klæðini. Eg helt tað vera synd, og byrjaði tá bara at hjálpa teimum at pakka. - Og hetta dámar mær sera væl, sigur Marjun, sum júst nú stendur og sorterar klæðir til børn millum 0 og 3 ár. Marjun hevur kortini [...] sendingini í næstum, og síðani koma aftur til Føroyar at fylla meiri upp í bussin. Ætlanin er so at fara ein túr til Rumenien við fullum bussi, og síðani koyra til Danmarkar eftir næstu sendingini sum [...] arbeiðis - Bergfríð sum hjálpti henni við at skilja klæðini í ymiskar støddir og maður hennara, Josias sum gekk teimum til handar og hevði sínar uppgávur at røkja. Absalon Matras var sjálvandi til staðar. So
Landsgrannskoðanin ætlaðu og alternativu fíggingina av Hovstunnlinum, ið tá lá í kortinum. Boðskapurin var greiður: Ein fíggjarlóg skal geva eina rættvísa mynd av tí virksemi og teimum bindingum, sum tað [...] okkin og eisini ein av fýra løgtingsgrannskoðarum. Hann hevur fylgt málinum um havrannsóknarskipið, og hansara niðurstøða er greið: - Hetta er ikki rætti mátin at gera tingini uppá. Her er eftir míni bestu [...] privatum, sum hevur hug og pengar til at byggja eitt slíkt skip. Skipið, sum privati skal átaka sær at byggja, er longu projekterað eftir kravspecifikatiónum frá Havstovuni, og landið hevur higartil brúkt
fyrst ”Næraberg” og seinni í ”Atlantic Navigator” og ”Carlton” hava kosta nógv, men Røkke kennir luktin av góðum fiski og íløgum, og nú tykist hendan ætlanin at ganga munandi betri, og tey hugnaligu yvirskotini [...] fingið mest rós – og skeld – fyri. Kjell Inge Røkke kom inn í norska skipsbyggiídnaðin í einum tíðarskeiði tá ikki bara norski skipasmiðjuídnaðurin, men tann euroeiski eisini, meir ella minni lá til tað síðsta [...] ætlanir, og talan var um langtíðarætlanir. Og hann fekk ferð á bæði í Norra, Týsklandi, Finnlandi og aðrastaðni. Hann bygdi Aker Yards upp til at gerast størsta skipasmiðjusamtakið í Europa. Og nú selur
tað, at gjøgnum tey nógvu og ógvuliga ymisku tíðarskeiðini í kirkjusøguni, er boðskapurin um frelsara okkara, Jesus, varðveittur og borin víðari, ætt eftir ætt, nær og fjar – ja, heilt til okkara oyggjar [...] komu at kennast og prátaðu væl saman. Í hesum samanhangi nevndi hon skeiðið í kirkjusøgu við áhugaverdum og hugnaligum kvøldum í skúlanum, og sum endaði við einum túri til Kirkjubøar. - Og nú eri eg altso [...] kirkjuna og Múrin í Kirkjubø. Tá tú so fert til gongu inni í bygdini, kanst tú ikki sleppa undan at merkja tað søguliga súsið fyri hvørt fet, ið tú tekur á hesum søguliga staði. Alt angar av søgu – og ikki
nervalagi og ikki minst hovnaðum musklum, sum t. d. kroysta pulsæðrar saman, og ger hetta, at blóðtilførslan til eitt nú heilan minkar, og man gerst troyttur og følir seg útbrendan v. m. Hesi, eins og eg, hava [...] Í staðin fyri at fara eftir bóltinum, verður heldur farið eftir manninum. Í dag skulu vit øll vera so vælsignað eins, og ikki skal vera pláss fyri einum slíkum einara – genii – sum hevur vígt lív sítt [...] men av tí at nervarnir ganga harfrá og aftur um og niður um herðabløðini, fekk eg óteljandi viðgerðir við varmateppi og gnígging á staðnum, har mesta pínan føldist, og hjálpti hetta sjálvsagt ikki. Tók kanska
