Fríggjadagin, dagin fyri løgtingsvalið, hevði Sosialurin á forsíðuni myndir av øllum teimum, sum ein veljarakanning hjá Gallup segði fóru at verða vald á Løgting leygardagin.
Út frá veljarakanningum at spáa um, hvør kemur í parlamentið ella í okkara føri løgtingið, er sum so ikki heilt óvanligt. Hetta varð eisini gjørt í Føroyum í døgunum undan seinasta løgtingsvali í januar 2008. Tá vórðu 2.069 fólk spurd.
Trupulleikin við kanningini, sum Sosialurin brúkti í blaðnum fríggjadagin er, at har vórðu alt ov fá fólk spurd, til at kunna gera nakrar niðurstøður, sum kunnu sigast hava eitt haldgott fakligt grundarlag. Til kanningina spurdi Gallup 594 fólk.
Kanningin og óvissur
Um vit brúka Sambandsflokkin sum dømi, so gav kanningin Sambandsflokkinum 25% av atkvøðunum, sum sambært kanningini gav 8 tinglimir. At gera ta niðurstøðuna er sum so fakliga í lagi, statistiskta óvissan er +/- 3,5% (áleið somu viðurskifti eru galdandi fyri hinar tríggjar stóru flokkarnir). Fyri smáu flokkarnar, t.d. Framsókn, sum í kanningini fær 5% av atkvøðunum, er statistiska óvissan góð +/- 11%.
Men tá so farið verður at býta tey umleið 150 fólkini í kanningini (25% av 594), sum søgdu seg velja Sambandsflokkin, á valevni hjá Sambandsflokkinum, tá gerst statistiska óvissan nógv størri og er væl omanfyri +/- 10%, hetta ikki minst galdandi fyri tey, sum hava ligið nær strikuni í stóru flokkunum. Tey valevnini í stóru flokkunum, sum sambært kanningini høvdu fingið 5% av atkvøðunum hjá flokkinum, kundu eins væl statistiskt sæð havt 8-9% ella 1-2%.
Hetta fær lesarin ikki nakra kunning um í greinini.
Gita rætt ella skeivt
Tey flestu av teimum, sum komu inn, høvdu vit ein varhugan av, at tað mundi fara at verða so. Men so var tað henda rúgvan av "kanska"-fólkum. Har niðurstøðan burtur úr hesum taldømum má sigast at vera púra meiningsleyst at gera sær metingar alment um, hvør er niðan fyri strikuna, og hvør er omanfyri.
Hyggja vit at forsíðuni hjá Sosialinum aftur, nú valið hevur verið, so síggja vit eisini, at tað er júst í hesum bólkinum, at tað gekk galið:
A: Bogi Andreasen varð ikki valdur hjá A, og Jákup Mikkelsen varð koyrdur út úr tinginum uttan at kunna koma upp á tal til tað ytsta mandatið. Rodmundur Nielsen og Joen Magnus Rasmussen lógu fremri enn tey 3, sum sluppu at býta ein rút fyri 8. mandatið.
B: Rósa Samuelsen varð koyrd út úr tinginum uttan møguleika so frægt sum at kunna kappast um ytsta mandatið. Eivin Jacobsen, ið ikki verður nevndur, lá væl framman fyri teir báðar, ið býttu 8. rútin. Tann eini av hesum, Terje Davidsen fekk bert 38 atkvøður og endaði á einum 20. plássi!
C: Her ivaðust tey ikki so frægt, at tey lótu tað standa opið um ytsta mandatið. Tað er merkisvert, tá ið hugsað verður um, hvussu stutt tað varð millum Rigmor Dam (270), Henrik Old (266), Eyðgunn Samuelsen (261) og Helenu Dam á Neystabø (258). Helena varð blakað út úr tinginum uttan at hava nakran møguleika. Eyðgunn varð givið eitt trygt 4. pláss.
D: Eingin slingur: Kári P. Højgaard. - Her er tað kanska serliga tað, sum er trupulleikin, at tey geva bert flokkinum ein lim, har tað alla tíðina hevur ligið og rillað, hvørt flokkurin fekk ein ella tveir. Og fekk flokkurin henda eina afturat, um Jógvan Skorheim ella Kristianna W. Poulsen so mundi taka tað stikkið - ella kanska fyrrverandi formaðurin Kári á Rógvi.
