Zelenskyj: Ukraina hevur hertikið 92 bygdir í Kursk-økinum

Meðan hermenninir koma alsamt longur fram í Kursk, biður forsetin í Ukraina um loyvi at leypa á mál langt inni í Russlandi.

Volodymyr Zelenskyj vil fegin hava loyvi frá sameindum hjá Ukraina at leypa á mál langt inni í Russlandi. (Savnsmynd). - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Ukrainskar herdeildir, sum eru farnar inn í Kursk seinastu tvær vikurnar, hava nú tamarhald á 1.250 ferkilometrum og 92 smærri býum í russiska marknaøkinum.

Tað sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, tá hann í kvøld ger støðuna í Kursk.

Samstundis biður Zelenskyj sameindu sínar um loyvi at brúka vápn úr Vesturheiminum til at leypa á mál langt inni í russiskum øki.

- Tað naiva, illusoriska hugtakið, sum sokallaðar reyðar linjur eru í mun til Russland, og sum hevur rátt sum sjónarmið hjá okkara samstarvsfeløgum um kríggið, hevur seinastu tíðina syndrað onkustaðni nærhendis Sudzha, sigur Zelensky.

Hann vísir á, at sameindu londini hjá Ukraina undir krígnum hava biðið Ukraina um at halda seg frá at leypa á mál inni í Russlandi.

Sudzha, sum forsetin nevnir, er ein av býunum í Kursk, sum Ukraina hevur hertikið, eftir at ukrainsku herdeildirnar komu inn í Russland 6. august.

Um tað er rætt, at Ukraina ræður yvir 1.250 ferkilometrum í Kursk, so er talan um eitt øki, sum er á stødd við Føroyar.

 

/ritzau/Reuters

 

Volodymyr Zelenskyj vil fegin hava loyvi frá sameindum hjá Ukraina at leypa á mál langt inni í Russlandi. (Savnsmynd). - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix