Nú bóltfelagið B36 er farið um tey 60, aftur er ovast á trúnuni, og hevur vaksið til eitt tað størsta fótbóltsfelagið í landinum, verður søgan um felagið útgivin í bók.
Í gjár kom bókin í sølubúðirnar, og fram til jóla man hon fara at teljast millum tær mest seldu bøkrnar.
Og tað er einki løgið í tí. Tí umframt at felagið, sum nú føroyameistari altíð fær góðan stuðul, er Rennið dreingir ein frálík bók og ein upplýsandi og áhugaverd ferð gjøgnum søguna hjá B36.
Ritstjórnin, sum hevur verið mannað við Hans Jacob Egholm, Hannis Egholm og Emil L. Jacobsen, hevur greitt úr hondum eitt valaverk, og bókin hevur eina av síni stóru styrki í teimum mongu myndunum, sum Hans Jacob Egholm hevur savnað saman við Álvi Haraldsen og Carl Mortensen.
Tá ein slík bók skal gerast er nógv at taka fat í, og á bæði áðrenn farið undir arbeiðið og undir arbeiðnum skulu nógvar avgerðir takast um innihaldið, stílin og formin.
Hetta ger ritstjórnin eisini greitt í innleiðinginum, og teir siga, at teir hava valt ikki at gera so nógv burtur úr taltilfari, tað vil siga hagtølum. Og tað hóast tað er ein val, sum er tikið, er tað ein veikleiki fyri bókina, at fleir hagtøl ikki eru at finna í bókini.
Víst er tað eitt fínt hugskot at hava við úrslitini hjá B36 í landskappingunum gjøgnum tíðina, men tað kundi verið rættiliga áhugavert at fingið onnur hagtøl fyri felagið til skjals í bókini.
1. lið fær sum vera man drúgva umrøðu, tí tað er altíð besta liðið í felagnum, sum fram um hini er við til at mynda felagið. Og í bókini er uppgerð yvir hvørt ár sær, og upplýst hvørjir spælarar hava spælt á liðnum, hvussu úrslitini hava verið, og eisini verður ein uppstilling gjørd, sum var vanlig júst tað árið.
Umframt at hetta eru hentar upplýsingar, er tað eisini meiri lesaravinarligt at detta niður á síður, sum ikki bert leggja avstað við endaleysum orðum, men eisini innihalda, sum í hesum førðum, nógv góð yvirlit.
Tá Zakrewski
fekk sekkin
Bókin er uppbygt soleiðis, sum væntast kann, lagt verður fyri við byrjanin, tá felagið varð stovnað, og síðani verður lagt til brots at greiða fyri einum ári fyri og øðrum eftir, til komið verður fram til 1996.
Á hesi ferð verður greitt frá, hvussu hvørt einstakt ár gekk, um serligar hendingar í árinum, um spælarar, sum gjørdu seg merktar, og kut eru eisini úr bæði fjølmiðlum og gerðabókini hjá felagnum.
Tá komið verður fram í tíðina, hava teir í ritstjórnin uttan iva sjálvir vitan um tað, sum er farið fram í felagnum, og tað styrkir avgjørt um trúðvirði hjá bókini, at farið verður ikki lætt um allar keðiligar hendingarnar, sum hava verið í felagnum.
Eitt dømi er, tá pólski Wiesiek Zakrewski, sum bæði var málverji og venjari í felagnum í 1994, fekk sekkin. Grundgevingin fyri tí verður løgd á borði í bókini:
»Hann (Zakrewski) dámdi væl tað váta slagið. Hetta ávirkaði liðið og serliga tann unga Apalkov, sum hann búði saman við. Heilt galið gekst tað, tá B36 skuldi inn til Runavíkar í landskappingini til seinasta dystin undan summarsteðginum. Tá stóð alt í hálvum gekki, liðið var ikki sett, spælið ófyrireikað og úrslitið hareftir. Eftir hendan dystin, sum NSÍ vann 3-0, fór Zakrewski til Póllands at ferðast, og hann kom ikki aftur.«
Í serstøkum pørtum av bókini verður greitt frá ungdómsfótbóltinum, kvinnunum, ferðum uttanlands, um húsini, B36-sangir eru við, og síðsti parturin av bókini snýr seg um framúr góða árið 1997, tá B36 endurvann FM-heitið.
Myndirnar í bókini eru ein stór styrki, og tað er frálíkt at síggja, at ritstjórnin hevur verið nærløgd við myndatekstum. Og tað er stuttligt út frá myndunum at staðfesta, at ein fyrrverandi HB-formaður hevur spælt í HB, og løgtingskvinna var við, tá B36 vann royndarkappingina um FM-heitið hjá kvinnum í 1984.
Samanumtikið ein snotuliga og spennandi bók, sum er uppsett innbjóðandi og lesaravinarliga, og sum er ein verdug ferð gjøgnum søguna hjá B36.