teimum verður at geva út hondskrivaðu bókina hjá dóttir A.C. Lützen, Onnu Evensen, saman við tilfari, sum er tøkt um pápa hennara. Henda bók er fyrr umrødd her í Miðvikuni í sambandi við, at upprunahandritið [...] nede i Danmark, og der skulde meget til for at hindre Folk i at gaa i Kirke. Om Aftenen læste eller skrev Fader, kun to Aftener om ugen tog han sig fri for at spille Whist og L’hombre, som han holdt meget [...] overens om at bespise fattige børn, saa at intet Trygleri maatte finde sted. Der blev valgt en Bestyrelse, Lützen, Venningsted, Gregersen og jeg. 6. februar Fastelavns søndag ere 25 børn begyndte at faa deres
til, at mentalívið kann gerast nalvaskoðandi í útnorði, er at man vil vera pereferi, vil hava ein forfjónaðan samleika og ikki vil velja at bjóða heiminum innum. Betri enn at gráta, er at tora at hyggja [...] til hvussu skal eg bera meg at? Mín tulking ber ikki brá av folklorisering og setir ikki at hálova hesum, at vit eru fjarskotin, at vinnuvegir okkara eru alt ov tengdir at náttúrutilfeinginum. Tí vit standa [...] frá sær, og at venda tí bakið. Neyðugt er, at vit læra okkum at síggja realistiskt at støðu okkara, har fávitskut og lítilsverd hálovan av øllum serføroyskum støðgar og vit tora at seta spurningar, so
eisini ta samfelagsfrøðiligu hugsan, at tað ber til vísindaliga at skilja, allýsa og greina tær lógir, sum stýra søgugongdini, og, víðari, út frá hesi greining at gera neyvar søguligar og samfelagsligar [...] øllum hernaðarligum samskifti. Hjá Onglandi bleiv tað um at gera at megna at týða týsk loyniboð so skjótt sum gjørligt. Hugsar ein sær t.d., at ein floti av 200 amerikonskum skipum, við mati, vápnum og [...] framkomin, at hon kundi stillast upp á 150 milliónir milliardir av mátum. Hjá einum menniskja at týða eina dulskrift hevði undir hesum umstøðum tikið øldir. Fyri at makta hesa avbjóðing varð farið undir at framleiða
edrúur maður, ikki tí at mær ikki dámar at drekka, heldur tí, at mær dámar alt ov væl at drekka, so væl, at eg havi slett ikki tíð at arbeiða, tíansheldur at røkja nakað sum helst annað í lívinum, tá ið eg [...] tú!? At nema við hetta viðkvæma evni kann lætt-liga føra við sær, at tú fær dómin at vera frelstur ella at tosa moral. Tað vil so vera. Og áðrenn eg sigi eitt sindur um meg sjálvan, kann eg siga, at gavst [...] alt fyri at fjala útyvir veruliga trupulleika, at tann bundni drekkur ov nógv. Hví tey gera so er ilt at siga, men hetta liggur djúpt í einum. Tað er so eymt og tað er so stór skomm ikki at duga at bera seg
hevur tað havt stóran týdning at verja sjálvt handverkið, so at tað bara verður útint av teimum, sum hava staðið í læru og fingið læru- ella sveinaprógv. Eitt annað mál var at fáa allar handverkarar og seinni [...] Lærlingafeløg hava verið sett á stovn nakrar ferðir, og í hesi bókini verður greitt frá tiltøkunum hjá hesum feløgunum at fáa betri læriumstøður og at fáa lærlingalønina upp. Havnar Handverkarafelag húsast [...] nýstovnaða felagið fór undir, var at fáa limunum sáttmála við Havnar Handverksmeistarafelag, og tað eydnaðist í 1951. Havnar Handverkarafelag hevur annars øll árini lagt dent á at tryggja limunum rímilig lønar-
