1. oktober byrjaði Anna Borg Dahl sum ráðgevi í Vinnuhúsinum. Høvuðsuppgávurnar hjá Annu eru á sáttmála- og setanarøkinum og at virka sum ráðgevi hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip og hjá Prentsmiðjufelagnum [...] løgfrøðiligum spurningum. Anna er 48 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur (Cand. Jur.) Hon kemur úr starvi sum ráðgevi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Hon hevur eisini arbeitt á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum
Bjarti Thorleifsson og Dávid Reynheim fáa møguleikan frá byrjan í EM undankappingardystinum móti Sveis, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 18:00 Føroyska U21 landsliðið fær í kvøld møguleikan at reisa seg
í Suðuroynni er útlærdur sum heilsurøktari samanborið við restina av landinum, bæði í 2016 og 2024. Í restini av landinum er lutfalsligi parturin av røktarstarvsfólkunum, sum eru heimahjálparar, øktur
vit um 17.200 tons av olju, sum merkir 55.000 tons av CO2 og góðar 81 mió. kr. um árið, sum tað kostar Sev - og tær og mær - at brenna olju, heldur enn gagnnýta vindorkuna, sum átti at verið komin inn á [...] útgreina útsagnirnar, og tað geri eg fegin. Fyrst og fremst er ætlaða vindmyllulundin í Klivaløkshaga sum áður nevnt sera týðandi fyri at fáa meira burðardyggan streym út í føroyska samfelagið. Nevndin í Sev [...] uml. 45 mió. kr. árliga. Tí sigi eg, at tað burðardyggasta valið er ikki at steðga eini verkætlan, sum hevur verið í umbúna í fleiri ár, og har allar lógarkravdar kanningar longu eru gjørdar og góðkendar
siga. Stundir vóru ikki til meira, tí vaktleiðarin hevði annað at taka sær av, sum eisini er skilligt, tá ting henda, sum krevja arbeiðsorku. Vit vita tískil ikki nágreiniliga, hvat er hent, og men sambært [...] Tað kann vera trupult at endurgeva tíðindi rætt - ella lýsa tað, sum er hent - tá tann, tú skiftir orð við, er stuttorðaður. Fyri løtu síðan hoyrdust neyðsendaraakfør her niðri í býnum í Havn, og tá vit
luttøkan eisini góð. Bæði stórt og smátt varð ruddað, alt frá smáum plastlutum til størri burturkast sum dekk og jarn. Ruddað varð bæði á landi og á sjógvi, og luttakararnir vóru bæði børn og vaksin. Summar [...] av einstaklingum, feløgum og fyritøkum. Høvuðssamskipari okkara er Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, sum hevur staðið fyri samskipanini og samskiftinum við ruddarar og samstarvsfelagar. Vit takka kommununum
keypa rættindi til barnatilfar, sum kann verða týtt til føroyskt. Hetta er liður í arbeiðinum at tryggja, at børn í Føroyum fáa atgongd til dygdargott tilfar á egnum máli, sum er við til at styrkja málkunnleikan [...] bæði at tryggja, at føroyskt mál verður virkið og nútímans í øllum miðlum, og at søguligt tilfar, sum er partur av okkara mentanararvi, verður varðveitt og gjørt atkomuligt fyri almenninginum. Ein av [...] at børn og vaksin kunnu uppliva og hoyra føroyska málið á nýggjum miðlum og í søguligum tilfari, sum er ein týðandi partur av okkara samleika.
vigað, áðrenn tað verður pakkað. – Eg haldi ikki sjálv at arbeiðið stravið. Kanska eru tað ikki øll sum orka so væl, men eg føli tað ikki so tungt. Eg havi verið í so nógv ár og dugi rutinuna og veit, hvussu [...] verið ein frídagur, og tað hevur verið 10 tímar hvønn dag. Hetta er um summarið, og tað merkir, at tey sum oftast eru til arbeiðis, tá onnur liggja úti og sóla sær. – Teir góðu summardagarnar arbeiða vit hvønn [...] eitt sindur at gera, men aftan á gulllaksatíðina er ikki arbeiði hvønn dag, men tá man er so gomul sum eg, so leggi eg einki í, um eg havi frí onkuntíð. Møguliga er tað fyri at viga upp ímóti øllum sól
rvið verða nýggir møguleiki fyri samskifti, vitjanum og felags tiltøkum millum báðar kommunurnar, sum nú aftur eru knýttar saman við vinarbondum tvørturum Norðuratlantshavið.
fleiri aðrir útlendskir miðlar, sum bera hesa søgu. Tá fólk hjá sløkkiliðnum á staðnum tóku seg inn í íbúðina hjá Antonio gjøgnum eitt vindeyga, var tað ein skakandi sjón, sum møtti teimum. Í sovikamarinum [...] Grannarnir, sum ikki høvdu sæð mannin øll hesi ár, hildu, at hann var fluttur til familju sína - ella á stovn - at búgva. Postkassin var tómur, tí tað høvdu grannarnir syrgt fyri. Pensjónin var komin sum vanligt [...] samband havt við fólk í grannalagum, og hann tóktist tunglyntur. Spanska løgreglan upplýsir, at maðurin, sum helst var í sjeytiárunum, tá hann doyði, átti tvey børn, men børnini hevði hann ikki havt samband við