Landapláganna harri

Veitslusangir og barnasangir, Frændur og Kular Røtur, Brandur Enni og Kristel Lisberg, Studio Pegasus og útvarpssendingar. Ein kundi hildið áfram, men felagsnevnarin fyri øll hesi er eini og sami maður, Steintór Rasmussen, sum man eiga flestu føroysku landaplágurnar seinastu 20 árini, og tí kann landapláganna harri vera eitt hóskandi heiti til hansara

Klaksvík:
Fyri júst 20 árum síðani, kom ein ókendur bólkur á pall til eina nýggjárskonsert í Klaksvík. Frændur itu teir. Ongin visti nakað serligt um teir, og teir høvdu onga útgávu aftan fyri seg.
Men við hesi konsertini fór kavabólturin á rull, og hann er ikki steðgaður enn. Landaplágurnar komu ein fyri og onnur eftir frá bólkinum og serliga Steintóri, sum hevur skrivað flestu sangirnar hjá bólkinum.
Sangirnir eru lættyrktir, lagið er lætt at syngja og lønin fyri tað er fólksins viðurkenning. Øll hava tikið sangirnar til sín, og øllum dámar líka væl at syngja teir ? enn tann dag í dag.

Koma aftur
Í dag hoyrist annars ikki so nógv til 20 ára gamla bólkin, men hann livir væl enn. Og undirtøkan er líka góð. Tað varð staðfest við manér í Gundadalshøllini til árligu nýggjárskonsertina í Havn.
Um havt verður í huga, at meginparturin av teimum, sum vóru millum áhoyrararnar hetta kvøldið ikki vóru fødd, tá Frændur í 1983 fyri fyrstu ferð trinu á pall, so man hetta kvøldið hava verið eitt tað besta prógvi um, at teirra sangir eru líka væl dámdir millum ungdómin í dag, sum fyri tíggju ella fimtan árum síðani. Øll sungu tey við teimum kendu Frændur løgunum.
? Tað er fyri tað fyrsta ein avbera lívsjáttandi kensla at standa og syngja fyri so ungum fólki, og at tey duga so at siga allar sangirnar. Samstundis er tað púra óskiljandi, sigur ein nakað lítillátin Steintór Rasmussen. Hann sigur seg kunna skilja, at hansara ættarlið dugir sangirnar og dámdu teir, men at børnini hjá teimum so eisini vísa seg at dáma tónleikin, tað heldur hann vera óskiljandi.
? Sjálvandi eru vit glaðir fyri tað, tað sigur seg sjálvt, men tað eru nærum ófatiligt, at teir liva millum fólkið enn, sigur hann.
Hann dugir illa at seta orð á, hví tað man vera so, men hann heldur so avgjørt eina orsøk vera, at sangirnir eru so lættir og melodiøsir.

Fleiri yndissangir
Tá Steintór verður biðin um at velja sær sín yndissang, ber tað stutt sagt ikki til hjá honum at velja bara ein. Hann byrjar við at tosa um landapláguna av teimum øllum, Føroyar. Men beinanvegin tá hann hevur nevnt hann koma aðrir upp á tal, so sum Tey dansa eins og skuggar av Amnesty útgávuni, Lívsmynd, sum man verða fastur táttur til hvørja veitslu í landinum, Hon er omma mín, sum Kular Røtur sungu. Ein av teimum nýggjaru sangunum, sum Steintór er sera glaður fyri sjálvur er, Kanst tú siga farvæl av seinnu soloútgávu hansara, Kærleikans vallaraheim.
? Tað er ein sera persónligur sangur, sigur hann. Og tað sást væl aftur í tekstinum. Tað er ongin ivi um, at sangurin er yrktur í Klaksvík av einum, sum hevur búð har meginpartin av sínum lívi.
? Sangir eru at samanbera við tíni børn. Tú ert góður við øll tíni børn, men upp á hvør sín máta, sigur hann.
Steintór hevur skrivað um áttati sangir, sum eru givnir út, og hann vísir tí á, ta avbera torføru uppgávuna tað er, hjá honum at velja ein burtur úr rúgvuni. Men tá hann verður spurdur umaftur, viðgongur hann tó, at tann sangurin, sum rennur honum fyrst í huga, tá hann verður spurdur soleiðis er Føroyar.
Steintór byrjaði at yrkja Føroyar, tá hann búði niðri miðskeiðis í áttatiárunum. Í 1985 byrjaði hann at yrkja hann, og hann gjørdi hann lidnan í 1986, beint áðrenn Føroyar plátan kom út.
Ein annar sangur, sum somuleiðis enn tann dag í dag, fær sangskrivaran at steðga við eina løtu er Lívsins leikur, sum Arnfríð Lützen syngur. Tað er ein sangur, skrivaður um lívsins ringrás. Við løttum orðum og eyðkenda stílinum hjá Steintóri, er boðskapurin í sanginum álvarsamur, men tó er tað onki menniskja, sum ikki fatar hann.

Íblástur allastaðni
Steintór sigur, at hann finnur sín íblástur allastaðni. Har hann er í gerandisdegnum, fólk hann tosar við, støðan í samfelagnum og so framvegis.
? Eg skrivi um ymiskt. Um tað bert var út frá mær sjálvum, so hevði tað ikki verið serliga áhugavert, men eg skal tó viðganga, at yrkingarsavnið, tað fer kanska heldur meira aftur um skrivaran, enn mínir sangir gera, sigur hann.
Í yrkingarsavninum er ein yrking um eitt lítið barn til dømis. Tað er ongi ivi um, at henda yrking er skrivað stutt eftir, at Steintór og konan, Jóngerð, fingu dóttrina Rakul Ró. Ein eftirnølara, sum vekir tankar í høvdinum á pápa sínum, sum hann helst ongantíð hevur havt áður.
Her er tað eisini talan um eina menning í skrivingini. Steintór skrivar eina yrking um smábarnið, sum tey hava fingið á heldur eldri árum enn tey bæði fyrru børnini.
Onnur, sum hava fingið eftirnølarar, siga, at tey væl síggja sínar egnu tankar aftur í yrkingini hjá honum. Tankar, sum ein als ikki hevur á sama hátt um síni børn á ungum árum.

