Tað var í sambandi við, at ein bilur var farin út av Froðbiarvegnum, at løgreglan fór á ein bústað og handtók ein persón, sum er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Bilurin lá á liðini við síðuna av vegnum.
Grót á vegnum er eisini ein trupulleiki. Í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur hevði koyrt á grót, sum lá á Kunoyarvegnum. Bilurin fekk so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt víðari og verður fluttur av staðnum í morgun.
Eisini í Eysturoyartunlinum var grót á vegnum. Løgreglan fekk gjáranáttina fráboðan um, at grót var rapað úr tunnilsvegginum og lá á vegnum.











