Hittust aftur eftir 70 árum

Leygardagin 7. september vórðu mongu árini hjá skúlaflokkinum, sum byrjaði í 1954, hátíðarhildin, har tveir av lærarunum, Josefina og Jónsvein, vóru við.

Í 1954 byrjaði ein 1. flokkur í gamla skúla á Toftum, sum er frá 1895. Tá vóru tveir lærarar, Jóhan Lamhauge og Ólavur Hátún.

 

Á sínum Facebook-vanga herfyri legði Jóhanna Petersen, dóttir Jóhan Lamhauge, út eina frálíka mynd av hesum skúlaflokki, sum nú hevði funnið saman aftur eftir hesi mongu ár.

 

- Í 1958 varð flutt í nýggja skúla, og tá vórðu flokkarnir árgangsbýttir, og tá vóru eisini fleiri lærarar.

 

Jóhanna Petersen greiðir frá, at úr Æðuvík komu næmingar í Tofta skúla, tá farið varð í 6. flokk og úr Rituvík í 7. flokk.

 

- Her var avbera gott samanhald, leggur hon aftrat.

 

Leygardagin 7. september vórðu hesi mongu ár hjá skúlaflokkinum, sum byrjaði í 1954, hátíðarhildin, har tver av lærarunum, Josefina og Jónsvein, vóru við.

 

Hinir lærararnir eru allir farnir um sýn.

 

- Møtt varð til seinnapartskaffi í Tofta skúla, og her mintust tey fyrst tey seks úr flokkinum, sum eru farin í annað ljós. 

 

Eftir hetta varð prátað um farnar dagar, og sungið varð úr sanghefti, sum varð gjørt til høvið.

 

Jóan Pauli Joensen, professari í fólkalívssøgu, helt ein góðan fyrilestur um at vera virkin sum eldri.

 

Á sínum Facebook-vanga greiðir Jóhanna Petersen frá, at tey síðan fóru oman í gamla skúla, sum nú er kommunuskrivstova. 

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, tók ímóti og greiddi frá um kommununa.

 

- Her komu eisini nógvar stuttligar søgur upp at venda frá okkara fýra fyrstu skúlaárum. Síðan gekk leiðin inn á Hotel Runavík til veitsludøgurða.

 

Undir borðhaldinum á hotellinum vórðu sangir sungnir, sum hoyrdu til skúladagar fyri sjeyti árum síðan.

 

- Fleiri hildu røðu, og her vóru mong stuttlig og góð minnisblunk frá skúlatíðini. Vit hugnaðu okkum til langt út á kvøldið, greiðir Jóhanna Petersen frá.