og ognir í landinum. Vit taka stutt sagt ikki undir við at skipa Føroyar sum eitt jallaríki fyri tey fáu. Tí vil Tjóðveldi verja ogn Føroya fólks og menna nýskipanina til gagns fyri alt fólkið og burðardygga [...] sum hoyrir Føroyum til, er ein dystur um milliardir av krónum. Fyri ein stóran part byggir okkara vælferðarsamfelag á hesi virðir. Tí hava vit skyldu til at skipa okkum, so bæði samfelag og vinna fáa sum [...] rðir skapa stóran áhuga millum sterkar aktørar, sum slota eftir góðum og trivaligum bitum. Sterk áhugamál í leikinum eru eisini útlendskar fyritøkur, sum eiga í føroyskum feløgum. Tær óttast fyri at missa
Vit vilja skapa eitt samfelag, har rúm er fyri øllum, og har hvør einasti borgari fær møguleika at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og egnum ynskjum. Hetta er eitt av 8 hjartamálum, eg havi [...] og útbúgving, fyri tey, sum kunnu og ynskja tað. Vit vera noydd at kýta okkum munandi meira, fyri at koma á mál við hesum. Og gera skipanina einfaldari. Tað er ikki í lagið, at tað fyri foreldur er so [...] og nýggjum bústøðum kann nøktast. Og so mugu vit bara seta ferð á, og raðfesta hetta fremst í mun til aðra almenna bygging. Ein hurð Vit hava arbeitt fyri “tí góðu tilgongdini”, at tað skal bera til at
Útoyggjafelagið, har kann byrjast alt fyri eitt. Tilfarið liggur á heimasíðuni hjá Landsverk, undir Samferðsluætlan og Útoyggjar. Bústaðir skulu fáa fígging til alt fyri eitt at fara undir at tryggja, at tað [...] – Út frá áralongum arbeiðið fyri at menna útoyggjarnar, kann felagið staðfesta, at tað í Føroyum ræður eitt stórt atgerðarloysi. Tað tykist sum eingin megnar ella torir at taka tey stóru og neyðugu stigini [...] var leygardagin á Kalsoynni. – Støða setir tørvin á arbeiðnum hjá Útoyggjafelagnum í perspektiv. Vit kunnu bara staðfesta, at felagið ikki hevur megnað at steðga gongdini, men hinvegin, kann ongin uppáhalda
uppgávum og ymiskum postum. Øll skullu hava góð og trygg kor at liva og virka undir. Brúk er fyri øllum, og vit kunnu ongan vera fyriuttan. Ongin keta er sterkari enn veikasta liðið. Tað er ongin ivi um [...] tó altíð verða nøkur, sum ikki megna hetta vegna ymsar orsøkir og hesum skulu vit sjálvsagt taka okkum av. Soleiðis megna vit eisini betri at veita fullgóða hjálp til hesi. Alivinnan og fiskivinnan eru [...] amboðum, útgerð og tøkni. Annars gerast vit eftirbátur. Fólkaflokkurin gleðist um øll okkara dugnaligu vinnulívsfólk í øllum yrkisgreinum bæði á sjógvi og landi. Tey skapa virðir, arbeiðspláss, eru íverksetarar
geva fiskivinnuni støðugar karmar at virka undir, so tey kunnu vinna pening. Samstundis eiga vit eisini at tryggja, at landi fær pening fyri tað sjófeingi, ið Føroyar hava rættindi at veiða. Mín áskoðan er [...] týdning fyri bygdir, býir og tað fólkið, ið her býr, at fiskivinnan kann virka og mennast. Ein góð og sunn fiskivinna, er við til at uppihalda land og okkum, ið búleikast í Føroyum. Tí eiga vit at geva [...] landi er ført fyri at hava tær tænastur, ið fólkið hevur tørv á. Eitt nú tænastur sum sjúkrahúsverk, almannaverk og útbúgvingar. Tjóðveldi vil, at inntøkur frá brúksgjaldi, tað er leigugjaldi fyri at fiska
