ófyrireikaðir har. Hesi tíðindini vóru ikki sodna, tá letur Hans Engell frætta frá sær, konservativur fólkatingslimur og fyrrv. í so mongum. Tað hann sigur eru stór tíðindir. Danska verjan skal spara 100 mill [...] undan. Hvar var trygdin í ríkisfelagskapinum tá. Og ikki minst hatursherferðin í fjølmiðlunum, og hon heldur ikki uppat, nú er alt snarað 1800 aftur. Hvat høvdu danir sagt um teir vóru viðfarnir soleiðis [...] sum kavi um várið. Vit mugu skilja, at Mjørkadalur var ein í altjóða týdningi sera virðismikil støð. Hon hevur enn týdning, men sjálvsagt ikki í sama mun, og eg havi borið tað fram fyrr, at vóru ikki ber
galdandi fyri øll tey, sum eiga ein skrásettan bil. Taka vit nú lógina um bileftirlit, so ásetir hon, at allir skrásettir bilar skulu sýnast av og á. Hetta sýn skal tryggja, at bilarnir eru í forsvarligum [...] sjónarmið mítt. Sjálvt sakførarin hjá ALS, Niels Winther Poulsen sigur í einum uppriti til stýrið, at hann metur ALS at vera umfataða av fyrisitingarlógini, og at ALS sostatt er ein partur av almennu fyrisitingini [...] umframt løgfrøðingar í Landsstýrinum siga at stovnurin er almennur, so tvíhalda stýrislimirnir um at hann ikki er tað. Men meðan bæði eg og Landsstýrið hava framleitt nógvar síður við grundgevingum fyri hví
verið alt sítt lív hjá fólki, so stillur var hann, og tá hann var komin um eggina og úr posanum, fór hann at eta sum um einki var hent. At enda legði hann seg sum ein hundur og lá sum ein hundur eisini [...] hevði ikki sæð fólk áður, so menn vóru ikki rættiliga greiðir yvir, hvussu hann fór at hátta sær, tá fólk kom honum so nær. Men hann var friðarligur, og tær fyrstu metingarnar søgdu 70 pund! Men tá veðrurin [...] einum seyði sum veðrinum í Kvívíksskor, sum menn hava tosað um nú í eini tvey-trý ár. Hvussu mundi hann vera komin niður í Kvívíksskor, hevur verið spurningur, fleiri hava sett sær, og fleiri gitingar eru
bundin av tradisjónini. Hans Pauli Olsen, myndhøggari, er ein tann kendasti myndahøggarin í Danmark og hann er ikki modernistiskur. Tá ið hann kom fram við sínum skulpturum, broytti hann skulpturin, sum eyðkennir [...] væl vitjaðar. Vit hava eina ekspressiónistiska landslagslist, sum hevur síni serligu eyðkenni, og hon hevur ment seg nógv í tíðini eftir kríggið. Føroysk listafólk hava eitt serliga samband við náttúruna [...] eyðkennir Danmark, aftur til tað klassiska. Hann tók ein klassiskan tráð upp, sum danir høvdu slept og hevur verið slóðbrótandi í so máta í Danmark, sigur Bárður Jákupsson. Andlitið úteftir Vit hava lyndi
tá Sosialruin hitti hann áðrenn hann fór avstað aftur. Sunnudagin stóð Suðuroyggin fyri skotum, og har varð vitjað nógvastaðni. Kaffi, køkur og prát Ongantíð í lívinum sigur hann seg hava drukkið so nógv [...] nógv kaffi, og smakkað so nógvar, góðar køkur sum í Føroyum. Hann greiðir frá lagkøkum og øðrum køkusløgum, og heldur, at hann fer at síggjast aftur, tí honum dámar so ómetaliga væl køkur. Í kolanáminum [...] hava verið. Hann nevnir, at tá tað eydnaðist føroyska samfelagnum at koma so skjótt fyri seg aftaná kreppuna, so var tað einamest føroyingum fyri at takka. Henda kreppan var so álvarlig, at hon ikki nøkrum
