menniskjanum. Vit hoyra horvnar røddir hjá teim gloymdu, tey eingin virdi, teim sum lossaðu á kaiini, koyrdu taxa og børsaðu. Stutt sagt skrivar Einar Már søguna hjá norðurlendsku undirstættini. Við hesum [...] illa dugdu at skriva sítt egna navn, fáa í bókunum hjá Einar Már eina rødd. Hesar skaldsøgur eru bæði um tey og til tey, tí týðiligt er, at stórleikin hjá hesum høvundanum er, at hann hevur eina samkenslu [...] undir viðurskiftum, ið vit sjálvi hava valt. Hetta er tað fyrsta vit kunnu lesa í nýggju skaldsøguni hjá Einar Már Gudmundsson "Navnleysir vegir". Orðini eigur Karl Marx, men ikki er hetta nøkur kommunistisk
mansflogbólti var á skránni um vikuskiftið. Fyrsti dysturin var fríggjadagin móti Íslandi, sum undan kappingini varð mett sum eitt hitt truplasta mótstøðuliðið hjá Føroyum. Tað eru fleiri ár síðani, at Føroyar [...] oddasessinum. Skotland megnaði heldur ikki at forða føroyingunum í hesum, tá talan aftur gjørdist um 3-0 sigur, og soleiðis skuldu Føroyar bert vinna eitt sett móti Luksemburg til tess at tryggja oddasessin. Fyrsta [...] síðani mutaði Luksemburg tó væl ímóti, men ending gjørdist, at Føroyar vunnu dystin 3-2. Sum eyka krydd hjá føroyska liðnum kom umframt oddasessin, at Rúni Weihe varð kosin besti leikari og besti smasharin í
Føroyum, og verður hetta støðan, so hevur HB møguliga eisini funnið avloysaran hjá Andrew av Fløtum, eftir at toppskjúttin hjá meistarunum fyri stuttum gjørdi av at royna seg sum yrkisleikari í danska Fremad [...] seg um umstøðurnar, uttan at nakar venjari tó varð settur av teirri orsøk. Leygardagin mundi tó ein suður fara ígjøgnum tann partin av Havnini, sum hevur áhuga í fótbólti og ikki minst HB.Tíðindini um, at [...] er sostatt 37 ára gamal í dag Tey nógvu fyrstu árini sum yrkisleikari var hann partur av álopinum hjá Silkeborg, har hann eisini var við til at gerast danskur meistari ein einstaka ferð, og tað er eisini
3. partur Jerusalem: ? Shalom. Eg havi eitt gott tilboð til tín. Serliga bíligt, tí tú ert mín fyrsti kundi í morgun. Orðalagið er tað vanliga, sum tú hoyrir í øllum øðrum sølugøtum á slíkum støðu. Um [...] r har og biður okkum, høviskur men avgjørdur, um ikki at taka myndir av staðnum. Av trygdarávum, sigur hann. Myndin var so kortini longu tikin, og hann bað hóast alt ikki um at sleppa at síggja kortið [...] Grátimúrin er sama skilið. Alt verður kannað. Viðføri eftir bandi og tú sjálvur gjøgnum durakarmin, sum sigur frá um bara tað minsta er, sum bendi á metal. Snarlás og beltispenni eru hervilig at slatra, og so
var Tollakur (Sankta Torlacius). Dagurin verður nú á døgum mest róptur lítli jólaaftan. Ein søgnin sigur, at í katólskari tíð var bønhús í Gásadali, sum hevði mynd av Tollaki, og hagar komu fólk úr øllum [...] stoyta kertu. Norrønt navn, ið merkir Tórs stríð ella leikur. 24. desember. Ádam. Eftir bíbliuni fyrsti maður (1. Mós. 2-5). Navnið er helst sett til jólaaftan sum sum mótsetningur til Kristus, hin annan [...] ein mótsetning til tær heidnu háveturs- og sólkomuveitslurnar, sum hildnar vórðu um hetta mundið. Hjá norðbúgvum hevur hetta svarað aftur, og tann kristna høgtíðin er komin í staðin fyri tað gamla heidna
