Hátíðarhildu fólkaatkvøðuna í 1946

Mánakvøldið skipaði Unga Tjóðveldi fyri hugnaløtu í Sjónleikarahúsinum í Havn í sambandi við at tað vóru liðin 52 ár síðan fólkaatkvøðuna í 1946. So nógv fólk høvdu leitað sær oman í Sjónleikarahúsið, at pláss var ikki fyri teimum øllum

Mánadagin vóru liðin 52 ár, síðan føroyingar vóru til fólkaatkvøðu um hvørt Føroyar skuldu loysa frá Danmark ella ikki.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni kenna vit. Meiriluti var fyri at loysa frá Danmark, men hóast tað, so hendi tað jú ikki Heimastýrislógin kom í staðin.

Tað hevur Tjóðveldisflokkurin, sum var stovnaður tvey ár eftir fólkaatkvøðuna, ongantíð latið sær lynda.

Nú flokkurin hevur fimti ára føðingardag og tað eru liðin 52 ár síðan fólkaatkvøðuna gjørdi Unga Tjóðveldi av at halda dagin.


Nógv fólk í Sjónleikarahúsinum

Og tað sær út til, at tað í løtuni er stórur áhugi fyri einum slíkum tiltakið.

Umleið 400 fólk høvdu leitað sær í Sjónleikarahúsið fyri at hoyra hvat var á skránni.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður greiddi frá arbeiði sínum í Tinganesi, har hann, sum kunnugt, situr og arbeiðir við sjálvstýrismálinum.

Heini O. Heinesen greiddi frá Tjóðveldisflokkinum fyrr og nú og Helgi Øster, greiddi frá tí hann minnist um fólkaatkvøðuna. Hann er ein av teimum altsamt færri, sum minnist fólkaatkvøðuna.

Men har vóru ikki bara frásagnir.

Jóannes Jacobsen framførdi nakrar av sínum sermerktu tjóðskaparsangum og í sambandi við dagin hevði hann yrkt ein sang til Unga Tjóðveldi, sum var endurstovna fyri kortum.

Hesin sangur varð sostatt frumframførdur av pallinum í Sjónleikarahúsinum hetta kvøldið.

Allir áhoyrararnir fingu kaffi og køkur og tá alt tað var liðugt fór øll mannamúgvan sum hon var upp á gólv.

Tiltakið endaði um midnáttina og sum skilst so vóru fyrireikararnir sera væl nøgdir við tiltakið og sanniliga eisini við undirtøkuna