Grønlandi. Hvat var tað besta, sum hendi í 2023? - At tað gekst familjuni væl í árinum, og at B68 fekk eitt ár aftrat í bestu deildini. Hvat var tað keðiligasta? - At B68 tapti steypafinaluna. Gevur tú eitt ný [...] Eg havi góðar vónir og vænti góðan fiskiskap og gott veður - og so vóni eg sjálvsagt eisini, at tað fer at gangast øllum væl, sigur Alberg Gaardlykke.
Tað var í sambandi við, at ein bilur var farin út av Froðbiarvegnum, at løgreglan fór á ein bústað og handtók ein persón, sum er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Bilurin lá á liðini við síðuna av vegnum [...] eisini ein trupulleiki. Í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur hevði koyrt á grót, sum lá á Kunoyarvegnum. Bilurin fekk so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt víðari og verður fluttur av staðnum [...] staðnum í morgun. Eisini í Eysturoyartunlinum var grót á vegnum. Løgreglan fekk gjáranáttina fráboðan um, at grót var rapað úr tunnilsvegginum og lá á vegnum.
styrkja um verjupartin hjá okkum. Hann hevur eisini førleikar at bæði spæla á bakkinum og verjukenda miðvøllinum. – Vit gleða okkum at síggja at síggja meira til Diaby í gula búnanum, skrivar NSÍ á Facebook [...] senegalesin, sum hevur sín uppvøkstur í Spania, kom til Runavíkar í januar mánaða at royna seg. Hetta hevur hann gjørt so mikið væl, at sáttmálið er skrivaður fyri 2025. Diaby er komin beinleiðis úr Logrono la
Føroya vænta tey, at fleiri frystilínuskip fara at loysa teir næstu dagarnar. - Streymurin verður brúkiligur, men harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður hampiligt. Lagt verður aftrat, at fleiri útróðrarbátar [...] Eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap og kemur væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni. Tað eru bara tvey størri ísfiskalínuskip eftir í flotanum, harav annað skipið ikki hevur verið so virkið leingi [...] útróðrarbátar helst fara at loysa í vikuni, og fiskiskapurin hjá útróðrarbátum hevur verið brúkiligur.
Freistin at søkja er 25. februar 2025. Umhvørvismálaráðið skrivar, at til Endamálið eru settar av 1,3 mió. kr. Endamálið við stuðlinum er at útvega vitan og royndir við atliti at alternativum grønum o [...] orkumøguleikum. Tí fáa kommunur, felagsskapir og privat feløg møguleikan at fremja verkætlanir saman við Orku á Umhvørvisstovuni og/ella Jarðfeingi. Talan kann eitt nú vera um kanningar, skjalfesting og
Endamálið við fundinum er at øll viðkomandi sjónarmið verða hoyrd, soleiðis at avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini verður tikin á mest møguliga upplýstum grundarlagi. Møguleiki verður at seta fram spurningar [...] byggingini á havnalagnum hjá P/F Varðin Pelagic. Tvøroyrar kommuna bjóðar øllum áhugaðum borgarum at verða vælkomin at møta til ástaðisfundin, skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo.
yvirtjóðarligan valdsmiðdepil at gera - so flott fíggjaður av italskum skattgjaldarum, skrivar Salvini. Her mælti hann til, at pengarnir, sum Italia gevur WHO, skuldu í staðin fara til "at stuðla teimum sjúku í [...] forsetanum, Donald Trump, sum fer at taka USA úr WHO. Trump-stjórnin skal eisini skrivliga boða ST-aðalskrivaranum frá afturtøkuni. Boðini hjá Trump fingu ES-nevndina at "stúra". /Ritzau/
ákærdur fyri at hava neyðtikið, vóru 13 ella 14 ára gamlar. Genturnar, sum hann ákærdur fyri at hava samlegu við, vóru 12 og 14 ár. Maðurin er eisini ákærdur fyri blygdanarskemd, fyri at filma eina gentu [...] 21 ára gamli maðurin er ákærdur fyri neyðtøku, neyðtøkuroynd og fyri at hava samlegu við tvær gentur, sum vóru yngri enn 15 ár. Tað skrivar Kringvarpið. Í einari ákæru er maðurin ákærdur fyri minst fimm [...] gentu og fyri at lata øðrum ritalin. Lesið meira hjá kvf.fo
á Draganum. MRCC siga tey, at skipið lekur ikki, men enn hava kavarar ikki verið niðri, og tí er í løtuni trupult at siga, hvussu fast skipið stendur. Lagt verður aftrat, at tað er gott veður á leiðini [...] umleið einum tíma síðan fór træseglskipið Dragin úr Klaksvík á Flesjarnar á Tangafirði. MRCC veit at siga, at ein skúlaflokkur var umborð á skipinum, tá tað gjørdist fast á Flesjunum. - Ein útróðrarbátur,
verjumálaráðið upplýsir í dag, at ein russisk drona helst hevur verið í rumenskum loftrúmi í nátt. Hetta var ein russisk álopsdrona, sum var á veg móti Ukraina, veit Reuters at siga í morgun. Verjumálaráðið [...] ið í Ukraina sigur, at dronan helst var í rumenskum loftrúmi í tríggjar minuttir. Í samband við hendingina vórðu fýra rumensk jagaraflog send avstað at verja rumenskt loftrúm. Tíðindini úr Rumenia um russisku [...] russisku dronuna verða sett í samband við russisku álopini á ukrainska býin, Izmail, í nátt. Sagt verður, at trý fólk lótu lív í álopinum á Izmail, og 14 fingu løstir, siga myndugleikarnir í Ukraina.