vi í fleiri ár, um at gera eina brandmeting og meting av samskiftisdygdunum hjá formonnunum í politisku flokkunum. Per Højgaard tekur fyrivarni fyri, at hann ikki hevur havt høvi at gera eina systematiska [...] stjørnum) Ein stjórnarleiðari eigur at vera eitt sterkt politiskt brand. Tað er Kaj Leo Johannesen ikki enn, og tí hevur hann her eina avbjóðing. Vert er tó at vita, at leiðarar verða vigaðir á øðrvísi skál [...] føroyskum politikki. Tá væl liggur fyri, fær hann politiskt handverk og samskifti at spæla væl saman. Vandin við rutinuni er, at hin rutineraði slær autopilotin til. Tað hepnast sjáldan væl. Í tí sterka sj
Í sambandi við at vit í mars og apríl fylla 45 og 50 ár, halda vit felags føðingardag í Eydnuni á Oyrarbakka 10. apríl kl. 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at boða frá á tlf. [...] Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja ella senda sms til telefon 211988, ella við t-posti til [...] 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603
Aristide, ið annars plagar at vera trygdin sjálv í verjuni hjá AB, gjørdi sín lívs brølara, tá hann í 70. minutti legði bóltin aftur til málverjan hjá sær, Tórð Thomsen. Støðan var at byrja við púra vandaleys [...] saman at spæla bóltin frá sær, og brádliga var hann umgirdur av B36-arum. Tá hann so endiliga spældi bóltin frá sær, var tað við einum dukkufreti av einari afturlegging, sum var so neyðarslig, at bólturin [...] Man roynir at søkja kjansin, og tað gjørdi eg so eisini hesa ferð. Aristide legði nokk so spakuliga aftur og Tórður var eitt lítið sindur ov seinur út. Tað sá eg áðrenn, so tað var bara at liggja framvið
Vit síggja av tí, sum Paulus lærir, at hann ikki bara lærir um frælsið, sum vit eru í sum trúgvandi, men at hann lærir fleiri ferðir um hetta, at vit mugu hugsa um onnur menniskju, sum hava eina aðra fatan [...] Guds! Og í kap. 8 í sama brævi sigur hann: Nú, viðvíkjandi at eta kjøt av avgudaofrum, so vita vit, at eingin avgudur er til í heiminum, og at eingin Gud er uttan ein. - ...........Tó, henda kunnskap hava [...] til, at hetta frælsi tykkara verður ikki hinum veiku til ástoyt! Tí sær onkur teg, sum kunnskap hevur, sita til borðs í avgudahúsi, kemur tá ikki samvitska hansara, ið veikur er, at fáa dirvi at eta a
galdandi, at kappingin er ógvuliga hørð, sigur Debes Petersen. Hann sigur, at kommunurnar eru rættiliga raskar at keypa føroyska framleiðslu, og tað eru føroyingar eisini í síni heild, tó at hann sigur [...] reinsievnis framleiðaran er tað gleðiliga hent, at útflutningurin er í vøkstri. - Ja, tað er hann. Vit hava havt nóg mikið at gera higartil í januar og februar við at flyta vøru út og tað er nóg mikið fram til [...] til, at felagið bleiv kroyst, men við nógv økta útflutninginum fyrst í hesum árinum og teirri sannroynd, at fleiri av virkjunum hjá fyrrverandi fiskavirking skjótt eru í framleiðslu aftur, ger, at nú sær
veiðimonnunum fyri at varðveita løtuna í framtíðini. Sætta myndin hevur tíðina sum tema. Tað at føroyingar geva sær góðar stundir. Eitt fyribrygdi, sum kemur av, at vit eru bundin at náttúruni og mugu laga [...] biðin um at greina út, hvussu vit suldu branda Føroyar, var kapping skrivað út at gera ein faldara, sum skal lokka útlendingar til Føroya. Sansir vann kappingina, og nú liggur faldarin klárur at senda út [...] út. »Simon Anholt sigur, at fólk áhugað í fólkum. Hann meinar, at flestu lond og býir ofta gera ein stóran feil við bara at vísa á deyð ting so sum bygningar og fjøll, tá fólk í roynd og veru eru mest áhugað
komu at kenna, og verða góð við, og sum var ein persónur, sum vit hildu, at vit altíð høvdu kent. Vit minnast flogbóltin, tunnusláingina, jólaveitslurnar, føðingardagar og alt annað, ið vit komu at hava [...] ringir, og konan tekur hana. Skilti at tað vóru ring boð. Og so var. Andreas er deyður, segði hon. Aftur einaferð var tað, sum um alt steðgaði upp. Sjálvt um vit vistu, at hann var farin til Danmarkar álvarsliga [...] ferðir tosað um, at farið eina bussferð saman uttanlands. Sjálvandi var Andreas primus motor í hesum ætlanum. Hetta skuldi so verða av ongum. Aftur einaferð fingu vit eina áminning um, at vit ikki skulu
men fekk hann at vita, at um miðaltalið hjá næmingunum ikki lá omanfyri eitt vist (sett nakað høgt), so varð skúlin avtikin. Hetta hevði Fischer latið næmingarnar vitað og eggjaði teimum at leggja sær alt [...] Fischer tók stig til at stovna sjónamsskúlan í Klaksvík í 1947 og var stjóri har fram til 1975. Eisini var hann havnafúti í eitt drúgvt skeið. Sjónám hevði heitt á Livar Nysted um at mála ein málning, sum [...] og vítt frá um abban, sum var ættaður úr Gerðum. Hann fór sum ungur at læra til snikkara í Havn, men var ikki leingi har. Hann valdi at fara aftur til Klaksvíkar og síðani til skips, men tað gekk ikki væl
endaligu avgerðina um at fara at lesa gudfrøði tók eg í tíggjunda flokki, greiðir Hanus frá. Í STARVSVENJING Skúlaskipan okkara er soleiðis løgd til rættis, at tey ungu hava møguleika at fara í starvsvenjing [...] føroysku fólkakirkjuni. - Ja, eg slapp at vera í starvsvenjing hjá Sverra Steinhólm, sjúkrahúspresti. Har slapp eg at uppliva gerandisdagin hjá einum presti, og slapp at fylgja honum í teimum ymsu støðunum [...] minnast. Hann greiðir frá, at síðani hann var heilt lítil, var tað okkurt við kristindóminum, sum hugtók hann. - Tá eg sum smádrongur gekk í kirkju í Nólsoy, fekk eg hug at vera ein virkin partur av kirkjuni
kalendaran út, frá, at hetta fór at vera tann síðsti. Tá tað kom fram, at tann síðsti myndakalendarin kom út, høvdu fólk hug at tala at. – Ein kona hevur júst verið inni á gólvinum og sagt, at vit mugu ikki [...] vit vóru ikki so von við at síggja Føroyar úr erva. Nógvar myndir í nýggjasta kalendaranum eru eisini tiknar úr erva, men nú er ikki longur neyðugt at fara upp í tyrlu at taka myndir, tí hesaferð [...] Tað var á vári í 2009, at Jákup Andreas Arge og konan Solveig, lótu rættindini til Føroya Myndakalendara til Miðlahúsið at geva út. Tá høvdu tey latið 30 útgávur av kalendaranum úr hondum, og