Síðsta leygardag hittust 80 hondbóltsspælarar úr bestu deildini til ein sonevndan royndardag, har allir spælarar vórðu kannaðir í hoppi, kvikleika, snarrenning og treysti, skrivar HSF.fo. Heri Ziska, kropsligur venjari, stóð fyri royndunum. Endamálið var at síggja, hvussu hvør einstakur spælari er fyri kropsliga og hvat spælarin kann arbeiða við, fyri at mennast sum hondbóltsspælari.
Ein av kanningunum var CMJ, ið er ein hoppiroynd, sum hevur til endamáls at finna útav, hvussu skjótt spælararin kann menna megi í beinunum. Sterkir, lættir og limalangir spælarar hava fyrimun. Her hoppaði Leivur Mortensen úr H71 hægst. Hann hoppaði 53,7 sentimetar upp. Næstir honum vóru Boas Heinesen og Rúni Vest Højgaard, báðir somuleiðis úr H71.
Leivur Mortensen var eisini kvikastur í renniroynd, har tú sjey ferðir skal skifta kós, meðan Rúni Vest Højgaard stóð sterkastur í sprint, har teinarnir vóru 5, 10, 20 og 30 metrar.
Síðsta og fjórða royndin var ein YO-YO roynd, har einstaki spælarin skuldi renna við støðugt hægri ferð, uttan at fáa nøktandi hvíld millum renningarnar. Her orkaði Boas Heinesen best.