innihaldi, men dentur er eisini lagdur á, at hon skal vera vøkur á at líta, ein vakur lutur í innrættingini, at hava liggjandi frammi til prýðis, til gestir at blaða í. Føroyski klæðini er ein livandi mentan [...] forvitnisligt, at semja bleiv gjørd um, at víðka arbeiði við eini enn størri útgávu, sum veruliga fekk lýst tað fjølbroytni, vit fingu innlit í um várið. Í summar var av álvara farið undir arbeiðið at fáa hugskotið [...] eisini eitt spennandi og sigandi søguligt afturlit og søguligar myndir, sum eisini staðfesta, at tað hava hesi klæðini, sum vit øll elska, altíð verið. Tí er hetta søgan um, hvussu vit hava latið okkum í
eru ætlað at tæna onkrum ráki, sum tíðindafólkini sjálv eru partar av. Hetta er sjónarhorn, sum fólkið, vit sum gjalda, hava gott av at hoyra, og eiga at hoyra um, og sum ongin annars torir at nema við [...] møguleika fyri at seta orð á grundleggjandi frustratiónir og at varskógva um viðurskiftir í samfelagnum, sum hann hevur greiðar hugsanir og meiningar um. Viðurskifti, har rot er farið at gera um seg, tí [...] Høgni til endans sigur, at tað kann vera neyðugt at penta seg fram til onkra nýtiliga tvørsøgn. Høgni slær við stórum líggja. Nógv mál verða tikin upp, men eg havi kensluna av, at serliga málið um hansara
allir merktir av Oddvørs lætta stíli, og at hon dugir at geva bæði fólki og hendingum skemtibrá. Her verður gjørt gjøldur við smakkdómarunum, sum bara vilja hava, at føroyskur skaldskapur skal vera upp á [...] føroyingar á stovni í Danmark, harav eini 80 á Rødbygaard. Sorgarleikurin er, at nógv teirra, sum vórðu send á stovn í Danmark, ikki áttu at verið goymd burtur á slíkan hátt. Við einum sindri av stuðli, høvdu nógv [...] 20 lívfrøðingar hava skrivað og lýst sín part av føroysku náttúruni. Hugskotið til bókini kom eftir at Føroyar í 1992 skrivaðu undir ST-samtyktina Agenda 21, um varðveitslu og skráseting av lívfrøðiligum
verður bara, at hesi fólkini eru bara komin til Róm fyri at koma til Róm, og ikki fyri at síggja nakað og rættiliga njóta býin. So uttan ferðafólk høvdu gøturnar í Róm verið fleiri ferðir betri at gingið ígjøgnum [...] verður í Róm, er ringt at finna útav, hvat tú skalt raðfesta hægst. Býurin hevur nógv at bjóða, og ringt er at skyna ímillum, hvat tú fert at angra tú ikki sást og hvat tú so megnaði at síggja. Men eitt er [...] var bangin fyri, at tvíburarnir fóru at taka trúnuna frá honum, og legði teir tí í eina kurv og sendi teir avstað oman eftir Tiberánni. Kongurin væntaði sjálvandi, at dreingirnir fóru at doyggja, men ein
russiskum bøndrum sluppu at doyggja í friði. Teir, sum framdu hesi morð, høvdu messiasljóma um høvur. Hvør kundi megna at steðga slíkum monnum? KORTINI HEVÐI verið skeivt at sagt, at Stalin og lagsbrøður hansara [...] murran. Um Bockelson er at siga, at hann var ungur, vakur, tungusnjallur og hevði kvinnutekki. Hann hevði sostatt allar fyritreytir fyri at gerast profetur. Vit kunnu leggja aftrat her, at Jan Bockelson var [...] fram sum býarins nýggi profetur og valdsharri. Hann kunngjørdi, at løtan var komin at stovnseta túsundáraríkið, og at hann var kallaður at vera ikki bara kongur, men Messias teirra evstu daga. Hann gifti