Tað endaði 1-1, tá ið oyggjauppgerð í Suðuroy í kvøld var á skrá við Stórá í Trongisvági. Úrtøkan var nett tann sama, sum hon var, tá ið TB 27. apríl hevði vitjan av FC Suðuroy. Ta ferðina var úrslitið 2-2, eftir at gestirnir vóru frammanfyri 2-0, inntil vanliga leiktíðin var farin og reiðiliga tað.
Í kvøld var tað TB, sum legði seg á odda í 19. minutti. Málskjútti var Markus Thorberg. Hetta var fjórða málið hjá leikandi venjaranum í ár. Uppleggið átti Olivur Renéson Thomsen.
TB var á odda, inntil tað restaðu 17 minuttir. Tá javnaði Emmanuel Andorful. Hetta var triðja málið hjá ghanesiska spælaranum í ár. Hann hevur verið í Vági síðani í 2022.
Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy í kvøld er topplið við 38 stigum. Tað er eitt stig aftur til B36, sum mánakvøldið fer at spæla á heimavølli ímóti FC Hoyvík, og tað eru tvey stig aftur til Víking, sum í morgin fer at spæla á Argjum.
FC Suðuroy er tíggju stig frammanfyri TB, sum er á fimta plássi við 28 stigum. Málið hjá TB er at vinna uppflyting. Um tað skal eydnast at vinna beinleiðis uppflyting, so er neyðugt hjá TB í hvussu so er at enda á triðja plássi og í hvussu so er at vera næstbest av teimum, sum ikki eisini hava lið í bestu deildini.
Fríggjadagin verður toppdystur á Vágseiði, tá ið Víkingur verður gestur. TB fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti HB.
Síðsti grannadysturin í ár millum FC Suðuroy og TB verður á mikkjalsmessu á Vágseiði.