krónir, t.v.s. at hon varð trýfaldað eftir fýra árum. Sostatt er tað beinleiðis ósatt, at vit onga uttanlandsskuld høvdu, tá javnaðarflokkurin tók við í 1985. Og lat tað verða sagt beinan vegin, at tey somu [...] meðal skuldin í høvuðsheitum er vaksin frá ongum til 6 milliardir?«. Og her er tað at fíggjarnevndarformaðurin mistekur seg so tað stendur eftir. Hann sipar til tíðarskeiðið frá januar 1985 til januar [...] fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi sambandshøvdingi. Hann dugdi veruliga at sláa alt upp í glens. Í valskeiðnum frá 1978 til 1980 og uppundir løgtingsvalið í 1980 koyrdu hann og sambandsflokkurin nógv
Tá Jehova vitni boða hús úr húsi, er tað, tí eingin annar enn Jesus Kristus sjálvur beyð okkum at gera tað. (Matt. 24:14; 28:19, 20) Alt tað, Jehova Vitni trúgva, og lív teirra sum heild, tekur støði í [...] ikki, tað ber til at kristna eitt heilt land í senn, partvís tykist framferðarhátturin fyri 1000 árum síðani okkum ikki at vera í samsvar við Bíbliuna. Tá Føroya bispur í fjølmiðlunum sigur, at øll kristin [...] hava sagt ja, kann onkur skilja tað, sum Jehova Vitni eisini skulu vera við í 1000-árahaldinum. Tað ynskja vit við hesum at avsanna. Annars undrast vit kanska eisini á, at Sigmundur Brestison, sum ferðaðist
rtreytir og prísir verða regluliga endurskoðað bæði her og aðrastaðni. Síðani stóru broytingarnar hjá okkum í 1994/ 95 eru prísirnir t.d. fyri ferðir til Onglands og Allan Heimin lækkaðir og trygginga [...] hesum øki. Av tí at tað neyvan er rætt av okkum at svara hesum spurningi, verður í staðin upplýst: Vit hava sett okkum sum mál, at føroysku ferðatryggingar altíð skulu umfata alt tað feløgini kring okkum [...] Føroyum til eina og hvørja tíð hava. Her kundu vit nevnt alt tað, sum starvsfólkini á ferðamannastovunum á hvørjum ári fáa gjøgnumgingið á okkara skeiðum. Óivað fer hetta at fylla ov nógv her, og loyva vit okkum
megna ikki at brenna alt ruski sum kemur inn. Í Sosialinum frá 23/1 stóð aftur ein grein um umhvørvi og um hvussu nógv verður gjørt í teimum ymsu kommununum fyri, at tað skal verða so reint og ruddiligt [...] met). Tað nógva av tí ruski, sum kemur frá hesum fólkum og teimum skipum, sum sigla inn og út av fjørðinum, verður tveitt á sjógv uttan at kommunurnar gera nóg mikið, fyri at forða hesum. Alt tað sum flýtur [...] upp í blaðið tykkara og viðgjørt hann. Bygdarfólki hevur heitt bæði á okkara egnu kommunu og á Kongshavnar Havn um at fáa greiði á hesum, fyri okkum so týðandi máli, men tað er sum at sláa í stein, einki
fund við KÍ og har góvu vit teimum fullan stuðul, um KÍ ætlaði sær í gongd við skýlið. Tí tykist tað sera løgið, at JWJ nú skrivar, at Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð liggur í buktini, og vil eg við hesum [...] men tykist tað, sum at onki felag hættir sær undir byggingina, og tískil er einki skýli komið upp enn. Mín persónliga meining um málið er, at ein nevnd verður sett at arbeiða við málinum, og skal uppgávan [...] eisini tá, at tey ítróttarfeløg og frítíðarfeløg, sum ikki hava húspláss, koma við í ætlanina, og høli verða gjørd til tey undir skýlinum. Á tann hátt verður økið enn meira eitt ítróttar- og mentunarøki
