ikki altíð uttan trupulleikar. Tey bæði, Ragnhild og Karsten, kendu frá ungum av, hvussu sárt og nívandi tað var at missa tey, sum stóðu teimum næst. Men tey ásanna kortini, at Harrin hevur verið teimum góður [...] Tað var ikki so undarligt, tí tey vóru fyrimyndarlig fólk. Tey tóku lut í bygdarlívinum, og tey høvdu nógvar avbjóðingar og tilboð til bygdarfólkið. Hjalmar hevði sangkór, tey bæði høvdu kvøldskúla (hon [...] farið fram. Eftir at hava bíðað góða løtu út um tíðina, sum tað varð roknað við, at ferðin hjá Pride skuldi taka, fóru teir aftur at húsum. Tað var ikki fyrrenn teir komu aftur í bygdina, at teir frættu um
vísa á, at tá myndugleikarnir góvu fólki boð um at fara úr New Orleans, var tað eingin, sum hugsaði um tey, ið ikki høvdu bil. Har vóru eingir bussar, so tey, ið ikki kundu fara sjálvi, noyddust at verða [...] kravt, men tey flestu vænta, at talan helst er um fleiri túsund. Umleið 80 prosent av New Orleans stendur undir í vatni, og serfrøðingar hjá herinum hava roknað út, at tað fer at taka seks mánaðir at fáa vatnið [...] alt ov illa fyrireikaðir til ódnarveðrið. Tað rakti serliga tey fátæku. -Tað kennist, sum at myndugleikarnir í New Orleans hugsaðu bara um tey, sum høvdu bil. Einki varð sagt um, hvussu hini kundu sleppa
ár 1400 at finna tær fyrstu skriftligu ábendingarnar um eitt spæl, sum kallast golf. Tað var soleiðis, at nakrir fáir ríkmenn áttu so at siga alla jørðina í Skot-landi. Tað sigst, at summir áttu somikið [...] Hoyvíksgarði, fingu limirnir loyvi at nýta partar av bønum á Vatnaskørðum at íðka hesa ítróttargrein. Har bar til at skipa fyri at spæla 9 hol. Tvs., at um kappingar eru, ber til at ganga tvær ferðir, íalt 18 [...] var vanligt at seyðamenn vóru hjá kríatúrunum allan sólarringin, og til tess at stytta sær stundir, fingu teir til fragd at royna at sláa seyða-sparlini við seyðastavinum og royna ar fáa tey niður í ka
Gøtueiði, og tó at bygdin ikki er vaksin tað heilt stóra, búgva kortini fleiri fólk her í dag. Elstu húsini Regin Joensen veit at siga, at nøkur grundøkir eru tøk í bygdini, og tí er ikki óvist, at ikki onkur [...] fyrst í 1900-talinum. Regin heldur, at orsøkin til, at húsini vendu oman og niðan er, at hetta kravdi minni útgrevstur, samstundis sum kjallari fekst til kúnna. - Tey seinnu árini búði ein gamal drongur [...] eisini at siga, at hin fyrsti, sum fyri meiri enn 150 árum síðan búði í hesum húsum, kom úr Syðrugøtu, hin næsti kom av Skála – og hin triði úr Kunoy. - Teir giftust inn her, leggur hann aftrat. Áttu borgarstjóra
sostatt fer fjølbroytni at hvørva. - Hetta fer ikki at henda sigur Johan Dahl Hann sigur, at páhaldið um, at matmentanin fer at hvørva, byggir á manglandi vitan. Hann sigur, at nýggju reglarnar eru bara [...] neyðugt at gera tillagingar, eiga vit at gera vit alt fyri at gera tær tillagingar, sigur hann. - Málið er, at teir bøndur, sum hava hug at selja turt og ræst, eisini fáa skipað viðurskiftini so, at tað ber [...] matstovur valla runnið undan. Men endamálið má vera at gera reglurnar so lagaligar, at tað ber til at selja føroyskar landbúnaðarvørur, uttan at skula noyðast at lúka somu treytir sum stórar útflutningsfyritøkur
seinna heimsbardaga, kendi hvørt skip á fjørðinum. Eg visti hvar tey lógu fyri teym, hvussu tey itu, hvat nummar tey høvdu, hvussu vorðin tey vóru, hvussu vorðnir mastratopparnir vóru og um stýrihúsið var [...] eg minnist Sunbeam væl, so havi eg ikki so nógv at siga frá henni. Hon varð søkt stutt eftir at eg varð farin at umvæla skip, men eg haldi meg minnast at Martin hjá Jenusi og Eli hjá Mathiasi sigldu við [...] Johonnu kenna tey flestu, og tað var einki minni enn eitt bragd, at vágbingar settu sluppina í stand og varveitti hana. Ikki minst gleðist eg um mín lítla lut, sum kanska hevur verið við at gera, at hon er til
sum eiga at vera tey einastu, sum tosa vegna føroyingar, vegna føroyafólk. Tí tað er heilt vist, at eingin annar ger tað betur enn okur sjálvi. Og ja, tað gleðir meg eisini at staðfesta, at skipanin av [...] tilfeingi til at gera tað ómøguliga, til at gera tað sum fyrr var óhugsandi. --- Nú havi eg sjálvur nevnt blokkstuðulin nakrar ferðir í hesari røðuni. Men sum tíðin gongur haldi, eg tey flestu eru við at koma til [...] ætlanin er ikki at taka ferðina av fullveldisgongini, men heldur at seta ferðina upp, soleiðis at okur í næstu framtíð eisini kunnu teljast millum heimsins sjálvstøðugu tjóðir. Men loysing, at skipa fullveldi
vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið [...] gjaldið sett niður við 1%, so at tað frá 1. juli verður 3% fyri A lønarmóttakarar og 1,5 fyri tey, ið rinda A inntøkur. Karin Kjølbro nevndi eisini, at stýrið setti sær fyri at rinda skuldina, ið skipanin [...] Kjølbro nenvdi, at ALS er soleiðis háttað, at samfelagsgongdin merkist tvífalt í ALS. Elistabeth Gaardbo minti á, at ALS hevur minkað um starvsfólkatalið við eini 30%, Her er talan um, at ikki so nógv a
herfyri, at norðmenn áttu søguligan rætt til svartkjaftin. -Eg haldi at uppskotið hjá ES til ein býtislykil, har Noreg bert fær 12 prosent av kvotuni er heilt órímiligur. Vit hava verið við til at fiska [...] Niclasen visti nakað, men hann sigur, at kemur onki burturúr á hesum fundinum, so kann henda, at kallað verður samam til nýggjan fund, har politikkararnir koma saman. Av tí at ongin semja er enn funnin um, hvussu [...] null loysn. ICES sigur greitt at bann eigur at vera sett fyri allari svartkjafta veiðu til ein semja er fingin millum londini um býtislykilin, og tað merkir ikki tað sama sum at øll svartkjaftaveiða steðgar
norskar krónur, og úrslitið fyri skatt var út við 15 miljónir krónur. Á heimasíðuni ravninfo.com siga tey, at fyri hvønn hundrað krónuseðil, sum felagið seldi fyri, tjenti Karmsund Fiskemel 5,78 krónur. Hetta [...] Hetta er besta úrslit í søgu felagsins. Tað vóru feløgini Silfas og Norges Sildesalgslag, sum áður áttu verksmiðjuna, men um ársskiftið 2003/2004 fingu meira lokalir eigarar hond um felagið. Karmsund Fiskemel