settur deildarstjóri umframt at hava røkt nógvar nevndarsessir og álitisstørv. Jóanna Djurhuus tekur við starvinum 1. september. Hon tekur við eftir Pól E. Egholm sum nú er aðalstjóri í Umhvørvismálaráðnum [...] Fýra umsóknir vóru til starvið, sum varð lýst leyst fyrr í summar. Jóanna Djurhuus er 48 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur úr Keypmannahavn. Jóanna Djurhuus hevur starvast í Vinnumálaráðnum síðani 2004
Frederiksen sum andstøðuforkvinna í 2019, at tíðin er farin frá, at uttanríkispolitikkurin hjá Grønland og Føroyum verður formliga rikin úr Danmark. Hon vísti á, at ting, sum advokatar ríkisins fyrr hildu [...] ósemja er um, hvørt hetta lógliga ber til. Tí má ein ósemjuloysnarnevnd fyri fyrstu ferð í 76 ára søguni hjá heimastýrislógini setast. Føroyar hava stórt ynski um at gerast limur í WTO, soleiðis at Føroyar [...] kunnu samráðast og gera handilssáttmálar uttan um Danmark. - Føroyar eru komnar hartil, at tað ikki er skilagóð leið at halda fram við status quo. Tað viðurkenna vit fult og heilt, sigur Mette Frederiksen
hjá monnum skal eisini hava nýggjan liðleiðara, tá Jóngerð Nielsen hevur takkað fyri seg, eftir at hon hevur staðið fyri praktisku uppgávunum kring liðið seinastu fimm árini. ##med2## Næsta uppgávan hjá [...] Hjalti Mohr Jacobsen er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. Hann tekur við eftir Julian Johansen, sum gavst eftir HM-undankappingardystirnar móti Norðurmakedonia, tá tíðin ikki [...] ikki rakk til starvið, skrivar Hondbóltssambandið. - Hjalti Mohr Jacobsen er 38-ára gamal, og hevur hann venjararoyndir frá Kyndli, har hann millum annað hevur vant mansliðið seinasta kappingarár. Hjalti
frá, at tey ikki verða á listanum hesaferð. Eisini Annika Olsen, sum seinastu tíðina hevur umboðað Tjóðveldi í býráðnum, sjálvt um hon varð vald á listanum hjá Fólkaflokkinum, hevur boðað frá, at hon ikki [...] hesaferð, er hann ikki serliga greiður. Tá stríðið var í hæddini í Fólkaflokkinum í Havn upp undir løgtingsvalið í 2022, var Bogi Andreasen ikki í fremstu røð millum tey misnøgdu. Men tað er greitt, at hann [...] endaði við at stilla upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. desember í 2022. Sum in.fo skilir, so eru sterkar ábendingar um, at Bogi Andreasen verður uppstillaður fyri Tjóðveldi hesaferð. Tað er sum sagt
gerast, fyri at fáa pensjónir og almennar inntøkur at hanga saman. Hetta er til at skilja. Men leygarkvøldið trein landsbankastjórin fram í Útvarpinum, har hon boðaði frá, at vit hava ráð til at sleppa okkum [...] fær í dag). Hví hava vit ráð til at lækka inntøkurnar við einari milliard, um vit ikki hava ráð til at rinda 5.000 fólkum pensjón? Eg veit sjálvandi, at roknistykkið er ikki heilt so einfalt, tí tað snýr [...] vit ikki hava ráð at lata eldri føroyingar fáa pensjón. Hetta hongur snøgt sagt ikki saman. Tí er mín spurningur: Um vit bara lata ríkisveitingina fáa frið, er tað so ikki neyðugt at hækka pensjónsaldurin
til dagin í dag. Hon byggir á eina røð av skrivligum keldum, bæði almennum og innanhýsis hjá grunninum, umframt at munnligar keldur geva sítt ískoyti. Endamálið við útgávuni er at lýsa ta ávirkan [...] hjá myndugleikunum í Føroyum at læna pening til. Hesi 60 árini er Íleggingargrunnurin styrktur nógv fíggjarliga. Upprunaliga stovnsfæið, sum var 60 milliónir krónur, er í dag umleið 750 milliónir [...] við til at fíggja nýmótans ferðasamband við útheimin, bæði loftvegis og sjóvegis. Síðstu árini er Íleggingargrunnurin eisini farin at fíggja grøna orkuskiftið og størri verkætlanir í ferðavinnuni
dialýsu og tey skulu vigast aftan á fyri at tryggja, at alt er ílagi. Tey hava eina gamla vekt, men hon er so ótíðarhóskandi og ring at brúka, at tað hevur hent seg, at dialýsusjúklingur í koyristóli hevur [...] Suðuroy. Vektin er bíløgd og hon kemur um einar tvær, tríggjar vikur. Hanus Toftheyggj, sigur, at hendan vektin fær stóran týdning fyri dialýsuviðgerðina. Hon er so stór og rúmlig, at ein dialýsusjúklinum [...] peningagávu. Gávan er upp á 32.500 krónur og hon er til Dialýsudeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Peningurin er úrslitið av eini málningaframsýning, Lions hevði á Jóanssøku við tí endamáli at lata peningin,
kringvarpið RUV at siga. Løgregluovastin, Sveinn Kristján Rúnarsson, sigur, at bjargingararbeiðið er í gongd á staðnum. Hjördís Guðmundsdóttir, samskiftisleiðari hjá íslendsku verjuni, sigur, at umstøðurnar [...] Seinnapartin í dag er eitt sonevnt íshelli rapað í Íslandi, og fólk vóru inni í holuni, tá hon rapaði. Sambært íslenskum miðlum er talan um eitt íshelli á Breiðamerkurjökli vestan fyri Jökulslárlón. - [...] in á veg til staðið saman við sjúkrabili, løgreglu og bjargingarfólki. Íslendskir miðlar vita at siga, at tilsamans 25 fólk vóru inni í hellinum, tá tað rapaði.
Anna Falkenberg fegnast eisini um, at skjótihøllin loksins er komin. - Vit hava tosað nógv um hesa skjótihøllina, so at vera her og síggja, at hon er blivin til veruleika er stuttligt. Skjótihøllin kom í [...] fólkatingsumboðunum. - At dagføra tað rættarliga økið havi eg sjálvur, Edmund Joensen og Anna Falkenberg, raðfest høgt. Hetta hevur havt við sær, at eitt nýtt fongsul er á veg, at pengar eru játtaðir til [...] ákæruvaldið, og at vit hava fingið eina skjótihøll. Hetta hevur kravt nógvar samráðingar. Skjótihøllin er eitt úrslit av hesum, og fleiri eru á veg. Hetta hevur verið ein boksidystur, sum fer at enda væl, sigur
fer at spæla á Argjum. FC Suðuroy er tíggju stig frammanfyri TB, sum er á fimta plássi við 28 stigum. Málið hjá TB er at vinna uppflyting. Um tað skal eydnast at vinna beinleiðis uppflyting, so er neyðugt [...] verið í Vági síðani í 2022. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy í kvøld er topplið við 38 stigum. Tað er eitt stig aftur til B36, sum mánakvøldið fer at spæla á heimavølli ímóti FC Hoyvík, og tað eru tvey [...] neyðugt hjá TB í hvussu so er at enda á triðja plássi og í hvussu so er at vera næstbest av teimum, sum ikki eisini hava lið í bestu deildini. Fríggjadagin verður toppdystur á Vágseiði, tá ið Víkingur verður