Sosialurin hevur heitt á journalistin Per Højgaard, ið hevur arbeitt sum professionellur samskiftisráðgevi í fleiri ár, um at gera eina brandmeting og meting av samskiftisdygdunum hjá formonnunum í politisku flokkunum.
Per Højgaard tekur fyrivarni fyri, at hann ikki hevur havt høvi at gera eina systematiska kanning av floksformonnunum til tess at finna fram til teirra brandprofilar. Metingin niðanfyri er gjørd við støði í subjektivum eygleiðingum av formonnunum í almenna rúminum og í fjølmiðlunum yvir fleiri ár.
Til stuttleika fáa floksformenninir ein karakter í metingini av brandi og samskiftisdygdum.
Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin (3 av 5 stjørnum)
Javnaðarhøvdingurin er ein ”gomul rotta” í føroyskum politikki. Tá væl liggur fyri, fær hann politiskt handverk og samskifti at spæla væl saman. Vandin við rutinuni er, at hin rutineraði slær autopilotin til. Tað hepnast sjáldan væl. Í tí sterka sjónvarpsmiðlinum stendur Jóannes Eidesgaard seg ójavnt. Stundum brennur hann ígjøgnum sum ein debatørur av Guds náði. Stundum avdúkar kropsmálið vreiði ella ónøgd, og tað er onnur av tveimum deyðssyndum í persónligum samskifti. Í flestum førum slær Jóannes Eidesgaard ígjøgnum sum røðari. Hansara politiska brand er gott men eisini slitið.
Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin (2 av 5 stjørnum)
Ein stjórnarleiðari eigur at vera eitt sterkt politiskt brand. Tað er Kaj Leo Johannesen ikki enn, og tí hevur hann her eina avbjóðing. Vert er tó at vita, at leiðarar verða vigaðir á øðrvísi skál enn onnur. Kaj Leo Johannesen hevur verið í óhepnum fjølmiðlatilburðum og verið týðiliga kroystur fyri snurrandi myndatólum. Tí eru hansara politiski autoritetur og samskiftisliga gjøgnumslagskraft framvegis í veikara lagi. Stundum bleiktrar stjørnan kortini, og tá hómast eitt brand, sum higartil hevur verið heldur væl fjalt. Løgmaður er fram um alt sympatiskur, og tað skal ikki undirmetast.
Jenis av Rana, Miðflokkurin (3 av 5 stjørnum)
Formaðurin í Miðflokkinum kann lýsast sum ein góður ”segment-samskiftari”. Í fjølmiðlum talar hann beinleiðis við sítt veljarasegment um politisk mál av týdningi fyri júst miðflokkaveljarar. Hann talar eitt mál og brúkar orð og vendingar, ið hesin veljarabólkur kennir seg aftur í. Avbjóðing hansara er at samskifta við aðrar veljaratypur enn miðflokkasegmentið. Tá hann hevur loyst hesa uppgávu, hevur hann stutta leið til at gerast ein meira savnandi politikari heldur enn ein, ið umboðar ein avmarkaðan bólk. Brandið hjá Jenisi av Rana er sterkt, men har er eisini nakað at arbeiða við.
Høgni Hoydal, Tjóðveldi (4 av 5 stjørnum)
Formaðurin í Tjóðveldi er ”tann professionelli” samskiftarin. Við samskiftisútbúgving og royndum sum tíðindamaður spælir Høgni Hoydal samskiftisorglið meistarliga. Hann er dugnaligasti samskiftarin millum floksformenninar. Høgni Hoydal hugsar strategiskt og taktiskt og dugir væl at selja politikk. Viðhvørt missir hann fótafestið og fer um ósjónliga markið, har hann setur spurningarnar heldur enn at svara teimum. Tað kann tykjast ágangandi fyri summi. Høgni Hoydal er nógv frammi alment og í vanda fyri ”yvireksponering”. Politiska brand hansara hevur stórt virði, men slit sæst nú á tí.
Kári á Rógvi, Sjálvstýrisflokkurin (1 av 5 stjørnum)
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum er nýggjur í fomanssessinum, so trupult er at meta um hansara samskifti sum floksformaður. Politiska samskiftið hjá Kára á Rógvi higartil sum løgtingsmaður hevur verið merkt av ”signalforvirringi”. Hann er ungur og nýggjur í politikki, men stundum eru argumentatión og røður sum hjá gomlum politikara. Helst leitar Kári á Rógvi framvegis eftir sínum egna stíli, og tað kann ørkymla. Hinvegin er fáur stinnari í løgfrøðiliga stoffinum, og humoristiski sansurin ger eisini mun samskiftisliga. Kári á Rógvi er eitt veikt politiskt brand, men har er vakstrarpotentiali.
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin (2 av 5 stjørnum)
Politiskt blóð rennur í æðrunum hjá formanni Fólkafloksins, ið dugir sítt politiska handverk. Samskiftisliga leggur hann sær orðini væl, er skjótur í replikkini og kemur skjótt til sakina. Tað er gott í fjølmiðlum, har tíðindi skulu berast skjótt. Størsti samskiftisligi veikleikin er, at Jørgen Niclasen kann tykjast ”belærandi” og at tala niður til hyggjarar og lurtarar. Pallurin í uttanríkisráðnum gevur fjølmiðlatíð og sjónligheit, men Jørgen Niclasen fær ov lítið burtur úr pallinum. Politiska brandið, ið var sterkt áðrenn formanstíðina, tá Jørgen Niclasen millum annað umsat fiskivinnumál, er viknað.










