb á. Fleiri møgulig kirkjugarðsstøð Kirkjugarðurin við
samleika sum fólk. Paulus svarar hesum spurningi í Rómverjabrævinum, har hann skrivar, at Gud ikki angrar sínar náðigávur og sítt kall (Róm. 11:29). Hóast Harrin stundum hevur revsað fólk sítt, tí tey [...] mannaættina víðari og at bjarga øllum djórasløgum eftir syndaflóðina. 3. Gud valdi Ábramham millum øll fólk jarðarinnar at verða ættfaðir hjá jødiska fólkinum og til ? gjøgnum børn síni ? at bera signing til [...] óndi aftur við mótsigan. Rættari sagt: Tað, sum Gud elskar, hatar Satan ? og øvugt. Kærleiki Guds til fólk sítt ? herí er íroknað samkoman í nýggja Testamenti ? er endaleys. Sama er at siga um hatur Satans
vápn eru nú bannað í fleiri londum í Vestur-Evropa og Kanada. Amboð, sum USA útflytir og sjálvt nýtir, so sum beinleinkir, tumlajørn, elektrosjokk vápn og piparsprænur, føra lættliga til, at fólk verða pínd [...] á: 1.Umfatandi løgregluharðskapur: Nú er løgregluharðskapur vorðin ein so stórur trupulleiki í USA, at fleiri milliónir dollarar á hvørjum ári verða latnir til fólk, sum eftir øllum at døma hava verið [...] aftur í amerikanskari lóg. Eitt dømi um hetta er bannið móti at avrættað fólk yngri enn 18 ár. Tað er eisini komið fyri, at fólk, hvørs rættindi hava verið brotin, ikki hava fingið loyvi at venda sær til