gevur eina kenslu av frælsi, sigur Tróndur Patursson. Hann hevur gjørt fýra onnur rúm, ið skuldu geva øðrum hesa kenslu av djúbd og frælsi, men nú er listaverkið fullkomið, sigur hann. ? Hendan konstruktiónin [...] Vinci var tann fyrsti, sum arbeiddi við hesum forminum - hetta er ein sera einfaldur formur, eitt hválv av fimm- og sekskantum, sama prinsip, sum ein fótbóltur er seymaður eftir, sigur Tróndur Patursson [...] er tað ikki list, men ein dekoratión, sigur Tróndur Patursson. Og leggur aftrat: Tað er við náttúruni eins og við eini vangamynd - um tú ikki kennir sálina hjá tí persóninum, sum tú málar, líkist myndin
Faðirættin var týsk, komin til Onglands í fyrru helvt av 18. øld, kanska nakað eftir at Georg Fyrsti, sum tann fyrsti av Hannoverættini, settist á hásætið í Onglandi. Í 1895 flutti familjan úr Suðurafrika til [...] styðjað meg til í hesi grein) hevur víst á, Tolkiens svar upp á avrikini hjá brøðrunum Grimm og Lönnrot. Við hesum verki, sigur Shippey, leitaði Tolkien aftur í forna tíð eftir einum ímyndaðum heimi, sum [...] deyða Tolkiens, greidd til prentingar av soni hansara Christopher. Tað fagurbókmentaliga høvuðsverkið hjá Tolkien Ringanna Harri, sum kom út á fyrsta sinni 1954-55, er ikki bara eitt framhald av Hobbanum,
Samstundis er tað púra óskiljandi, sigur ein nakað lítillátin Steintór Rasmussen. Hann sigur seg kunna skilja, at hansara ættarlið dugir sangirnar og dámdu teir, men at børnini hjá teimum so eisini vísa seg at [...] onnur haft og bond, sigur Steintór. Hann sigur púra avgjørdur, at tað ongantíð hevur verið hansara dreymur at skriva yrkingsavn. ? Eg trívist minst líka væl sum sangskrivari, sigur hann. Nýggj útgáva Steintór [...] vera óskiljandi. ? Sjálvandi eru vit glaðir fyri tað, tað sigur seg sjálvt, men tað eru nærum ófatiligt, at teir liva millum fólkið enn, sigur hann. Hann dugir illa at seta orð á, hví tað man vera so,
skerdur, so sigur flokkurin seg kortini vilja arbeiða undir galdandi fíggjarkarmum við skerdum blokkstuðuli. Hvørki lántøka ella øktur blokkstuðul kemur upp á tal. Ongin ávísur Jóannes Eidesgaard sigur, at h [...] við einum samgongusamstarvi, men vit mugu eisini verða opin fyri øðrum flokkum, sigur hann Skeivar raðfestingar Valskráin hjá Javnaðarflokkinum er breið, og tað trýtur ikki við góðum tilboðum, um tú velur [...] eitur fullveldið. Nú skal leggjast á annan bógv, og valskráin hjá okkum vísir greitt, at vit vilja priotera øðrvísi enn undanfarna samgonga, sigur Jóannes Eidesgaard. Valskráin sær dýr út, hvussu skal hon
bleiv hann so fyrsti føroyingur í 2004. ? Tað er sjálvandi stuttligt og nakað serstakt, at hann er tann fyrsti nýføðingurin í ár, men vit eru bara glað fyri, at hann er komin í øllum góðum, sigur Barbara. Fýrverkið [...] ferðir, so tað hevur riggað, sigur hon skemtandi. ? Tað endaði so í øllum førum við einum ordiligum bresti, og hetta er tann størsta nýggjársgávan, sum ein yvirhøvur kann fáa, sigur hon og hyggur eymliga at [...] fremst vil eg liggja her á sjúkrahúsinum í nakrar dagar og taka tað róligt, sigur hon. Lítlibeiggin hevur tað gott, har hann liggur hjá mammu síni og svevur í sama lag, og líka leggur hann í hendan heiðurin