dagrøktina. Og hon er ikki í iva um, at tað er rætt at hava økislistar. - Tað er av alstórum týdningi, at barnið er í nærumhvørvinum og er millum hini børnini í grannalagnum. Tað er altavgerandi fyri trivnaðin [...] an hjá Katrini er at luta tey tøku plássini á stovnunum til børnini á bíðilistanum. - Høvuðsuppgávan hjá mær er at dagføra bíðilistan, at boða politikarunum frá, hvussu støðan er, og at tosa við stovn [...] Samstundis er tað tvingandi neyðugt, at bæði foreldrini arbeiða, tí tann eina inntøkan er ov lítil til at gjalda lánini. - Ert tú í læru ella gongur í skúla er tað eingin ólukka longur at fáa eitt barn
dagsskránni. - Sama dag sum eg fekk starvið, fekk eg at vita, at Bill Clinton kemur til Føroya. Hetta er ein góður møguleiki at marknaðarføra Føroyar, og hetta stendur fyrst á dagsskránni. Í mínum starvi hjá [...] útlendskar miðlar. So hetta er ikki fremmant fyri meg. Eg ætli at smíða, meðan jarnið er heitt. Eg kann sjálvandi ikki persónliga úttala meg, um hvussu vit fara fram, men tað er týdningarmikið at gagnnýta henda [...] sera væl. Tað kravdist tí okkurt heilt serligt, fyri at Elin skuldi siga farvæl til hetta starv. Sambært Elini er starvið í Vinnuframastovuni júst hetta. Elin hevur verið í Danmark í næstan 24 ár, men seinastu
síni frásøgn, so dugir hann at vera tað, uttan tó at virka guðsspottandi. Hansara filosofi er, at látur gevur betur atgongd til menniskjuni enn álvarsemi. Hann er førur fyri at húðfletta myndugleikatrúgvar [...] frásøgukynstur, sigur Eyðun, at Dario Fo megnar at siga frá djúpumog torgreiddum málum á slíkan hátt, at tað stendur klárt fyri áskoðarunum. Grovur í frásøgukynstri - Hóast hann ofta er grovur og blasfemiskur [...] rotinskapur er avdúkaður. - Hann er undangongumaður fyri at avdúka munturgølur Italia, og hevur gjørt græsrótarbeiði á hesum øki, sigur Eyðun Johannesen, sum í hesum viðfangi sigur, at hann er glaður vi
avgerðin er fólksins, og eg vil ikki ávirka hesa avgerð. Árni sigur, at við teirri útlegging av uppgávum, sum landið vil hava kommunurnar at umsita, er hann ikki í iva um, hvat rættast er at gera. - Vit [...] Árni Joensen, dylur ikki, at hann er fyri, at Oyndarfjarðar kommuna leggur saman við aðrari kommunu ? antin Fuglafjarða kommunu ella Runavíkar kommunu. - Men eg fari ikki at siga hvørji kommunu, eg helst [...] veita bygdarfólkinum somu tænastur sum aðrar kommunur, er hann ikki í iva um, at rættast er at leggja saman við eini størri kommunu. - Men velir fólkið, at Oyndarfjørður framhaldandi verður ein sjálvstøðug
eg haldi tað vera trist, at pedagogiska gandaorðið í fólkaskúlanum í dag er, at vit skulu niður á støðið, har næmingurnir er. Vit áttu heldur fyrst av øllum at lagt okkum eftir at toga teir upp, víðka teirra [...] verðsliga, og at vit harvið høvdu sent nøkur onnur og ríkari menniskju út í samfelagið. Tað er jú eitt eyðkenni fyri alla góða list, at hon er ikonisk, at hon letur dyr upp inn í ein størri heim. Tí er tað ongin [...] tykjast øll í bygdini onkursvegna at vera við til at heiðra bygdamannin. Sjálvur heldur Frits hetta vera at gera alt ov nógv hóvasták. Tí sjálvt um armrørslurnar eru stórar, er maðurin sera lítillátin, ja enntá