hvørjari kai og veiða tosk við tráðu. Hendan syrgiliga søga endaði við, at tað mesta av toskinum doyði í hungri og lá sløddur út eftir landgrunninum, og var hetta orsøkin til, at lítil og eingin gýtingartoskur [...] toskafiskiskapurin rættiliga at taka til aftur eftir eina sera drúgva La Nina, sum vardi frá 2010 og til 2016, men í 2017 hevði El Nino fingiðyvirtakið aftur og byrjaði tá rættiliga at bragda afturvið fis [...] toskurin kom inn í hvørja havn og hvønn áarósa at finna sær føði, eftir at hann hevði etið sítt egna avkom úti á grunninum, tí, sum vit vita, so er toskur kannibalur og etur alt, tá svongd kemur á. Tað
sjálvi. Stutt eftir varð farið undir at flyta amboð og maskinur úr evningsstovuni í fimleikahøllina. Nakrir mánaðir gingu, men einki hendi í málinum, og tí gjørdi ListGraFo av at fregnast eftir tíðindum. Svarið [...] Fløtum varð liðugur, og skúlaflokkurin, sum húsast í hølunum, flytir niðan í nýggja skúlan. – Tað var aftur ein ástaðarfundur. Bara eg og Kári Svensson vóru frá okkum í ListGraFo, og Sigurð Ólason Vang var [...] renoverast, og maskinurnar og amboðini hjá ListGraFo, sum høvdu staðið í høllini, vórðu flutt í eina bingju. Stóra pressan varð flutt í goymslu á Hjalla, og bingjan við hinum trimum pressunum og øllum hinum
sítt dagliga lív í gleði og sorg. Hava røktað haga og bø og verið ein sjálvsagdur partur av føroyskari søgu og mentan. Ja, í farnum døgum taldist bygdin millum tær frægu í landinum og smæddist ikki burtur [...] Sigmundur og Tórur vórðu dripnir eftir orrustuna í Dímun. Tá áttu svínoyingar eina rødd, ið hoyrdist og sum hevði makt og myndugleika, men nú tykjast teir gloymdir av øllum. Tað myrknar í havsbrúnni, og eitt [...] tekur leiðina inn eftir Svínoyarvík, men Dragin stendur enn líka reystur og letur seg ikki vika av fótum, men herjar á illveðrið. Veður og vindur leika í, og brimdunið buldrar í homrum og fjøllum, men mangt
er – og hvar eru – eitt nú lokomotivini í Tinganesi…” Íslandi verða avgerðir tiknar, sigur Gunnvá Balle, og eru tær skeivar, so verða tær broyttar, men her á hesum lítla øki rekur Polo fyri vág og vind [...] útgáva og liðugtgerð, og ikki ikki fyri at gera eina orðabók, men at tú ikki megnar at lesa skriv frá tykkum sjálvum, kann verða katastrofalt í sambandi við umsóknir, tí mentamálaráðharrar og møguligar [...] sum fyrimynd? Ynskir tú, at ein varði á orðabókaøkinum skal liggja eftir teg, tá tú ert farin úr starvi. Tobbi dugdi og tordi, eftir hann liggur Føroysk-enskt orðabók. Mentamálaráðið við Tórbirni Jacobsen
sita eftir við júst somu fatan, góða Ingun. Tú hevði nevnliga týdning fyri okkum eisini. Bæði sum starvsfelagi og í mun til vinalag. Tú vart við tínum nærlagni og hegni við til at mynda okkum og psykiatriina [...] gleddist, tá tað gekst tínum børnum og familjuni annars væl, og altíð tosaði tú um tíni kæru við tí góða. Góða Ingun. Hóast saknurin eftir teg er stórur, og tað enn kennist sárt at hugsa um, at [...] stuttligar og góðar løtur, og tá vit hava onkur meira álvarslig evni á skrá í okkara arbeiði. Tú vart nevniliga ein, sum vit kundu heita á í so nógvum samanhangum. Við tínum stillføra og álitisvekjandi