hann politistur í Keypmannahavn, til hann 1. oktober 1986 varð settur sum polistur í Havn. Síðan 1. mars 1991 hevur hann arbeitt á kriminaldeildini.
Trond Mouritz Erlingsson, ættaður úr Fámjin, búsitandi í Svendborg, andaðist á Svendborg Sjúkrahúsi 5. mars, 82 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Fredens Kirke í Svendborg hósdagin kl. 14.
30. mars. Kvirinus, deyður umleið ár 120. Rómverskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
12. mars. Grækarismessa. Til minnis um tann tiltikna pávan, sum fekk navnið Gregorius hin Mikli. Hann doyði 12. marts ár 604. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Mikudagin 15. mars 2006 hevði Heini Klakkstein 20 ára starvsdag hjá Føroya Shell í Norðoyggjum. Heini hevur øll árini koyrt tangabil, men hevur eisini hjálpt til við oljufýrtænastuni.
Í dag, 5. mars fyllir Anna Askham í Havn 104 ár. Høvi verður at heilsa upp á hana á Ellisheiminum hendan dagin frá kl. 15.00-17.00
Í dag, 21. mars, er altjóða Down Syndrom dagur. Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin bjóða í hesum sambandi øllum til eina hugnaliga løtu á Reinsaríðnum í Havn millum klokkan 16 og 18.30. Tóra við Keldu [...] vóna at NÓGV fólk koma framvið. Nú er tað næstan blivin siðvenja hjá okkum at mála neglirnar bláar 21.mars fyri at stuðla degnum. Tað gleðast vit um, og tað fløvar. Aðrastaðni í heiminum fara tey í litfagrar [...] Tiltakið á Reinsaríðnum er ókeypis, og vit gleða okkum til at fáa nógv fólk á gátt í dag, hósdagin 21. mars millum kl. 16 og 18.30. Skrá Kl. 16.00 Dagurin verður settur Kl. 16.15 Tóra við Keldu, forkvinna í
Sum vant er framløga á skránni fyri løgtingsfundin í morgin 4. mars. Men hósdagin 5. mars er seinasta freist hjá landsstýrinum, løgtingsflokkunum og tingmonnum, at leggja fram nýggj løgtingsmál á hesum [...] málini. Hetta høvið fáa tit bæði á fólkatingsvalinum nú tann 11. mars og á løgtingsvalinum sum verður nakrar vikur seinni. Tann 2. mars 1998 Vilhelm Johannesen [...] mánaðin til ein stakan og einar 16.-17.000 kr. til hjún. Í tíðarskeiðnum frá 1. apríl 1993 til 31. mars 1994 vórðu øll inngjøldini, ið sambært lógini um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, skuldu fara í
Tíðindaskriv: Hóskvøldið 5. mars bjóða javnstøðunevndin og Femifagnaðurin øllum vælkomnum til framløgu, sofaprát og kjak um leiklutin hjá kvinnurørsluni í dagsins samfelagi. Áðrenn vit fara at viðgera [...] orðstýrari. Tiltakið "Er kvinnurørslan í dvala - ella í broyting?" verður í Perluni í Havn hóskvøldið 5. mars kl. 19-21. Øll eru hjartaliga vælkomin. Skrá: Kl. 19.00 Javnstøðunevndin bjóðar vælkomin Kl. 19.10 [...] Hentze, Tóra Effersøe Mortensen og Gunnhild Dahl Niclasen GG: Kvøldið fyri tiltakið, t.e. mikudagin 4. mars, sýnir Filmsfelagið heimildarfilmin frá 2024 ‘The Day Iceland Stood Still’ um søguliga kvinnuverkfallið
26. mars. Gabriel. Beint eftir mariumessu er nevndur høvuðseingilin Gabriel, sum ber tey góðu tíðindini. Navnið merkir guðsmaður. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)