áttu ikki yvirskotið, sum teir fyrr í ár hava víst bæði í heimligu kappingini og í europeisku dystunum. Renniorkan var ikki tann, sum hon hevur verið, og í bóltførleika og spælfatan vóru teir ikki so skjótir [...] Inntil tað restaðu seks minuttir, var tað málleyst. So heilfluktaði David Sualehe bóltin í málið. Tað var eftir horna úr høgru, og tá ið talan var um deyðbólt, so eiga Magne Hoseth og hansara menn at iðra [...] fingu sera sjáldan frið til á ikki serliga slætta vøllinum at fáa tak á bóltinum og spælinum. Hjá Olimpija Ljubljama var stórur fagnaður, tá ið dysturin var liðugur. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at
deyvu flóttafólkunum úr Ukreina. Hon fer at tosa um, hvussu tú fyrireikar teg til slíkar móttøkur í móttakaralandinum, tí her er ikki bert talan um fremmand fólk, men eisini um fólk við serligum tørvi. Meifríð [...] teknmálsnetverki. Hon helt arbeiðið hennara vera rættiliga áhugavert, og á einum fundi í nýstovnaða deyvakirkjuráðnum, har Meifríð Hansen er ein av fýra limum, bar hon hetta upp á mál. Semja var um um at bjóða [...] mangt annað verður at hoyr um í Smæruni sunnudagin 12. november kl. 16.00. Tað er Christina Johannesen, deyvaráðgevi, sum samskipar tiltøkini hjá Hjørdís Onnu Haraldsdóttir. Tað var Meifríð Hansen, sum kom
landsstýrismannin í vinnumálum og handfaring hansara av støðuni var rættiliga stór. Tað var ikki til at trúgva, men landsstýrismaðurin stóð á tingsins røðarapalli og segði, at hann fyri bert fáum døgum [...] tí tímaglasið var meiri enn nær við at vera runnið niður. ”Eg eri vís í, at vit verða uppsøgd, um so er, at eingin sáttmáli er komin í hús, tá ið oktober mánaði er liðugur,” segði hon tá. Hálvatriðju [...] lógaruppskotið hjá Sambandsflokkinum var til viðgerðar á tingi í gjárkvøldið vóru fleiri sera harmar og frustreraðar røddir at hoyra – eisini innan úr samgonguni. Tað var heilt týðiligt, at misnøgdin við
Báralda er tíðindakvinna við royndum frá heimsins stríðsvøllum, tá hon fær boð um, at hon hevur arvað eini hús eftir ommuna Aldu, sum hon ikki visti av. Skaldsøgan lýsir, hvussu Báralda fer í holt við at rekja [...] bókahandlunum um landið og kostar 329 kr. Ingun hevur áður skrivað barna- og ungdómsbøkur, eina ungdómsskaldsøgu og eitt stuttsøgusavn. Hon er fødd í 1968 og uppvaksin í tvímæltari familju í Hósvík. Hon hevur [...] Líðarsteinsgarðin og Fornagarðin. Søgan fevnir um tíðina frá fyrst í 20. øld til 2021. Agnas á Fornagarði sigur sína søgu, dagbókin hjá Aldu er um viðurskiftini á Fornagarði, sum eru merkt av harðskapi
Fleyr tó ikki, tí hinumegin netið var 42 ára gamli brasilski leikandi venjarin hjá SÍ, Cristiano Rodrigues Campos, eirindaleysur við tveimum smassjum á rað, og so var SÍ á odda 20-17. Hann var aftur upp [...] trygt á odda miðskeiðis í settunum, men misti so takið aftur, og Fleyr var um reppið at javna, men tá settini nærkaðust endanum, var SÍ aftur stinnari og vann avgerandi bóltarnar. Í fyrsta setti hevði Fleyr [...] Sama søga var í triðja setti. Frá 5-5 fór SÍ upp á 14-8 og 16-10, og so fór jagstranin hjá Fleyr í gongd. Og hon mundi hepnast. Við góðum blokkspæli og góðari verju minkaði Fleyr skjótt um munin, og støðan
har báturin var staddur, og tað gekk bæði skjótt og væl at bjarga monnunum úr bátinum. - Tað tók bert eina løtu frá tí, at tyrlan var komin á leiðina, til hon hevði tikið menninar upp og var á veg á La [...] fekk løgreglan fráboðan um, at ein útróðrarbátur við tveimum monnum umborð var farin at leka vestanfyri Sandoynna. - Báturin lá tungur í sjónum og menninir, sum vóru við, megnaðu ikki at halda bátinum lens [...] kanningar. Lagt verður aftrat, at báðir menninir høvdu tað eftir umstøðunum gott. Løgreglan dugir ikki at siga, hví báturin fór at leka, men tað verður kannað. Sambært løgregluni er bjargingarbátur hjá
tryggan 3-0 sigur á Mjølni, sum aftur var mótstøðulið í gjárkvøldið. Eftir at Mjølnir var undan fyrstu løtuna av dystinum, javnaði Fleyr til 6-6 og hugdi síðan ikki aftur um bak, og vann fyrsta settið 25-18 [...] gjørdist 14-2 í øðrum setti, og so var tað avgjørt. Aftur hesa ferð gjørdi Aleksandra um seg við servunum. Hon servaði ta fyrstu við støðuna 6-2 og helt á til 14-3. Settið var vunnið 25-10, og síðstu fýra servurnar [...] og SÍ, sum ikki er, sum tað plagdi. TB skuldi hinvegin prógva, at meira búði í teimum eftir avsmurningin ímóti Fleyr, sum tó var merktur av, at TB var illa mannað. Í Kollafirði leygardagin var tað heimaliðið
Um hesin fundur hevði verið hildin beint eftir at samgongan varð skipað á jólum, so var eingin ivi um niðurstøðuna hjá uttanlandsnevndini. »Vit skulu ikki gera nýggjan sáttmála við Russland«. Men hetta [...] ráð um, sigur Báður Nielsen, sum er virkandi formaður í uttanlandsnevndini. Man hann fæst ikki at siga nakað um, hvat stendur í tilfarinum, tí tað er fevnt at tagnarskyldu. Men hann heldur fast um støðu [...] støðu sína, at vit skulu fara til samráðingar um nýggjan sáttmála. – Tað var er sannførdur um í fjør, og tað eri eg enn meira sannførdur um nú er tað rætta, sigur hann. Hann tekur undir við øllum atfinningunum
Tey vaktu hann, men fingu ikki samskift við hann, tí tey skiltu ikki málið. Tey ringdu tí eftir løgregluni, men tá hon kom á staðið var maðurin farin – Talan hevur helst verið um ein útlending, sum í fyllskapi [...] vilstur inn í húsini og har funnið sær innivist, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Løgreglan hevur ikki fingið fatur á viðkomandi.
milliónir krónir (43 milliónir). Rakstraravlopið í prosentum var 4% (2%). Rakstraravlopið var 3,73 krónur/kg (1,72 kr/kg). Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 3.045 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi [...] ársfjórðinginum, men vit eru ikki nøgd við gongdina í aligeiranum. Seinastu árini hava vit støðugt fingið fiskin í føroysku sjógvalingini at vaksa betur og skjótari, og í fjør var vøksturin serliga góður. [...] lívfrøðiliga gongdin í Skotlandi batnað munandi og í Føroyum er hon munandi betrað. Tískil er ráðiligt at útseta tøkuna, eins og vit gjørdu í Skotlandi um somu tíð í fjør, ið vísti seg at vera sera væl eydnað.