at hann fór undir at læra til ursmið. Áðrenn Jóhann fór undir læruna, hevði hann tveir mánaðar royndartíð, har hann og komandi arbeiðsgevarin kundu meta um, um hetta var nakað fyri hann, og um hann var [...] í høvuðsstaðnum. Hetta arbeiði kundi hann tó ikki halda fram við, tí at hann fekk ringan rygg. Av somu orsøk var hann noyddur til at finna sær eitt arbeiði, har hann slapp undan at lyfta tungt. Hetta var [...] greiðir frá, at hann árligani er einar 20 vikur í skúla. Øll skúlagongdin er í Danmark, og gongur hon fyri seg á handilsskúlanum í Ringsted. Í lærutíðini er lønin nakað tað sama, sum hon er hjá einum vanligum
flokslógin varð broytt til, at landsfundurin skuldi haldast um heystið í staðin fyri um várið. Orsøkin er hon, at nú eru vit í byrjanini av tingsetunu, tingarbeiðið er um at taka seg upp, tingmenn eru nú fúsir [...] Hetta var ein av grundunum til, at Poul Nyrup Rasmussen kundi sama kvøldið í formansumfarinum siga, at hann nú fór til drotningina at boða henni frá, at stjórnin varð sitandi. Javnaðarflokkurin hevði viku seinni [...] ger okkara passiva støða, at borgarligi vongurin við stuðli frá Óla Breckmann verður so sterkur, at hann kann fella lógaruppskot o. l., sum koma frá stjórnini. Á henda hátt ber til at siga, at okkara passiva
hevði fingið fríspark á vandamiklum stað. Tað var níggjunda málið hjá Arnbjørg Danielsen í ár, og hon er toppskjútti hjá B36. Men eins og í steypafinaluni fyrr í ár fingu HB-kvinnurnar seinasta orðið, [...] aftaná dystin. Vóru ikki favorittar Venjarin hjá B36, John Klein, sigur, at tá kappingin byrjaði, hevði hann ikki roknað við, at tað fór at gangast so væl hjá B36-kvinnunum. ? Vit vóru ikki favorittar til at [...] negldur í niðurflytingarkistuna hjá Skála. LÍF hevur litið nógv á Kristinu Eyðbjørnsdóttir í ár, men hon fór av landinum, tá nakrir dystir vóru eftir at spæla. Men nógv gott fólk er í Leirvík (og Gøtu), og
yrkisbólkar úr øllum norðurlondunum koma higar at taka lut og halda fyrilestur um javnstøðu, hvussu hon roynist í verki og hvørji framtíðarútlitini eru hesum viðvíkjandi. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum [...] javnstøðu ímillum kynini og Kirsten Brix úr Føroyum fer at tosa um kyn og mál. Leygarmorgunin leggur Hans Pauli Strøm, sosiologur, fyri við at tosa um siðbundna samfelagið í broyting og síðani fara umboð
har hann, sum kunnugt, situr og arbeiðir við sjálvstýrismálinum. Heini O. Heinesen greiddi frá Tjóðveldisflokkinum fyrr og nú og Helgi Øster, greiddi frá tí hann minnist um fólkaatkvøðuna. Hann er ein [...] Jóannes Jacobsen framførdi nakrar av sínum sermerktu tjóðskaparsangum og í sambandi við dagin hevði hann yrkt ein sang til Unga Tjóðveldi, sum var endurstovna fyri kortum. Hesin sangur varð sostatt frum [...] kvøldið. Allir áhoyrararnir fingu kaffi og køkur og tá alt tað var liðugt fór øll mannamúgvan sum hon var upp á gólv. Tiltakið endaði um midnáttina og sum skilst so vóru fyrireikararnir sera væl nøgdir