Eftirlønargrunnurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag betalti í fjør pensióneraðum arbeiðsmonnum í Havn 3,2 milliónir.
Á aðalfundinum í Havnar Arbeiðsmannafelag leygardagin fegnaðist Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, um, at felagið hevði staðið fast um eftirlønargrunnin, hóast stóra mótstøðu.
At tað var rætt at skipa okkara egnu eftirløn sæst best av, hvussu nógv fakfeløg síðani hava gjørt avtalu við arbeiðsgevararnar um eftirlønarskipan uppá sama máta, sum HA gjørdi.
Eftirlønargrunnurin hjá HA hevur nú 14 ár á baki og hann hevur síðani prógvað, at tað var rætt at taka hetta stigið, segði Karl Johansen á aðalfundinum.
At almenna eftirlønin hjá teimum, sum hava fylt 67 als ikki er nøktandi,vita tey best, sum bara hava hana at liva av.
Tí man lítil ivi vera um, at ískoyti, pensioneraði limir í HA fáa úr okkara egna pensjónsgrunni er kærkomin styrkur hjá mongum húski, segði formaðurin.
Ikki minst vísti seinasta útspælið frá landsstýrismanninum, hvussu rætt tað var at HA skipaði sín egna eftirlønargrunn.
Hann sipar til, at Kristian Magnussen ætlaði at skerja almennu eftirlønina hjá teimum, sum høvdu aðrar inntøkur omanfyri 89.000 krónur.
Hetta ljóðaði kanska skilagott, men vit halda, at er fyrst skjøtil settur á, er tann dagur ikki fjarður, tá ið skerjingin eisini fer at raka eftirlønirnar úr HA.
Tí hámarkið uppá 89.000 ber altíð til hjá skiftandi landsstýrismonnum at broyta.
94 fáa pensjón
Annars upplýsti formaðurin á aðalfundinum, at við árslok 1997 fingu 94 mans eftirløn úr grunninum hjá HA.
Í 1997 betalti grunnurin tilsamans 3,2 milliónir í eftirlønum
Síðani farið varð at betala úr grunninum, hevur hann betalt limum í HA góðar 15 milliónir í eftirlønum.
Yvir 100 milliónir
Annars upplýsir Karl Johansen, at Havnar Arbeiðsmannafelag er sera sterkt fíggjarliga.
Hann sigur, at verður eftirlønargrunnurin og sjálvt felagið tikið undir einumn, javnvigar roknskapurin við omanfyri 100 milliónum.