Fáa svar um sáttmála við Russland í vikuni

Í dag skal Løgtingsins uttanlandsnevnd geva landsstýrinum ráð um, hvørt landsstýrið skal taka upp samráðingar við Russland ella ikki

 

Um hesin fundur hevði verið hildin beint eftir at samgongan varð skipað á jólum, so var eingin ivi um niðurstøðuna hjá uttanlandsnevndini.

 

»Vit skulu ikki gera nýggjan sáttmála við Russland«.

 

Men hetta slaka árið síðani valið hevur kanska broytt okkurt, og tí er okkut sum bendir á, at støðan hjá tveimum av samgonguflokkunum kanska er broytt. 

Men støðan hjá Javnaðarflokkinum tykist vera tann sama, sum undan løgtingsvalinum 8. november.

– Javnaðarflokkurin hevur havt og hevur framvegis ta greiðu støðu, at etiskt og moralskt er tað skeivt, at vit hava eina fiskivinnuavtalu við stýrið hjá Putin, meðan Russland er í álopskríggi í Ukraina. Eitt kríggj, har Russland hvønn dag drepur ósek fólk. Eisini sivil fólk harímillum børn. Og tað steðgar ikki her, tí Russland hóttir eisini, ikki bara Ukraina, men allan heimin við atomvápnum.

Soleiðis skrivaði Aksel V. Johannesen í brævi til føroyingar 1. desember í fjør, beint undan løgtingsvalinum, sum var 8. desember.

Hevur Javnaðarflokkurin somu støðu, so er tað helvtin av samgonguni, tí Javnaðarflokkurin hevur 9 av teimum 18 tingsessunum hjá samgonguni.

 

Ógreitt er, hvat umboðini hjá Tjóðveldi og Framsókn fara siga, tá tað hava tey ikki viljað svarað uppá.

Í uttanlandsnevndini hevur samgongan 4 av 7 limum. 

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, er formaður. Men hann er burtustaddur á ST aðalfundi í New York. Fyri hann er Henrik Old.

Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, er næstformaður. Hann verður virkandi formaður á fundinum í dag.

LIljan Weihe og Annika Olsen, Tjóðveldi

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin

Sólvit Nolsø, Framsókn

Jenis av Rana, Miðflokkurin

Greitt er, at Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin siga nei. Og greitt er at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga ja til nýggjan sáttmála.

Spurningurin er tí, hvat Framsókn og Tjóðveldi siga.

– Uttanlandsnevndin hevur fingið ráðførslutilfarið frá landsstýrinum og veit tí, hvat tað er, sum landsstýrið skal hava ráð um, sigur Báður Nielsen, sum er virkandi formaður í uttanlandsnevndini.

Man hann fæst ikki at siga nakað um, hvat stendur í tilfarinum, tí tað er fevnt at tagnarskyldu.

Men hann heldur fast um støðu sína, at vit skulu fara til samráðingar um nýggjan sáttmála.

– Tað var er sannførdur um í fjør, og tað eri eg enn meira sannførdur um nú er tað rætta, sigur hann.

Hann tekur undir við øllum atfinningunum ímóti Russlandi í sambandi við kríggið í Ukraina. 

– Men tað hjálpir einki, at vit nokta at selja Russlandi dýran fisk. Tað er frægari, at teir brúka pengar upp á at keypa dýran fisk frá okkum heldur enn vápn, sigur Bárður Nielsen, sum er bangin fyri, at russar fara at fiska vilt í altjóða sjógvi, um eingin sáttmáli verður.

– Tá er lítið vunnið hjá okkum, um teir tildømis niðurfiska svarkjaftastovnin í altjóða sjógvi, sum aftur rakar okkara svartkjaftastovn, sigur hann.

Bárður Nielsen sigur, at eingin avgerð verður tikin í dag. Fyri tað fyrsta væntar hann, at fundurin í uttanlandsnevndini, sum skuldi verið klokkan 15, verður útsettur, tí ein drúgvur tingfundur byrjar klokkan 11. Og fyri tað næsta, so skal nevndin viðgera niðurstøðuna, áðrenn hon verður latin landsstýrinum.

– Men nevndin fer ikki at liggja á boðunum, sigur Bárður Nielsen, sum væntar, at svarið er greitt innan 2-3 dagar.

Við á fundinum hjá uttanlandsnevndini vera Aksel V. Johannesen, løgmaður, Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanlandsmálum.