Fólkatalið á útoyggj fallið við 46 prosentum

Fólkatalið á útoyggj er fallið við 45,7 prosentum, síðani Útoyggjaálitið varð skrivað í 2001. 1. januar 2019 var fólkatalið 215

– Út frá áralongum arbeiðið fyri at menna útoyggjarnar, kann felagið staðfesta, at tað í Føroyum ræður eitt stórt atgerðarloysi. Tað tykist sum eingin megnar ella torir at taka tey stóru og neyðugu stigini. Alt verður útsett ella sett til viks, í vón um at onkur annar tekur tað upp. Men tað ger eingin, og slett ikki tá tað snýr seg um útoyggjarnar, sigur Olga Biskupstøð, samskipari í Útoyggjafelagnum.

Støðan hjá útoyggjunum varð umrødd, tá ið útoyggjadagur var leygardagin á Kalsoynni.  

– Støða setir tørvin á arbeiðnum hjá Útoyggjafelagnum í perspektiv. Vit kunnu bara staðfesta, at felagið ikki hevur megnað at steðga gongdini, men hinvegin, kann ongin uppáhalda, at politiska skipanin og Føroya land, ikki vistu hvørja leið tað bar, tí tað hevur felagið rópt upp um tey seinastu 18 árini, sigur Olga Biskupstøð.


Hon vísir á, at útoyggjarnar mangla betur samferðslu, farmaflutning, grundstykkir og leiguíbúðir, sosialar tænastur, umstøður og møguleikar fyri vinnuna og so framvegis.
– Á meginøkinum kappast land og kommunur um at veita tænastur til borgarar og vinnuna, men á útoyggj er einki slíkt, sigur Olga Biskupstøð.

Útoyggjafelagið hevur eina áheitan á tey, ið bjóða seg fram at stjórna landinum komandi fýra árini.

Takið støðuna á útoyggj í fullum álvara, og farið frá dag eitt at bøta um karmarnar.

Landsverk hevur eitt liðugt snikkað tilmælið til eina Samferðsluætlan, sum er gjørt í samstarvi við Útoyggjafelagið, har kann byrjast alt fyri eitt. Tilfarið liggur á heimasíðuni hjá Landsverk, undir Samferðsluætlan og Útoyggjar. 

Bústaðir skulu fáa fígging til alt fyri eitt at fara undir at tryggja, at tað koma millum tvær og tríggjar leiguíbúðir á hvørja útoyggj. Ikki dýrar, men áleið sum tær í Hvannasundi. Vinnan skal hava betur karmar at virka undir, bæði jarðarbrúkið og ferðavinnan. Ein váðafúsur grunnur skal tryggja bæði fígging og munadygga ráðgeving, skrivar Útoyggjafelagið á facebookvanganum.