Frændur ? ikki Frændir
Steintór Rasmussen byrjaði at skriva sum 16 ? 17 ára gamal, meðan hann gekk á HF í Klaksvík. Nógv av løgunum tá, vóru merkt av tí tíðini, sum tá var. Tað er ongin ivi um, at tað er ein ungur maður, sum hevur skrivað løg sum Minnist tú gildið, Tú ert bert eitt kuffert og so framvegis.
Fyrsta útgávan við Frændum kom á sumri í 1984, og var tað plátan Saman við tær. Móttøkan var sera góð, og tað var ikki sørt, at teir tríggir vóru bilsnir. Steintór átti meginpartin av sangunum á tí plátuni, men til tær seinnu útgávurnar kom serliga Eyðun Nolsøe eisini við sum sangskrivari.
Framman undan fyrstu útgávuni stóðu teir sum sagt fyri fyrstu ferð á palli, og bólkurin hjá teimum mátti hava eitt navn.
Ein vinmaður hjá Steintóri, Edvard Olsen, kom við uppskotinum. Og á fyrstu útgávuni stendur Frændir á húsanum. Men seinni vísti tað so seg, at tað var ikki rætta stavsetingin, so norðoya dialektin mátti víkja fyri mállæruni, og navnið varð broytt til Frændur.

Meira umhugsin nú
Steintór tosar um munin á hansara skrivihátti í dag og fyrr. Og hann kemur inn á hetta, at tá ein sum ungur setur seg niður at skriva sangir, tá hugsar ein ikki altíð so nógv. Reglarnir eru ikki nógvir, og ein leggur í veruleikanum heldur ikki so nógv í, hvussu tað verður móttikið.
Í dag er hann meiri ansin, tá hann skrivar. Hann hugsar meira um, hvat tað er, sum hann skrivar um.
? Tað eru kanska í so nógvir reglar í dag, og ein spekulerar ov nógv, sigur hann hugsunarsamur. Men so sigur hann, at soleiðis munnu øll broytast við tíðini. Tá ein er ungur, er tað tað spontana, sum ræður oftari. Og tað broytist við árunum.
Steintór hevur skrivað nógvar sangir, sum øll Føroya fólk hava tikið til sín, og so bleiv tað til barnasangir við Kulum Røtum, eitt hugskot, sum vardi í nøkur ár og fekk dygga undirtøku kring alt landið, og sum saman við Trølla Pæturi eisini royndi seg uttan fyri landoddarnar. Síðani hevur hann arbeitt við Studio Pegasus, Brandi Enni og nú eisini Kristel Lisberg. Og tað allarseinasta skotið á stammuni er, at hann saman við Sámali Bláhamar og Hans Eileri Hammer er farin at arbeiða fyri at savna pening inn til HIV smittað børn í Suður ? Afrika.

Yrkjarin
Umframt alt hetta gav hann út sítt fyrsta yrkingarsavn stutt fyri jól. Ikki verður tosað so nógv um tað, men hann sigur, at hann fekk hug at royna seg við yrkingum, og so gjørdi hann tað. Allar yrkingarnar eru skrivaðar í ár.
? Eg helt, at tað var stuttligt at royna tað, og so bleiv eg rættuliga bitin av tí, tí tað er stuttligt at kunna orða seg á ein øðrvísi hátt uttan at skula hugsa um málslig ella onnur haft og bond, sigur Steintór.
Hann sigur púra avgjørdur, at tað ongantíð hevur verið hansara dreymur at skriva yrkingsavn.
? Eg trívist minst líka væl sum sangskrivari, sigur hann.

Nýggj útgáva
Steintór er ein maður, sum má sigast ikki at trívast væl uttan so, at hann hevur nógv jørn í eldinum og helst øll í senn. Tá er hann í essinum, og nógv kemur av skafti.
Seinnu árini hevur tað tó av tí sama ikki verið nógv at hoyrt til Frændur og ei heldur nakað nýtt tilfar er komið frá bólkinum.
Men Steintór sigur, at stundin er komin til at geva okkurt nýtt út nú, og tað hava teir tríggir ætlanir um at gera í komandi ári.
? Vit fara at seta okkum niður, tá nýggjárið er farið afturum og tosa um nøkur ítøkilig viðurskifti, sum mugu fáast uppá pláss. Tað nyttar onki, at eg bara sigi, at nú skulu Frændur geva eina nýggja fløgu út. Tað má tilrættisleggjast væl, sigur hann.
Orkan og viljin hjá øllum trimum er tilstaðar, og hugurin somuleiðis, sambært Steintór, so føroyingar kunnu vænta, at einaferð í 2004 kemur ein nýggj útgáva við okkara "gamla" bólki Frændum.
? Eg haldi, at vit skylda øllum at koma við onkrum nýggjum tilfari. Tað er sjálvandi stuttligt at syngja teir gomlu, men nýtt skal eisini til, so tað fara vit at arbeiða fram ímóti, sigur Steintór Rasmussen at enda.