spurningurin, um John Rødgaard er næstur á hesum lista. Vit fáa tað til, at finski stórmeistarin Heikki Westerinen hevur 18 ferðir telvað olympiadu. Hjá honum eru fleiri ikki væntandi. Og so var ein annar, ið rann [...] posisjónelt, helt so í ósketni av kósini, mótparturin kundi nú fingið høvdið fyri seg, men drálaði, og so legði Rógvi aftur í vaðið. Frúgvaendtalv eru ikki tey lættastu at vinna, so tað tók sína tíð. Sjálvur [...] hóast bara seks fólk eru eftir á borðinum at flyta við. Hann varnaðist ikki lagaligu løtuna, og eftir tað helt Høgni rimmarfast um javnleikin. Talvið vardi einar sjey tímar, og tá ið vit skuldu til hús, var
Nú flaggar Merkið eisini hvønn dag í Washington DC. Nýggja føroyska sendistovan er nú latin upp, og sendimaðurin, Bjørn Kunoy er byrjaður. Vit eru í sama húsi sum svensku og íslendsku sendistovurnar. [...] sendistovurnar hjá flestu londunum í heiminum, sum eru í amerikanska høvuðsstaðnum. Eins og okkara sendistovur gera í øðrum av heimsins høvuðsstøðum. Vit fegnast um hetta týðandi stig fyri føroysku tjóðina
Youth League, so vit eru sera spentir. Vit hava bíðað í næstan eitt ár, síðani vit vunnu FM í U17. Tað verður spennandi at sleppa ein túr til Luksembourg, men fyrst og fremst gleða vit okkum at spæla framman [...] HB skrivar á heimasíðuni, at nú er tíðin so endiliga komin, at fyrsti europeiski dysturin skal spælast. Hann verður ímóti meistarunum úr Luksembourg, FC Progrès Niederkorn. Ein av miðverjunum á U19-liðnum
at tað nú eru fleiri elbilar enn bensinbilar, at nýskrásettir persónbilar í Noregi í høvuðsheitum eru elbilar. Men at farið um markið í september kemst eisini av, at sokallaðir entusiastbilar eru avskrásettir [...] Nú eru fleiri elbilar í Noregi enn bensinbilar. Tað sigur norska Opplysningsrådet for Veitrafikken (OFV) í tíðindaskrivi í dag. Av samlaða bilatalinum tann 16. september eru 754.303 elbilar, meðan tað [...] ganga nakað av tíð, áðrenn vit koma hartil, tí enn eru ein millión skrásettir persónbilar við dieselmotorum í landinum, sigur Solberg í tíðindaskrivi. Við nýggjastu tølunum eru elbilar beint yvir ein fjórðingur
Jónsvein, vóru við. Hinir lærararnir eru allir farnir um sýn. - Møtt varð til seinnapartskaffi í Tofta skúla, og her mintust tey fyrst tey seks úr flokkinum, sum eru farin í annað ljós. Eftir hetta varð [...] herfyri legði Jóhanna Petersen, dóttir Jóhan Lamhauge, út eina frálíka mynd av hesum skúlaflokki, sum nú hevði funnið saman aftur eftir hesi mongu ár. - Í 1958 varð flutt í nýggja skúla, og tá vórðu flokkarnir [...] eldri. Á sínum Facebook-vanga greiðir Jóhanna Petersen frá, at tey síðan fóru oman í gamla skúla, sum nú er kommunuskrivstova. Súni í Hjøllum, borgarstjóri, tók ímóti og greiddi frá um kommununa. - Her komu
Hansara arbeiði skal vera við til at fáa orkuprísirnar niður. Gera íløgur í reina orku og tryggja, at vit koma burtur úr okkara orkubundni. - Hann verður fyrsti kommissarur fyri bústaðir. Hann skal hyggja [...] um, at ES-londini noyðast at gerast meira sjálvstøðug og grøn, tá tað snýr seg um orku. Samstundis eru høgir bústaðarprísir og vánalig bjálving av húsum við til at hækka livikostnaðin hjá nógvum evropearum [...] náddu tey 27 ES-londini eitt mál í fyrru helvt av 2024, tí 50 prosent av elframleiðsluni hjá ES stava nú frá varandi orkukeldum sum sól og vindi. Harumframt hevur tað eydnast ES-londunum at minka um teirra
Virkið í Hósvík fær nú nýggjan samleika. Navnið á fyritøkuni verður tað sama, men búmerkið, litir, vøruseðlar, myndir og alt marknaðarføringstilfar verður nú latið í nýggjan ham. Hetta er ein partur av [...] num hjá P/F Poul Hansen at lata øll undirfeløgini hjá samtakinum í ein eins brand ham. Hesi feløg eru Heilsøla, Gastro, Staðrøkt og Krás. Í kjalarvørrinum av nýggja samleikanum kemur eitt størri lýsingaátak [...] ómakaleysum døgurðarættum. Rúni Mohr, leiðari á Krás, fegnast um nýggja samleikan og sigur, "at tíðin er komin til at seta andlit á fólkini handan Krás og gera fólk varug við, hvussu stóran leiklut okkara vørur
alt mítt lív. Tá ið eg vaks upp, var eg virkin í flest øllum tilboðum, sum vóru til børn og ung. Eitt nú ítrótti, skótum og sunnudagsskúla. Hesi tilboð hava stóran týdning, og eg vil áhaldandi virka fyri [...] vil finna skilagóðar loysnir, sum gera tað enn betri at búgva í Tórshavnar kommunu. Míni hjartamál eru: * Børn og ung: barnaøkið, forskúlaøkið, ung í arbeiði, frítíðarkort, ítróttur og sjálvboðið arbeiði [...] hevði viljað bleiv gjørt í Tórshavnar kommunu. Tí Tórshavnar kommuna skal vera fyri øll, og her skulu vit øll trívast! Alt tað besta Elin Heðinsdóttir Joensen , Valevni fyri Javnaðarflokkin
Export (FMX). «Vit fara at hava upp til átta tónlistanøvn við. Tey spæla minst tvær konsertir hvør, ið verða partur av almennu skránni, umframt at vit fara at hava tvey eyka tiltøk, sum vit sjálvi skipa [...] skipa fyri. Vit fáa eisini pláss í pallborðskjakunum, og vit fara at hava okkara egnu móttøku og eitt netverkstiltak fyri umleið 200 umboðum og tíðindafólkum. Hetta verður á almenna høvuðsøkinum fyri tey altjóða [...] umboðini. Harumframt fáa vit gleðina av einum risastórum marknaðarføringspakka. Í dag fer eitt tíðindaskriv út í øllum Evropa um hetta. Sum ein stórur eykaágóði kann vera, at vit fáa føroysk tónlistafólk
IM John Rødgaard (2273) - Matic Lavrencic (2360) 0 - 1 Føroyar eru nú nummar 78 í røðini av teimum 187 londunum í kappingini. India hevur nú sum einasta land fult stigatal. Favorittarnir USA tykjast heldur [...] veruleikanum var tað har - á fremru borðunum - at dysturin stóð í dag. Á aftaru borðunum formáddu vit okkum minni. Rógvi og John komu báðir í ókyrran sjógv, og tíðliga sást, at tap var í hendi hjá teimum