Fólkaheilsuráðið luttekur fyri at tryggja, at vit vera dagførd við nýggjastu gransking á økinum. Nordisk rusmiddelseminar (NRS) var á fyrsta sinni í 1984, og hevur síðani verið eitt felags árligt tiltak [...] rúsevnum og rúsevnismisnýtslu. Málið við NRS er at menna fyribyrgingararbeiðið í norðurlondum: · Skapa forum fyri fyribyrgingararbeiði og umrøða strategiir, hættir og ástøði. · Deila royndir frá fyribyrgingarátøkum [...] vísir á trý amboð , sum kunnu minka um søluna av alkoholi og hetta eru tey amboðini, vit í Føroyum brúka í dag og sum vit tí skulu vera varin við at broyta: atgongd, prísir og marknaðarføring. Tað er tó eitt
at tey sum starvast her, gera eitt sera gott og týðandi arbeiði. Tað er júst tí vit skulu geva betri karmar. Tað besta vit kunnu gera beint nú í mun til hetta øki, haldi eg vera : Betri hús og fleiri pengar [...] hjartamálum er nevniliga børn, og teirra møguleikar fyri at fáa eitt gott og trygt liv, ein góðan barndóm. - Tí tryggleikin er ein hornasteinur fyri menningini hjá barninum. Børn, sum ikki hava tað gott [...] gott og sum eru ótrygg eru børn í vanda. Eg haldi at tíðin er komin til, at vit geva Kvinnuhúsinum betri karmar. Húsið og harvið umstøðurnar eru ikki nøktandi. Á Kvinnuhúsinum , eins og í nógvum øðrum hjálpar
fleiri ritual, niðurskrivaðar bønir og fastir karmar í fólkakirkjuni, sum prestar skulu halda seg til. Hvítusunnusamkomur hava hinvegin meira fríari karmar og leggja stóran dent á heilaga andan. – Millum [...] vinkonum í tveir mánaðir til Gana at gera hjálpararbeiði. – Vit vistu um ein føroying, ið var í Gana, Jónhild Dunya, sum er gift við einum út Gana. Vit hjálptu til við ymiskum hjálpararbeiði, tey høvdu har. [...] Tað var læruríkt at vera har, og eg haldi, at eyguni vórðu latin upp fyri, hvussu fólk hava tað aðrastaðni úti í heimi. Vit upplivdu eisini, at fólkini í Gana vóru sera gestablíð, sigur Maria Summers
skapandi og sjálvbjargið samfelag, ið nú liggur fyri okkum. Og vit hava sjálvandi sett málini fyri, hvussu vit byggja víðari á somu leið í okkara valskrá. Skulu vit halda fram ímóti teimum frælsu, sjálvbjargnu [...] lægstløntu familjurnar. · Vit hava fíggjað alt við teimum virðum og pengum, ið vit sjálv skapa í Føroyum – og ikki við at senda rokningina til Danmarkar ella til komandi ættarlið. · Vit hava fastfryst ríkis [...] at skapa virðir. · Vit hava økt játtanina til heilsuverkið, fingið fleiri serlæknar, útbygt fleiri øki á sjúkrahúsunum, fingið øll trý sjúkrahúsini undir eina leiðslu og útbygt psykiatriina. · Vit hava
kommunurnar, skulu skipa góðar og nútímans karmar, sum lata upp fyri hesum møguleika. Bústaðurin, saman við útbúgvingini, er í flestu førum millum tey størstu stigini, vit taka í lívinum. At eiga síni egnu hús [...] kommuna hevur gjørt sær stóran ómak at kanna veruliga tørvin millum fólk fyri nútímans bústaðarmøguleikum í kommununi, og vit hava sett okkum væl inn í, hvussu gjørt verður í grannalondunum, Føroyar eru [...] skipast eru tað fleiri møguleikar fyri; privat kunnu byggja undir serstøkum myndugleikatreytum, lutaíbúðir, sjálvsognarfeløg, Bústaðir, kommunalar íbúðir o.s.fr . Men felags fyri hesi viðurskifti er, at greiðir