Tað rættarliga málsøkið fyllir nógv í arbeiðnum hjá føroysku fólkatingsumboðunum.
- At dagføra tað rættarliga økið havi eg sjálvur, Edmund Joensen og Anna Falkenberg, raðfest høgt. Hetta hevur havt við sær, at eitt nýtt fongsul er á veg, at pengar eru játtaðir til ákæruvaldið, og at vit hava fingið eina skjótihøll. Hetta hevur kravt nógvar samráðingar. Skjótihøllin er eitt úrslit av hesum, og fleiri eru á veg. Hetta hevur verið ein boksidystur, sum fer at enda væl, sigur Sjúrður Skaale.
Anna Falkenberg fegnast eisini um, at skjótihøllin loksins er komin.
- Vit hava tosað nógv um hesa skjótihøllina, so at vera her og síggja, at hon er blivin til veruleika er stuttligt. Skjótihøllin kom í politiavtaluna, sum undanfarna danska samgonga samtykti. Eftir hetta manglaði nakað av peningi, og tí hava samráðingar verið við danska fíggjarmálaráðharran fyri at fáa pengarnar játtaðar, sigur Anna Falkenberg.
##med2##
##med3##