deildarstjóri fyri netið. Hann takkaði samstarvsfelagum og veitarum fyri gott samstarv, og eisini nevnd og leiðslu í Sev fyri at trúgva upp á og bakka upp um verkætlanina. Høllin skal hýsa 18 MW battarískipan [...] Arbeiðsfólk og umboð fyri veitarar hátíðarhildu saman við umboðum fyri starvsfólk og nevnd hjá Sev hendan varðan á leiðini móti einum enn tryggari og burðardyggari elneti, hetta skrivar Sev. - Hetta er [...] er slóðbrótandi arbeiði, og eg kann siga, at tit øll eru við til at byggja land. Vit hava verið noydd til at finna nýggjar loysnir, og fólk koma alla staðni frá fyri at síggja og hoyra um, hvussu vit fáa
Tórshavnarøkinum við 1,9%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 358 fólkum. Síðani Streymoyarøkinum uttan Tórshavn við 1,8%. Í Norðoya og Vága sýslum var vøksturin 1,7%, ið er sum miðaltalið [...] munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,2%, har av serliga í Sjóvar og Nes kommunum við næstan 6 prosentum, skrivar Hagstovan [...] 2018. Tað skrivar Hagstovan í dag. Víðari sigur Hagstovan, at tað kemur av einum burðaravlopi á 237 og nettotilflyting á 593. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 55 minni, men tað
beinunum. Sterkir, lættir og limalangir spælarar hava fyrimun. Her hoppaði Leivur Mortensen úr H71 hægst. Hann hoppaði 53,7 sentimetar upp. Næstir honum vóru Boas Heinesen og Rúni Vest Højgaard, báðir [...] kvikleika, snarrenning og treysti, skrivar HSF.fo. Heri Ziska, kropsligur venjari, stóð fyri royndunum. Endamálið var at síggja, hvussu hvør einstakur spælari er fyri kropsliga og hvat spælarin kann arbeiða [...] skifta kós, meðan Rúni Vest Højgaard stóð sterkastur í sprint, har teinarnir vóru 5, 10, 20 og 30 metrar. Síðsta og fjórða royndin var ein YO-YO roynd, har einstaki spælarin skuldi renna við støðugt hægri
marathon. - Í døgunum 7. til 9. september verður fyrsta trail marathon og ultra marathon renning fyriskipað í Føroyum undir heitinum Útilív Adventure Festival. Luttakararnir kunnu velja ímillum fýra ymiskar rutur [...] royndir í renni tiltøkum uttanlands og hildu, at tað er upplagt at skipa fyri slíkari renning í Føroyum. Tey hava frá fyrsta degi samstarva við føroyskar veitarar og teir bøndur, sum eiga jørð, har runnið [...] At renna marathon og at ferðast í fjøllunum eru bæði ítriv, sum føroyingar hava sæð nógv til seinastu árini. Men nú verða hesi bæði ítrivini sett saman til eitt felagstiltak - nevnilia fjalla marathon
Sostatt innfluttu vit fyri 4,7 milliardir níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, og tað eru seks prosent meir enn sama tíðarskeið í fjør. Uppgerðin vísir, at innflutningurin av maskinum og amboðum er vaksin eina [...] helvt, ella 200 milliónir krónur og er nú góðar 600 milliónir í ár. Hinvegin hava vit innflutt fyri ein fjórðing minni av olju. Tað er ein minking á 160 milliónir krónur og níggju teir fyrstu mánaðirnar innfluttu [...] innfluttu vit olju fyri 496 milliónir krónur. Annars hevur byggivinnan innflutt 17 prosent meir av tilfari og tann innflutningurin er 463 milliónir higartil í ár. Men er innflutningurin til vinnuna nógv vaksin
fyrsti nakrantíð. Fyrr í ár rann hann frá Nordkap til Suðurafrika og 1. januar 2011 skal hann renna frá sunnasta enda av Suðuramerika og norður til New Foundland. Pól Sundskarð hevur seinastu árini veruliga [...] veruliga gjørt vart við seg innan langteinarenning. Hann hevur runnið 100 km á Bornholm í 2009 og fyrr í ár rann hann 7 marathon í 6 fylgjandi dagar. Pól Sundskarð luttekur eisini á Tórshavn Marathon. Tað er [...] skipar fyri fyrilestrunum leygardagin kl.17 í Baresso í SMS. Jesper Kenn Olsen og Pól Sundskarð fara at greiða frá teirra royndum og teimum upplivingum, ið renningin hevur givið teimum.
Julius Madsen leysan, ið tók av og legði Horsens á odda 1-0. Kristian Kirkegaard økti til til 2-0 í 48. minutti, og í 71. minutti var Julius Madsen aftur á blettinum, og økti til 3-0. Í yvirtíðini staðfesti [...] dystinum. Njótið fríspælingina hjá Adriani til 1-0 málið. Adrian fær karakterin 7,9 (av 10 møguligum), bæði frá Sofascore og Soccerstand. Horsens er næstfremst við 47 stigum, meðan Hillerød hevur 46 stig [...] Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í AC Horsens fóru í dag illa við gamla liðnum hjá Adriani, Hillerød. Í dysti í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann Horsens á heimavøllinum
hvassan vind, 15 m/s, og út á dagin hækkar hann í ein norðan. Skýggjað og regn. Um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og vestri, 10 til 15 m/s, ælaveður og sum frá líður samdrigið [...] lágtrýst, á veg í ein landnyrðing, millum Skotland og Føroyar og týsdagin kemur eitt djúpt lágtrýst tætt við Føroyar og hevur ein kaldan streym av norðri og ælaveður við sær. Í dag Eitt lítið lot av ymsum [...] Hitin millum 3 og 7 stig. Sunnudagin Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga
hetta gjald 7,80 krónur. Í dag eru samráðingar millum manningarfeløgini og Felagið Rækjuskip, og hósdagin - tað er í morgin - verða samráðingar millum teir, sum eiga ísfiskatrolararnar og manningarfeløgini [...] partrolararnar og lemmatrolararnar, undir einum, um tað letur seg gera. Jan Højgaard væntar ikki, at tað verða lættar samráðingar millum teir, sum eiga ísfiskatrolararnar og manningarfeløgini, og her er tað [...] Higartil hava manningarfeløg og reiðarar gjørt tveir nýggjar sáttmálar. Umframt sáttmálan, sum varð undirskrivaður í gjár av Felagnum Línuskipum og umboðum fyri manningarfeløgini, varð eisini nýggjur eitt
verið eiðasørt við lunda í ár. Lítið og einki hevur verið at sæð, nú vertíðin er hálvrunnin. Fleygatíðin byrjar á Syftunsøku, 2. juli, og heldur fram til umleið 7. august. Fríggjadagin, tá teir vóru á [...] lundin tók land fríggjadagin, so vóru eingi onnur positiv tekin. - Har var eingin sildberi at síggja, og tað er vánaligt tekin, staðfestir Jørgen Niclasen. At eingin sildberi er at síggja merkir, at lundin [...] at friða lundan við lóg, men í staðin hava flestu grannastevnur samtykt at friða lundan í eitt ár, og so taka málið upp aftur næsta ár. Myndina hevur Jørgen Niclasen tikið úr Tindhólmi, har tað var fitt