ein bilførari máldur at koyra 106 kilometrar um tíman. Hetta gevur klipp í koyrikortið, tá tað bert er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman í tunlinum. Men, tað vísti seg ikki, at ungi bilførarin, sum [...] til hjá einum, sum er nýggjur í ferðsluni, at missa koyrikortið. Og tað var júst hetta, sum hendi í Klaksvík í nátt. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ungi bilførarin fekk koyriforboð, og hann kann [...] fór hann øvutan veg í rundkoyringini. Hesum fann løgreglan út av, og enn einaferð varð hann tikin. At koyra øvutan veg í rundkoyringini gevur eisini klipp í koyrikortið, so nú vóru knappliga tvey klipp
hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar. At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur [...] At vera varandi sjúk og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur hjáárin við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú kanst óttast, [...] og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari. Til at skipa fyri og leiða bólkin eru ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum. Bólkurin byrjar
matarkvøld, og hetta verður í hølunum hjá Frelsurnarherinum. - Tankin við kvøldinum er at geva borgarum møguleika at sita til borðs, sum einstaklingur ella sum familja og njóta eina góða máltíð, tí gera [...] Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at tað mangan er nógv, sum skal avrikast, og samdøgrið er ikki longri enn 24 tímar. - Fyri at lætta um, bjóðar Vágs kommuna øllum borgarum til matarkvøld [...] hugna og samveru saman við teimum nærmastu og vinfólki. Í Vágs kommunu siga tey, at á matarkvøldinum verður eisini høvi at gera matpakkar til børnini, sum tey kunnu hava við í barnagarð og skúla dagin eftir
bilførarar fingur klipp í koyrikortið á sama vegastrekki. Annar fyri at koyra 48 km um tíman og ein fyri at koyra 50 km um tíman. Bótin fyri at koyra 50 km um tíman í eini 30 km sonu er 4.500 krónur. Løgreglan [...] bilførari varð máldur at koyra 58 km um tíman. Og sjálvt um løgreglan altíð trekkir 3 km um tíma av, so var revsingin hørð. Tí viðkomandi fær treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 55 km um tíman [...] Fuglafjarðarvegi í Gøtudali. Har fekk ein klipp í koyrikortið fyri at koyra 105 km um tíman og tveir fingu treytaða frádøming fyri at koyra ávikavist 123 og 125 km um tíman.
sóknarprestur í lestrarfarloyvi at granska Jóhannesevangeliið, og fer hon nú undir at deila tað, hon hevur skrivað, við tey, sum eru áhugað, skrivar folkakirkjan.fo. Anne Mette fer at gjøgnumganga alt Jóhanne [...] evangeliunum og ber orð fyri at verða torført at skilja. Men har er ein serligur reyður tráður, ið kemur til sjóndar, tá evangeliið verður lisið í síni heild. Vanligt er at telja daganar til jóla við j [...] Tíðarskeiðið millum føstulávint og páskir hevur fyrr verið tíðin til eftirtankar, og í ár verður møguleiki at leita sær nýggjan kunnleika saman við presti, ið leggur eina refleksión á netið hvønn dag uttan sunnudagar
hesum málinum. Hóast tað kunnu vera fleiri góðar orsøkir til, at málsviðgerðin av einum máli dregur út, eiga bæði politi og ákæruvald at tryggja, at viðgerðartíðin verður so stutt sum gjørligt. Hetta stremba [...] Talan hevur verið um rúgvusmikið tilfar at gjøgnumganga og meta um bæði frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og frá Bakkafrost. Tvær ákærur reistar Avgerð er tikin um at reisa ákæru í tveimum førum, hóast talan [...] førum eru skuldsetingarnar sleptar, tí fyrningarfreistin var farin, og í øðrum førum tí tað varð mett, at prógvbyrðan ikki kundi lyftast. Ikki nøktandi við longum viðgerðartíðum Langar viðgerðartíðir eru sum
HB. HB vann fyrru hálvfinaluna 1-0. Orsøkin er tann, at tað verður sagt frá eitt sindur av vindi í kvøld, og ættin er soleiðis, at tað kann fara at vera ivasamt, hvussu tað verður við fótbóltslíkindunum [...] Tað gongur illa at fáa seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB avgreidda. Fyrr í summar bríkslaði dómarin dystin av, tí tað var ikki veður at spæla, og nú spælir veðrið aftur [...] annaðkvøld verður tað væl minni vindur, enn tað verður í kvøld. Avgerðin um at útseta hálvfinaluna í eitt samdøgur ber við sær, at dystirnir hjá Víkingi og HB í 20. umfari í landskappingini vera útsettir
n var hart ímóti avgerðini frá 2002 at lækka ríkisveitinginia. Ætlanin var nú at fáa sum mest av tí mista innaftur, men danska stjórnin gekk einans við til aftur at prístalsviðgera upphæddina á ríkisveitingini [...] inflatiónini í Danmark. Løgtingið gjørdi av í 2002 at minka ríkisstuðulin við 366 milliónum krónum niður í 616 milliónir krónur. Biðið varð eisini um, at upphæddin ikki skuldi prístalsviðgerast. Tí stóð [...] krónum til í fjør, tá sitandi landsstýri gjørdi av at minka upphæddina við 25 milliónum krónur – og tað verður gjørt á hvørjum ári fram til 2026, soleiðis at ríkisveitingin verður niðri á 542 milliónum krónum
hjá Agape er at veita hjálp og íblástur til lívið, við at gera kirkjuligt sosialt arbeiði – diakoni. Virðisgrundarlagið hjá Agape er tann kristna lívs- og menniskjaáskoðanin.Hettar merkir, at vit síggja [...] Viðurkennandi relatiónir Fyrilestrarnir eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til rindan av útreiðslum. Høvi verður eisini at tosa saman og fáa sær ein drekkamunn. Leygarmorgunin verður byrja við [...] síggja tað einstaka menniskja sum virðismikið, unikt og við rætti og frælsi til at ráða yvir sínum egna lívið. Vit ynskja at møta øllum menniskjum við okkara virðum sum eru: Nærvera, ærligheit og virðing. Agape
onkustaðni nærhendis Sudzha, sigur Zelensky. Hann vísir á, at sameindu londini hjá Ukraina undir krígnum hava biðið Ukraina um at halda seg frá at leypa á mál inni í Russlandi. Sudzha, sum forsetin nevnir [...] hann í kvøld ger støðuna í Kursk. Samstundis biður Zelenskyj sameindu sínar um loyvi at brúka vápn úr Vesturheiminum til at leypa á mál langt inni í russiskum øki. - Tað naiva, illusoriska hugtakið, sum sokallaðar [...] nevnir, er ein av býunum í Kursk, sum Ukraina hevur hertikið, eftir at ukrainsku herdeildirnar komu inn í Russland 6. august. Um tað er rætt, at Ukraina ræður yvir 1.250 ferkilometrum í Kursk, so er talan um