E: Hjá Tjóðveldinum góvu tey Annitu á Fríðriksmørk ein tryggan 5. sess, meðan tvey, ið vórðu vald, Kristina Háfoss og Páll á Reynatúgvu kappaðust um ytsta sessin við Óluvu Klettskarð. Tá ið av tornaði, reyk Annita út, meðan Kristina fekk eitt trygt 2. pláss.
F: Hjá Framsókn høvdu tey 3 fólk at kappast um 2. plássið, men tann, sum streyk avstað við sessinum, varð ikki nevndur yvirhøvur: Janus Rein. Og hann vann í grundini toluliga trygt. Tað sker í øllum førum í eyguni, at hann fekk 251 atkvøður, meðan Sámal Petur í Grund bert fekk 111.
H: Hjá Miðflokkinum fingu tey blakað Bill Justinussen út, sum varð afturvaldur. Og í staðin givið Miu av Kák Joensen ein kjans undir liðini á Karsteni Hansen. Bill fekk 427 atkvøður, Mia 63 á einum 6. plássi!
At ein slík forsíða selur, tað er neyvan nakar ivi um. Og tað er ivaleyst júst tí, at ein miðil válkar sær í eini so meiningsleysari forsøgn.
Men er tað rætt at gera so?
- Vit vita sjálvandi ikki, hvussu ein slík forsíða ávirkar valið. Møguliga bjargaði tað Jákupi Mikkelsen, Rósu Samuelsen og Bill Justinussen, at tey ikki prýddu forsíðuna. Møguliga avgjørdi tað lagnuna hjá Helenu Dam á Neystabø, at hon varð avskrivað í forhond. Og kanska var tað medvirkandi til, at Sjálvstýrisflokkurin varð 36 atkvøður ov stuttur til at fáa 2 umboð, at bert Kári P. Højgaard hevði ein møguleika. Tí veljarin velur taktiskt eins og tey, sum veljast skulu, vilja gera tað í øðrum viðurskiftum.
At veljarin skal hava møguleika at velja taktiskt, ber væl til at argumentera fyri. Men altavgerandi má so vera, at tað verður gjørt á einum forsvarligum grundarlagi, har tað er opið og klárt, hvørjar óvissur eru.
Gallup og Sosialurin hava longu staðfest, at tey raktu plett. Eg hugsi, at arbeiðspláss og miðnámsflokkar kring landinum, sum royndu at spáa um, hvørji fóru at verða vald á løgting leygardagin, kunnu siga, at tey raktu eins væl plett.
Munurin millum kappingar á arbeiðsplássum og í miðnámsskúlum og veljarakanningar er tó, at tað eina er git í spølni – hitt mugu vit kunnu seta krav um at fakliga grundarlagið er í ordan. Tað var tað ikki í kanningini hjá Gallup, sum var á forsíðuni á Sosialinum fríggjadagin.
Eiga at áseta rættningslinjur
Altjóða felagsskapurin fyri meiningakanningar, ESOMAR (The European Society for Opinion and Market Research), hevur rættningslinjur fyri hvussu stovnar og feløg, sum gera meiningarkanningar (eisini veljarakanningar), eiga at bera seg at. Hetta er rættningslinjur, sum eisini føroyskir stovnar og feløg, sum gera slíkar kanningar, áttu at tikið til sín.
Leinkja til “ESOMAR International Code of Practice for the Publication of Public Opinion Poll Results” er her: HYPERLINK "http://wapor.unl.edu/pdf/ESOMAR_Codes&Guidelines_OpinionPolling_v5.pdf"http://wapor.unl.edu/pdf/ESOMAR_Codes&Guidelines_OpinionPolling_v5.pdf
Eins og ESOMAR hevur ásett rættningslinjur, tá meiningakanningar verða gjørdar, so hevur bretska BBC eisini ásett rættningslinjur fyri hvørjar skyldur teir sum fjølmiðil hava, tá meiningakanningar verða gjørdar og úrslitini løgd fram. Eisini her áttu føroyskir fjølmiðlar at tikið hesi viðurskifti til sín og ásett rættningslinjur fyri hvørjar skyldur tey hava, m.a. tá úrslitini frá meiningakanningum verða løgd fram.
Leinkjur til BBC er her:
HYPERLINK "http://www.bbc.co.uk/editorialguidelines/page/guidance-polls-surveys-full"http://www.bbc.co.uk/editorialguidelines/page/guidance-polls-surveys-full
HYPERLINK "http://www.bbc.co.uk/guidelines/editorialguidelines/page/guidelines-politics-practices-opinion"http://www.bbc.co.uk/guidelines/editorialguidelines/page/guidelines-politics-practices-opinion