Lat tað verða sligið fast beinanvegin, at fakfeløgini fara ikki at viðgera uppskot, sum liggja á hesum borðinum, sum hesir báðir nú komu fram við hendan dagin, ? og tað er eisini klárt og greitt boðað [...] síggja sær fyrimun og sum eisini gera sær dælt av, at ongar reglur eru á hesum øki, tað er ein annar spurningur. Hesi ynskja ikki skipaði viðurskiftir og síggja ein fyrimun í, at tað er tað reina kaos á økinum« [...] semju við arbeiðsmarknaðin. Og tað er at fegnast um. Men tað sum fyrst og fremst fekk meg til at gera hesa viðmerking, eru tey orð, sum løgtingsmaðurin Bjørn á Heygum kemur við í samrøðu við Dimmalætting
hevur fingið nokk, og ein dagin reisir hann seg, bustar moldina av hondunum og fer til verka. Og tað er ikki við mýkindum. Tað endar við drápi, og mitt í øllum rokinum, meðan áin floymir, og alt er ein ruðuleiki [...] Kongar eru borðaðir inn í síðurnar at halda, og tað er hesin veggur, sum typpir ánna í tí øgiliga áarførinum og far hana at koma upp gjøgnum øll rør og rivur og kummur og op. Her hevur hevndareingilin verið [...] skrivar sum hann, so lætt og so ramligt í senn. Hann hevur sín egna tóna og sín egna stíl, og tað er blivið so, at vit vænta okkum nógv og bíða í spenningi, tá ið tað frættist, at nú kemur hann við nýggjari
batnaður, og táttar nú í 100.000 tons aftur. Orsøkin til, at hetta ikki sæst so væl aftur í lønarútgjaldingum, er, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Men hann vónaði samstundis, at kunngerðin [...] arbeiði í 1997. Hann vísti eisini á, at í øllum Føroyum var arbeiðsloysið 23% tað ringasta árið í 1994. Síðani erarbeiðslysið støðugt minkað, og nú er tað millum 5 og 10%. Men hetta skal tó takast við [...] einum ávísum fyrivarni, tí lítið er at ivast í, at nógv av teimum, su meru farin úr ALS, eru ikki farn tí, at tey hava fingið arbeiði, men tí at tey kunnu ikki verða longri í skipanini. Nógv av hesum
Eftirlønargrunnurin hjá HA hevur nú 14 ár á baki og hann hevur síðani prógvað, at tað var rætt at taka hetta stigið, segði Karl Johansen á aðalfundinum. At almenna eftirlønin hjá teimum, sum hava fylt 67 [...] Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, um, at felagið hevði staðið fast um eftirlønargrunnin, hóast stóra mótstøðu. At tað var rætt at skipa okkara egnu eftirløn sæst best av, hvussu nógv fakfeløg [...] seinasta útspælið frá landsstýrismanninum, hvussu rætt tað var at HA skipaði sín egna eftirlønargrunn. Hann sipar til, at Kristian Magnussen ætlaði at skerja almennu eftirlønina hjá teimum, sum høvdu aðrar
hann hevur gjørt at taka málið upp politiskt sigur løgmaður, at tað er tí, at tað hevur gingið so stiltið at røkka einum úrsliti við vanligu samráðingunum. Hann leggur annars dent á, at tað alla tíðina hevur [...] møguligt at fáa málið uppá politiskt plan. -Tað er tað vit gera nú, men tað er ikki so, at vit harvið siga embætismannanevndini upp. Tað er framvegis hon, sum arbeiðir við sakini. -Men er tað ikki eitt [...] føroyskan formann, og tað eru vit føroyingar, sum avgera, hvat skal henda. Men talan er jú eisini um eitt uttanríkismál, tí talan er um at áseta mark, og kunnu danir hjálpa okkum, so er tað gott. Skal málið uppá