U18 landsliðum verða eisini gjørd í sambandi við hendan fundin. Eisini verða lógirnar fyri undankappingarnar fyri ungdómslandslið endurskoðaðar, og møguligar broytingar verða so gjørdar á hesum fundi. [...] ungdómslandslið í fótbólti hava í fleiri ár verið við í undankappingum til EM og HM, og ætlanin er eisini, at miðvísa arbeiði við teimum ungu spælarum skal halda fram.
siga, at teir hava valt ikki at gera so nógv burtur úr taltilfari, tað vil siga hagtølum. Og tað hóast tað er ein val, sum er tikið, er tað ein veikleiki fyri bókina, at fleir hagtøl ikki eru at finna [...] uppbygt soleiðis, sum væntast kann, lagt verður fyri við byrjanin, tá felagið varð stovnað, og síðani verður lagt til brots at greiða fyri einum ári fyri og øðrum eftir, til komið verður fram til 1996. [...] bókini eru ein stór styrki, og tað er frálíkt at síggja, at ritstjórnin hevur verið nærløgd við myndatekstum. Og tað er stuttligt út frá myndunum at staðfesta, at ein fyrrverandi HB-formaður hevur spælt í
Fyri fyrstu ferð síðani fløgan Solo kom út, fer Eyðun Nolsøe at spæla á konsert. Tað verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið, og saman við Eyðuni fara eisini Frændur at spæla. Frændur eigur [...] og teir vitja aftur í Havn nú leygarkvøldið. Saman við Eyðuni Nolsøe fer vanligi bólkurin hjá honum at spæla, men til tiltakið í Havn verða Kim Hansen og Kaj Johannesen eisini við sum gestatónleikarar.
er longu fleiri føroyingar, sum hava vent sær til FSF, fyri at fáa teir at skaffa atgongumerki til ávísar dystir í endaspælinum, og fyrstu bíleggingarnar hjá FSF eru longu sendar høvuðsskrivstovuni hjá [...] saman við, at parturin, sum Føroyar skal hava, er so lítil av tí samlaða eftirspurninginum, at tað ynskini verða eftirlíkað okkum. Skal bíleggjast sum skjótast Í skrivi, sum FIFA hevur sent FSF fyri viku síðani [...] hjá teimum, sum ætla sær avstað, at tað ongantíð áður hevur verið trupulleiki at fingið júst tey atgongumerkini, sum føroyingar hava ynskt sær. Teir føroyingar, sum ætla at bíleggja sær atgongumerki til teir
frá at sigla í norðan og nú við 4 míla ferð fyri at koma í sunnan. Men vestmenningar stríddust av øllum alvi fyri at fáa ferjuleguna í Vestmanna, skrivaðu greinar »sum serkønir í Sundinum«, at tað [...] ikki til at leggja leguna syðri í sundinum. Hevur M.H. gloymt tað? Hevur M.H. gloymt, at hennara egni partamaður skuldi slíta samgonguna, um legan ikki varð løgd í Vestmanna? Var tað fyri at fáa ítróttarøki [...] Eg haldi, at tit, sum skriva oddagreinir í Dimmu, skulu gevast við at skriva um tað sama í næstan hvørjari grein, og tí sama anda sum »es« byrjaði fyri skjótt nógvum árum síðan. Hvat við at skriva um
meiri professionel útgáva av PhotoMagic. Forritið er so avgjørt fyri víðarikomin, men kortini gott at hava í nánd um ein hevur brúk fyri meiri framkomnum funktiónum. Tað nýggja Tað nýggja í mun til eldri [...] hála-og-slepp slagnum. Ikki er neyðugt at kenna snigfundigar styttingar sum RGB ella HSL til tess at velja røttu litirnar og stilla ljósið rætt. Hetta fer alt fram við at klikkja seg ígjøgnum eina røð av myndum [...] eldri útgávur av forritinum er og tað kemur kanska ikki óvart á at tey nú eru útgjørd við Internet-funktiónum, so at ein kann vísa sínar myndir á egnari heimasíðu, um ein hevur eina slíka. Sera lætt
, og fer heilt vist at vera sera væl dámd av børnum millum seks og átta ár. Einasta at finnast at er, at spælið varir nakað stutt. Fakta Thomas og Tim skuldu kunna spælt á eini 486/66 teldu við Windows [...] stertinum, meðan Thomas roynir at nema bróstini á henni. Ikki spæl-og-lær Lagið er gott á Thomas og Tim, og ein lærir ikki annað enn at hava tað stuttligt. CD¹in er heilt reinsað fyri pedagogiskar lærureglir [...] lopið frá sjónvarpi til PC, og tað eru tey ikki vorðin verri av heldur tvørturímóti. Frá SV til PC Fyri tey fáu, ið ikki vita tað, eru Thomas og Tim brøður, sjey og trý ára gamlir, sum saman við vinkonuni
ikki eru limir. Eitt ið er sera umráðandi fyri samstarvið er at sjálvt um handlarnir kappast, so stuðla teir eisini hvørjum øðrum. Hetta gera teir við til dømis at hava opið samtíðis. Nú tað stundar til jóla [...] inum avgjørt at hava opið eitt sindur annarleiðis enn vanligt hevur verið. Jólaaftan verður stongt, men ístaðin verður opið til kl. 22.00 Tollaksmessudag. Hetta verður gjørt serliga fyri arbeiðsfólkið
og slettis ikki soleiðis at tey tóku bil við sær. Hetta hevur ført til, at tey eru vorðin alt ov lítil. Tað hevur borið til at bøtt um hesi viðurskifti í ein ávísan mun við at sigla fleiri túrar á teimum [...] hava brúk fyri einum góðum samferðslukervi. Men eisini aðrar vinnugreinar hava brúk fyri einum góðum samferðslukervi, um tær skulu fóta sær. Eitt gott samferðslukervi er fortreytin fyri, at vit kunnu gjalda [...] november 1995 er ásett, at løgtingsfíggjarlógin skal javnviga frá og við 1988. Vit hava longu uppnátt at fáa javnvág á fíggjarlógina. Allar framrokningar siga, at vit í inniverandi ári koma at hava eitt fitt avlop
aftaná at tær hava gjørt fíggjarætlanina fyri komandi ár. Vónandi eru løgtingsmenn so mikið at sær komnir, at teir vilja skilja hetta og taka støðu har eftir. Annars ynskir Kommunubólkurin staðiliga at gera [...] nevniliga hetta, at alt fleiri málsøki, sum kommunurnar náttúrliga áttu at havt um hendi, verða flutt frá kommununum og løgd til landsstovnar at umsita. Tað er burtur við at tosa um at styrkja um fólkastýrið [...] tí longu 28. nov. vórðu uppskotini løgd fyri løgtingið uttan at Kommunubólkurin hevði fingið stundir at svara landsstýrinum uppá brævið. Men 4. nov. aftaná at Kommunubólkurin hevði viðgjørt málið