ðharrin og formaðurin í flokkinum, Poul Nyrup Rasmussen og næsti maður hansara, Ole Stavad, møta á fundinum. Fyri føroyska javnaðarflokkin møta Jóannes Eidesgaard, nývaldi fólkatingsmaðurin og Marita Petersen [...] eins og næstformaður danska Javnaðarfloksins, Ole Stavad. Marita Petersen kom niður til Danmarkar við flogfarinum hjá Atlantsflog í dag, og klokkan 15:00 seinnapartin setturst Marita Petersen og Jóannes [...] - Bankamálið - Afturgjaldingin av skuld landskassans til statskassan - og ríkisrættarligu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar Borgarligu politikararnir í Føroyum hava skotið Jóannesi Eidesgaard í
vera við heilt frá byrjan og byggja upp vitan og royndir. Felagið fer at royna at fáa samstarv við útlendsk oljufeløg og samtøk, sum vilja vera við í eini útbjóðing við Føroyar. Tað ber til at tekna partapening [...] fjølmiðlunum, har tað verður greitt nærri og betri frá, hvat Atlantic Petroleum stendur fyri og hvørjar møguleikar tað hevur at bjóða føroyingum, tá gongd kemur á eina føroyska oljuvinnu sigur Kjartan Hoydal [...] lagdur á, at her er talan um eitt felag við føroyskum kapitali og áhugamálum. Kjartan Hoydal, nevndarformaður sigur, at nú er hetta so nýtt og tí hava fólk helst ikki havt stundir at geva sær fær um, hvat
neyðug stýrings- og eftirlitsamboð. Í avgerandi spurninginum um ES-limaskap ganga Føroyar og Danmark hvør sína leið. Danmark er í fer við at gerast heimastýrisøki í ES, meðan Føroyar vilja verða uttanfyri [...] verða. Og hesum hugsanum fer flokkurin at virka fyri í nevndararbeiðinum. Høvuðssjónarmiðið hjá Javnaðarflokkinum er, at nýggja skipanin skal staðfesta, at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt land. Og at so longi [...] øðrum økjum er gloppið ímillum føroyska og danska siðvenju og mentan blivið alt størri ? hetta ger seg m.a. galdandi á rættarøkinum, har donsk rættarvenja kemur í støðugt størri andsøgn til veruleikan
frá, at ongin fartur bleiv hesa vikuna og at finna eitt annað skip. ? Men nei. ? Og tað vísti seg eisini, at tá ið hann fer á sjógv aftur, hevur hann maskinskaða. ? Og eg segði við tey, at tað nokk skuldi [...] leygardagin og lata hann fara til Skotlands. Men á miðdegi í gjár var onki svar komið frá løgmanni um tað. Ein rupulleiki er, at Dúgvan liggur á Skála, og kann ikki taka siglingina upp. Og trupulleikin [...] møguleiki var at fáa gamal Svan, sum var á veg til Íslands, at venda við, og koma til Føroyar eftir fiskinum til Skotlands ístaðin. Og sjálvir arbeiddu útflytarar við møguleikanum at lata ein trolara sigla
Merkinum á stong og við áliti á okkum sjálvi og Várharra, fingu okkara fiskimenn dirvi og treysti til at fremja sítt verk. Men tað kostaði, bæði í mannalívum og ótta. Eirindaleysa kríggið og stríðið um at [...] vit eru sannførd um, at tann dagur kemur, tá ið frælsishugsjónin vinnur á ófrælsinum, og tá fer av álvara at grógva um gangandi fót her á landi. Ja, tá fer at spretta og spíra í hvørjum króki í landinum [...] kríggið var av, at skipa Føroyar sum frælsa tjóð. Afturhaldinum so líkt, vildi Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ikki hava nakrar serligar broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Sambandsflokkurin
handfaring av málinum og sigur tað meiri um teir sjálvar enn nakran annan. Jóannes Eidesgaard sum dugir at svarað fyri seg og tí ikki hevur fyri neyðuni at onnur tosað hansara vegna, fer ikki at hava sitandi [...] nakrað hjálp. Og Føroya fólk veit, at Javnaðarflokkurin hevur fólk sum vilja Føroya landi væl og sum er størsti garanturin fyri, at vit fáa eina leiðslu sum bæði torir at taka avgerðir og gjøgnumføra tær [...] Tí er tað av so stórum týdningi, at Javnaðarflokkurin kemur sterkur úr einum løgtingsvali, so vit kunnu uppbyggja álti og virðingina fyri Føroyum og føroyingum. Jákup Danielsen
fólkatingi - til at tryggja, at Føroyar og harvið allir føroyingar fáa eina góða loysn. Á henda hátt fái eg eisini danir at skilja álvaran í málinum. Bólturin liggur nú hjá dønum. Og so kunnu teir kalla meg jarnbrot [...] bæði Holger K. Nielsen, formaður í Sosialistiska Fólkaflokkinum og Pia Krismas Møller úr Konservativa Fólkaflokkinum hava sagt, at kemur eingin broyting í parlamentarisku støðuna í Fólkatinginum, so er [...] ? Mín leiklutur á fólkatingi stendur og fellur við bankamálinum. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at einki nýtt er í boðskapinum, hóast danska blaðið Aktuelt í gjár ger stóran háva burtur úr
samstarv við flutningsfyritøkur og uppboðssølur og skipini, sum landa fiskin og flyta hann av landinum. Hesi eiga øll at verða skipað sum sjálvstøðugar vinnur kring landið og óheftar av politiskum skipanum [...] matstovurnar og handlar kring landið, so føroyingar kundu notið gott av hesum. Tað er við stórum áhuga, at ein vil skriva um fiskiídnaðin, tá ið tað kemur ov lítið fram í kjakinum, tá ið nógvur fiskur fer ótilvirkaður [...] Tað hevði verið gott fyri føroyska slagið um fiski- og sjómansfamiljur fluttu heim aftur til Føroyar umframt tey, sum arbeiða á útlendsku virkjunum og at vit tí geva pláss fyri teimum. Tað eigur eisini
krónur, millum klokkan 6 á morgni og 10 á kvøldi, og 1 krónu millum klokkan 10 á kvøldi og 6 á morgni. Samtaluprísurin fyri GSM samtalur verður 3,50 á degi og 1,75 á kvøldi og um náttina. Hetta er munandi hægri [...] meðan tær komu til Føroyar í 1989. GSM skipanin kom í hinum londunum í 1992, men rættilig gongd kom ikki á fyrr enn í 1995. Nú kemur hon so í Føroyum, og tað merkir, at tað nú fer at bera til hjá okkum [...] túsund hvør. Prísurin fer niður Seinasta vár avgjørdi TFL at seta prísin á NMT 900 niður so líðandi. Í februar 1997 var miðalprísurin 3,75 krónur pr. minutt og eftir lækkingina sum kemur 1. juni verður mi
úr Danmark, at verkfallið byrjar mánamorgunin klokkan seks. Hetta verkfallið kemur at umfata umleið 400.000 fólk, og tað kemur at merkjast serliga væl á vanligum handilsvørum so sum mjólk. Lastbilførararnir [...] millum teirra, sum fara í verkfall. Eisini hjá bensinstøðunum fer verkfallið at merkjast. Teir sum koyra oljubilarnar fara eisini í verkfall og tí eru útlit til langar bilrøðir við donsku bensinsølurnar komandi [...] túsund teirra atkvøddu fyri uppskotinum. Tað er í løtuni eitt sindur óvist um samferðslan millum Føroyar og Danmark verður rakt av verkfallinum. SAS hevur lagt sínar rutur niður, men Mærsk ætlar at halda