sum eina motivatión til júst at ganga minst tað, sum er neyðugt. Hann sigur, at honum framvegis dámar best, tá fetini nærkast teimum 10.000 um dagin, hóast summi siga, at minni kann eisini gera mun. (Í [...] fyri at halda teg sunnan? - Eg livi eitt vanligt lív - uttan at hugsa so øgiliga nógv um, at alt skal vera so sunt, tí nakar “heilsu-freak” eri eg ikki. Tað sigur Hilmar Jan Hansen. Hann vísir á, at tey [...] eftir klokkan 20 um kvøldið. - Hetta heldur vektini niðri og hjálpir upp á blóðsukrið, sigur hann. Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur? - Rørsla hevur nógv at siga, tí rørir tú teg ikki, so stirðnar
undir at taka koyrikort til lastibl. Kanska kundi hetta gerast lívsstarv hansara? Men gakk, hetta bar ikki til. - Eg fekk einki arbeiði sum lastbilførari, tí hetta arbeiðið jú er tengt at tí, at ein skal [...] Endamálið er at fáa hann at lýsa, hvussu gerandisdagurin er hjá einum deyvum føroyingi. Í kvøld fær hann sagt júst tað, sum hann ætlar - og júst so um hann ætlar. Kløkkaðist ikki Høgni er ein teirra sum [...] síðani siga frá, at maðurin altso stendur á brúnni. Annars heldur tann deyvi bara, at maðurin dettur niður í ánna, tí har er eingin brúgv. Meistarin lærdi seg teknmál Eftir at vera afturkomin av eftirskúlanum
Fuglafjørður: - Ahnoy, tað er einki at skriva um. Tosa heldur við mannin, Petur! Anna Larsen vil helst sleppa undan at siga nakað um stóra virksemi sítt innanfelags í ÍF. Hon hevur ? uttan stóvegis hóvasták [...] i, sigur hon, uttan at nakar farri av reypi og rósi liggur í tí. Heima og úti Áhugi hennara fyri ÍF er gamal, men sjálv heldur Anna, at hon var eitt sindur spentari fyrr enn hon er nú. Hon eigur sum vera [...] ítróttarfelagi er tað altíð ein spurningur um, hvussu væl ungdómsarbeiðið verður skipað, soleiðis at ein kann hava nýggj fólk at taka við, tá onnur fella frá. Í hesum máli heldur Anna, at her kundi ein
tað er forbankað hart at skula sita soleiðis og ikki sleppa til arbeiðis. - Eg meini so við, - eg eri jú bara 50 ára gamal, og havi góða sjónátúr og góðan hug at arbeiða. Men tað er ótrúliga hart at noyðast [...] viðgerð og nógv stríð fyri at koma fyri seg aftur, og soleiðis at hann kundi tryggja familju sína fíggjarliga, gjørdist Eilif líðandi so væl fyri, at hann kundi byrja at hugsa um at finna sær eitt arbeiði [...] eg so bara bíta í meg. So tú skilir, at eg mangan føli meg totalt óbrúkiligan, tí eg ikki fái gjørt tað sum eg vil. Eg eri alt ov ungur til at leggja stilt. - Hetta er eisini sera tyngjandi fyri meg og ikki
kann so eisini siga, at politiska arbeiðið onkuntíð er í so tungt og passar ikki so væl til mítt lyndi. Tað er ofta langt frá einum hugskoti til at føra tað út í lívið, og eg vil hava ting at henda skjótt [...] men eftir at eg hevði hugsað meg um, kom eg til ta niðurstøðuna, at eg kundi ikki siga nei til avbjóðingina, sigur Bárður Nielsen. - Hetta var ein stór og trupul avgerð, men hon er tikin. Eg taki meg tí [...] sleptur Vil tað siga, at tú sleppur ambitiónunum um at gerast floksformaður og løgmaður? - Eg havi fingið áheitanir um at stilla upp til formansvalið í Sambandsflokkinum, men eg havi hildið, at eg hevði ikki