Ein fremmandur maður lá í seingini

Funnu ókendar skógvar og klæði í gongini

 

Tá ein familja vaknaði í gjáramorgunin varnaðust tey, at fremmandi skógvar og klæði lógu í gongini. Tá tey hugdu inn í eitt kamar sóu tey, at ein fremmandi maður lá og svav. Tey vaktu hann, men fingu ikki samskift við hann, tí tey skiltu ikki málið.

Tey ringdu tí eftir løgregluni, men tá hon kom á staðið var maðurin farin

– Talan hevur helst verið um ein útlending, sum í fyllskapi er vilstur inn í húsini og har funnið sær innivist, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Løgreglan hevur ikki fingið fatur á viðkomandi.