Dragin lekur ikki

- Ein skúlaflokkur var umborð í Draganum, tá skipið tók í botn við Flesjarnar, veit MRCC at siga

Fyri umleið einum tíma síðan fór træseglskipið Dragin úr Klaksvík á Flesjarnar á Tangafirði.

 

MRCC veit at siga, at ein skúlaflokkur var umborð á skipinum, tá tað gjørdist fast á Flesjunum.

 

- Ein útróðrarbátur, sum var á leiðini, tók næmingarnar umborð, og tríggir av manningini eru eftir umborð á Draganum.

 

MRCC siga tey, at skipið lekur ikki, men enn hava kavarar ikki verið niðri, og tí er í løtuni trupult at siga, hvussu fast skipið stendur.

 

Lagt verður aftrat, at tað er gott veður á leiðini, og tað er eingin vandi við teimum, sum eru eftir umborð í træseglskipinum.

 

##med2##

 

##med3##